Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-25, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. apríl 2017 · Nr. 48 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Komandi kappingarár verða tað sjey lið í bestu deildini hjá kvinnum. Eftir fleiri ár við góðum ungdómsarbeiði, so eru hoyvíkingar til reiðar at bjóða av í føroyskum kvinnuhondbólti. – Vit vilja kunna spæla við, sigur Sonni Larsen Tróndur Arge Føroyskur kvinnu­hond­ bólt­ur tykist hava stórar av­bjóð­ing­ar fyri framman. Bara tvey lið spældu við um meist­ara­heitið og steypa­gull­ ið, tí Kynd­il og Neistin eru at kalla eina­ráð­andi. Frá­fallið hevur verið stórt, og fólk kring kvinnu­hond­bólt halda eisini, at hond­bólt­ur­in er á lægri stigi nú, enn und­an­ farnu árini. Við økta lands­liðs­arb­eið­ in­um, hevur Hond­bólts­sam­ band­ið givið føroysku spæl­ ar­un­um eina gularót. Nú bjóð­ar H71 seg fram í kvinnu­ deild­ini, so talan verður um sjey lið í bestu deildini. – Vit vilja kunna spæla við, tí um vit bara eru við fyri at læra og lut­taka, so kunnu vit tað sama halda fram í næst­bestu deild­ini. Vit tosa ikki um at vinna á topp tvey ella topp trý, men kanska at fáa onkr­ar dyst­ir, har vit skulu spæla við allan dyst­in – og fáa nøkur stig, sigur Sonni Lar­sen, venj­ari hjá bæði mans­lið­num og kvinnu­lið­num. Tilgongd frá fleiri spælarum H71 hevur í fleir ár arbeitt við at menna kvinnusíðuna hjá fe­lag­num, sum hevur staðið í skugg­anum av monn­un­ um, sum júst hava vunn­ið sítt triðja meist­ara­heitið. Hetta kapp­ing­ar­árið hevur H71 vunn­ið allar dystirnar í næst­bestu deildini. Liðið verð­ur eisini styrkt nakað til kom­andi kappingarár. – Nakrar koma heim eft­ ir skúlagongd í Danmark. Maria Weyhe, sum hev­ur spælt við VB hetta kapp­ing­ ar­ár­ið kem­ur aft­ur, og tað ger Ann­ika F. Pet­er­sen eisini, sum hevur spælt við VÍF í ár, for­tel­ur Sonni Larsen. Hann leggur afturat, at í løt­uni verður hugt eftir at fáa ein føroyskan og kanska ein danska spælara afturat. – So verður talan um ein spæl­ara, sum kann geva lið­ num nógv. Liðið skal berast av lokalu kreftunum. Annars gev­ur tað ikki meining og blív­ur bara ein útreiðsla, sig­ ur Sonni Larsen. Her kann eitt nú leggj­ast afturat, at H71 vann steypa­ kapp­ingina hjá gentum U17, so ein góður árgangur er á veg. Gera tað eitt sindur øðrvísi Í Hoyvík ætla tey at skipa venj­ing­ar­um­hvørv­ið á ein eitt sind­ur øðr­vísi hátt, enn vit kenna tað í dag. – Vit koma at gera nøkur ting øðrvísi. Millum annað verð­ur arbeitt saman millum kvinnu­liðið og mansliðið. Tað verður millum annað so­leið­is, at dreingir, ið eru á sam­an stigi sum kvinnurnar venja saman í ávísum sam­ an­hang­um. Vit vita ikki hvat hini gera, men vit føla at vit kunnu leggja nakað afturat har, sig­ur venjarin hjá H71 og legg­ur afturat: – Tað týdningarmesta er, at H71 fær eitt gott venj­ing­ ar­umhvørvi fyri kvinnurnar eisini. H71 skal eisini kunna byggja eitt felagsskap fyri kvinn­ur­nar. Tað hevur fyrstu rað­festing, sigur Sonni Lar­sen. Eitt topplið í longdini Hóast tað næstan ikki verð­ ur nevt við einum orði, so er ætlanin í longdini, at H71 kvinnurnar skulu blíva eitt topp­lið í før­oysk­um kvinnu­ hond­bólti. Or­søk­in er sjálv­ andi, at venj­ar­in ikki vil leggja ov stórt trýst á ungu spæl­ar­ar­nar. – Í longdini skal H71 verða við í oddinum eins og við monn­um, men tá tosa vit um fleiri ár. Fyrst og fremst gong­ur tað út upp á, at kunna verða við og kunna spæla við. Tá verða tað nøk­ ur lið, sum vit ikki vinna á, með­an onnur vit kunnu spæla upp í móti, sigur Sonni Lar­sen, venjari. Í løtuni eru seks lið i bestu deild­ini. Tey eru Kyndil, Neist­in, VÍF, VB, Stjørnan og StÍF. Profilur til Team Klaksvík Hjá monnum eru eisini sjey lið í kappingini, men til tíðir er tað sum tað eru seks lið, tí Team Klaksvík klárar ikki altíð at fylgja við. Nú røkist fyri, at liðið ger eina roynd at bjóða av. Stóri og sterki íslendski striku­spælarin hjá Kyndli, Hörð­ur Fannar Sigþórsson, skift­ir nevniliga til Team Klaks­vík. Tað skriva bæði Team Klaks­vík og Norð­lýs­ið. Sátt­málin varð und­ir­skriv­að­ ur í síðstu viku. Hörður Fannar Sig­þórs­ son hevur verið fastur fúsur hjá Kyndli seinastu árini, men eitt skifti á vetri 2014 spældi hann við EHV Aue í næst­bestu týsku deildini. Team Klaksvík endaði í ár á aft­asta plássi í FTZ-deildini. Teir fingu eitt stig burturúr teim­um 24 dystunum. trondur@sosialurin.fo H71 MELDAR KVINNU­LIÐIÐ TIL BESTU DEILDINA – Tað týdningarmesta er, at H71 fær eitt gott venjingarumhvørvi fyri kvinnurnar eisini, sigur Sonni Larsen, venjari Tað er vón fyri framman hjá H71, tí U17 liðið við gentum vann steypakappingina í ár HONDBÓLTUR Hetta kappingarárið vóru bara tvey lið, sum bjóðaðu av um FM. Tað vóru Kyndil og Neistin, ið vóru í bæði steypafinaluni og FM finaluni