týsdagur 25. apríl 2017síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 26. apríl 2017 · Nr. 48
Tróndur Arge
Føroyska kvinnulandsliðið skal í
komandi HM-undankapping tak
ast við sterkar fótbóltstjóðir sum
Týskland og Ísland. Hóast tað ljóð
ar sum spennandi uppgávur, so
kann avbjóðingin blíva ríkiliga stór,
heldur fyrrverandi landsliðsspælari.
Malena Josephsen, sum er skrá
sett fyri 41 landsdystir fyri Føroyar,
heldur at tað snýr seg um at fáa
stigini móti Kekkia og Slovenia á
heimavølli, meðan dystirnir móti
Týsklandi og Íslandi verða nakrar
avbera stórar avbjóðingar.
– Týskland er ikki akkurát tað,
sum vit kundu hugsað okkum, tí
tær eru sum maskinur og leggja ikki
í hvørjum tær spæla móti. Eisini fáa
tær fleiri stórsigarar, meðan onnur
lið ikki altíð fara eftir stórsigrinum,
sigur Malena Josephsen.
Heimsins besta fótbóltstjóð
Týskland hevur vunnið HM í bæði
2003 og 2007, umframt at tær eru
verandi olympiskur meistari. Tær
eru í løtuni styrkismettar sum sterk
asta kvinnulandsliðið í heiminum.
Tær hava seinnu árini vunnið sigrar
sum 12-0 á Ungarn og 13-0 á Slovenia.
Hinvegin, so vunnu tær ”bara” 6-0 á
Turkalandi á útivølli í apríl í fjør.
Føroyar vunnu 2-1 á Turkalandi á
Tórsvølli í avgerandi dystinum í
innleiðandi kappingini til HM 2019.
Tí hava rekatiónirnar eisini verið
nakað ymiskar.
– Reaktiónir hava verið, at tær
eru eitt sindur bangnar, eins og vit
vóru á sinni, tá vit fingu Svøríki í
okkara bólk. Tá taptu vit tvær ferðir
5-0, og vit fingu eitt nú kritikk fyri
at spæla so verjukent í Svøriki, sigur
Malena Josephsen, men minnist
eisini, at ræðslan fór av teimum
undan dystinum.
– Vit upplivdu móti Svøríki, at tað
var fjáltur á eftir lutakastið, men so
hvørt sum dysturin nærkaðist, so
blivu vit heldur spentar, tá vit sóu
hvussu nógv bleiv gjørt burturúr,
sigur Malena Josephsen.
Eftir dystin var nakað av rokið
í svensku miðlunum um føroyska
spælistílin, sum var avbera ver-
jukendur. Her vísir Malena Joseph
sen tó á, at í dag stendur bara
úrslitið eftir – restin er farin í
gloymibókina. Hon heldur eisini, at
týski spælistílurin passar illa til før
oyska spælið.
– Týska landskappingin er mill
um tær sterkastu í heiminum, og
flestu av spælarunum eru stórar og
sterkar. Tað passar okkum illa, sigur
liðskiparin hjá KÍ.
Hon vísir á, at styrkismunurin
millum Føroyar og Týskland helst er
størri í dag, enn munurin var millum
Føroyar og Svøríki á sinni.
Íslandi eisini ein stórur biti
Í vanligum umstøðum plaga vit at
kunna samanbera okkum við Ísland.
Eitt nú í mannfólkafótbólti, men hjá
kvinnum er søgan ein onnur.
– Tað er tað saman við Íslandi,
sum hava stórar, sterkar og skjótar
spælarar, sum eru ágangandi. Tað
síggja vit millum annað tá vit spæla
ungdómslandsdystir. Tá vinnur Ís-
land mangan stórt. Tær hava verið
í altjóða fótbólti í nógv ár, sigur
Malena Josephsen.
Hon leggur afturat, at til fyri
kortum, so vóru tað menninir, ið
hugdu upp til kvinnurnar í íslen-
dskum landsliðsfótbólti.
– Lutakastið var gott inntil við
fingu Ísland og Týskland. Her er
heldur órealistiskt at vænta stig,
men tað er týdningarmikið at njóta
upplivilsið og avmarka tapið, sig
ur fyrrverandi liðskiparin á lands
liðnum.
Her er møguleikin
Liðini úr triðja og fjórða styrkisbólki
vóru Kekkia og Slovenia. Her verður
væntað, at okkarar spælarar hava
ein møguleika at fáa stig.
Eg kenni ikki nakað til Kekkia,
men har meti eg at Kekkia og
Slovenia liggja áleið á sama stigi.
Tað svarar nakað til dystirnar, tá vit
fingu javnleik móti Norðurírlandi
og Bosnia-Herzogovina á heimavølli
fyri tveimum árum síðani. Tað er
her, at vit hava ein møguleika, ser
liga á heimavølli, sigur Malena
Josephsen og leggur at enda afturat:
– Vit kundu havt fingið Portugal
í staðin fyri Slovina. Tær hava vit
tapt fyri fyrr, tí tær eru so tek-
niskt væl fyri og skjtóar. Í stuttum,
so var lutakastið fínt, inntil vit
fingu Ísland og Týsland. So alt í alt
eitt miðal lutakast, sigur Malena
Josephsen.
trondur@sosialurin.fo
ÍTRÓTTUR
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sosialurin
HM-lutakastið:
Føroyska kvinnulandsliðið er komið í bólk við Týsklandi, Íslandi, Kekkia og Slovina.
– Lutakastið var gott inntil Ísland og Týskland, sigur Malena Josephsen, fyrrverandi
landsliðsspælari. Týskland er í dag styrkismett sum heimsins besta fótbóltstjóð í
kvinnufótbólti
Vegurin til
HM 2019 í
Fraklandi
Tey 35 londini, sum skulu lut
taka í HM-undankappingini,
skulu við lutakasti býtast út á
sjey bólkar við fimm londum.
UEFA hevur nú gjørt endaligu
styrkismetingina til lutakastið
og hevur býtt londini upp
í fimm styrkisbólkar. Eitt
land úr hvørjum styrkisbólki
verður drigið í hvønn und-an
kappingarbólk.
Fimm lond verða í hvørjum
bólki, og øll londini spæla tveir
dystir ímóti hvørjum øðrum –
heima og úti. Hetta merkir,
at Føroyar skulu spæla átta
HM-undankappingardystir
komandi árið. Vin-nararnir
av bólkunum sleppa til enda
spælið í Fraklandi. Fýra teir
bestu 2’ararnir skulu spæla
play-off dystir um seinastu
tvey plássini í endaspælinum.
Dystirnir í undankapping
ini verða spældir frá 11. sep
tember í ár til 4. september
2018. Nú verða samráðingar
millum londini um, hvussu
dystirnir skulu avgreiðast,
men ávís dato eru fastløgd til
dystirnar.
HM-undankappingar
bólkur 5
1. Týskland
2. Ísland
3. Kekkia
4. Slovenia
5. Føroyar
Kvinnulandsliðið vinnur á Montenegro
Malena Josephsen stúrir
fyri Týsklandi og Íslandi
Bólkarnir til HM-undankappingina fyri kvinnulandslið:
Bólkur 1: Ongland, Russland, Wales, Bosnia & Hersogovina og Kasakhstan
Bólkur 2: Sveis, Skotland, Pólland, Hvítarussland og Albania
Bólkur 3: Noreg, Holland, Írland, Slovakia og Norðurírland
Bólkur 4: Svøríki, Danmark, Ukraina, Ungarn og Kroatia
Bólkur 5: Týskland, Ísland, Kekkia, Slovenia og Føroyar
Bólkur 6: Italia, Belgia, Rumenia, Portugal og Moldova
Bólkur 7: Spania, Eysturíki, Finnland, Serbia og Ísrael
Byrja á
heimavølli
ímóti Kekkia
Dystarskráin hjá føroyska
kvinnulandsliðnum
til
komandi HM-undankapp
ing er nú klár. Føroyar
spæla fyrsta dystin tann
14. september, á heima
vølli ímóti Kekkia.
Beint eftir at lutakastið
var avgreitt, samráddust
londini í bólkinum um
dystarskránna, og hon er
nú klár. Fýra dystir verða
í ár, og fýra dystir verða
spældir í 2018.
At talan er um ein
sterkan bólk, sæst á sein
asta strykislistanum hjá
FIFA. Har Týskland er
nummar 1, Ísland nummar
18, Kekkia nummar 36, Slo
venia nummar 57, meðan
Føroyar eru á 72. plássi.
2017
14. september Føroyar-Kekkia
18. september Ísland-Føroyar
24. oktober Týskland-Føroyar
24. november Slovenia-Føroyar
2018
10. apríl Føroyar-Ísland
7. juni Føroyar-Slovenia
12. juni Kekkia-Føroyar
4. september Føroyar-Týskland
Malena Josephsen