Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Kia koma nú á markn- aðin við Cerato, sum ivaleyst kemur at gera um seg millum kapp- ingarneytarnar. Talan er um ein rúmligan 5 persónabil, sum verður gjørdur bæði sum hatchback og sedan BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Eingin ivi er um at Kia Cerato verður ein bilur, sum kemur at gera um seg í hørðu kapp- ingini um kundarnar í sínum klassa. Cerato fær sera góð um- mæli í útlendskum bilbløð- um. Bilurin er væl skrúvaður saman, er lættur at koyra og koyrieginleikarnir eru í topp. Í mun til støddina er aksil- frástøðan stór (261,0 cm), og merkist tað serliga væl í kabinuni, ið er sera rúmlig og beinplássið er gott. Innan er nógv gjørt burtur- úr, fyri at kabinan skal vera innbjóðandi við góðum setr- um og ljósum litum, alu-look í miðjuni á instrumentborð- inum. Alt er sera snøgt og væl frágingið, so kvaliteturin merk- ist. Cerato fæst við fýra ymisk- um motorum, tveimum ben- sin og tveimum diesel, ben- sinmotorarnir eru: 1,6i við 105 hk, og 2,0i við 143 hk, og dieselmotorarnir eru: 1,5 CDRi við 102 hk og 2,0 CRDi við 113 hk. Sum standard hevur Cerato t.d. seks airbag, aktivar nakka- stúttur, el-síðupegl við hita, ABS-bremsuskipan við bremsukraftdeilara (EBD), førarasetrið er »multijuster- bart« og rattið kann stillast. Antispinn (TCS) fæst sum eykaútgerð. Kia Cerato verður gjørdur sum hatchback við fimm hurðum og sum sedan við fýra hurðum. Kia Cerato kemur á før- oyska marknaðin seinast í oktober, og hjá D.B.Bilum vænta tey sær nógv av bil- inum. Kia bilarnir verða van- liga seldir til ein sera kapp- ingarføran prís. Kia hevur 3 ára óavmarkað kilometra garanti og 6 ára rustgaranti. Kia Cerato 1,6: Spennandi koreanari í Golf-klassanum Kia Cerato 1,6 LX h/b 2.0 CRDi diesel Motorurin: 1,6 litur 4 syl. bensin 105hk 2,0 litur 4 syl. diesel 113 hk common-rail turbodiesel 0-100 km/t: 11,0 sek 11,5 sek Bensinnýtsla: 14,2 km/l (blandað koyring) 16,7 km/l (blandað koyring) Dekkstødd: 185/55-15 195/60-15 Stødd og vekt: Longd 434,0 cm 434,0 cm Breidd 173,5 cm 173,5 cm Hædd 147,0 cm 147,0 cm Eginvekt 1.200 kg 1.374 Viðførisrúm 538 litrar 538 litrar Søluumboð: J. Broncksgøta • FO-110 Tórshavn • Tel. 310600 Eingin ivi er um at Kia Cerato verður ein bilur, sum kemur at gera um seg í hørðu kappingini um kundarnar í sínum klassa. Innan er nógv gjørt burturúr, fyri at kabinan skal vera innbjóðandi við góðum setrum og ljósum litum, alu-look í miðjuni á instrumentborðinum. 2 At samskifti seinnu árini hevur fingið alt størri og størri týdn- ing, prógva best tøkniligu møguleikarnir, vit hava í dag. Einki er ógjørligt, alt ber til. Úti úr heimi frættist, at tú nú kanst keypa tær ein ferðaseðil út í rúmdina – og úr 100 km hædd síggja klótuna, vit búleikast á. Hóast hetta enn valla er tilboð til palliba og marsannu – so verður tað uttan iva so einaferð í framtíðini. Hvør hevði hildið, at vit í Føroyum fóru at koyra gjøgnum fjøll og undir sund og firðir? Bilaøldin í Føroyum byrjaði tann 6. mai í 1922, tá tann fyrsti bilurin varð fingin í land av skipi við einum prámi og nærmast handaður í land á Kongabrúnni hendan várdagin, sum skuldi hava so stóran týdning fyri føroyska samferðslu. Síðani tá er nógv hent – men tað mesta tey seinnu árini. Samferðslunetið er útbygt, góðir vegir og tunlar – og ferjur, har vit enn ikki hava borað okkum undir havbotnin. Líta vit nøkur ár fram í tíðina, so verða allar oyggjarnar – ella so gott sum allar – knýttar saman við tunlum og brúgvum, og bilurin fær tá enn størri týdning, enn hann hevur í dag. Seinastu tíggju árini hevur Sosialurin skrivað nógv um bilar. Fyrstu árini var tað serliga í teiginum »Út at koyra«, sum seinni varð til »Bilar«. Hesin teigur er í blaðnum hvønn hósdag. Seinastu árini hava vit á hvørjum ári útbygt henda teig til eitt serligt blað um bilar og annað, sum hevur við ferðslu og bilastarvsgreinina at gera. Vit vóna, at vit við hesum tiltaki eru við til at kunna fólk enn meira um tað nýggjasta innan bilavinnuna í Føroyum, og at vit eisini í hesum blað fáa varpað ljós at trygdina í ferðsluni, sum vit øll eiga at hava í huga. Landsstýrismaðurin í ferðslumálum hevur í umbúna at broyta skipanina við koyrikorti. Hann greiðir í hesum blað frá, at uppskot verður lagt fyri tingið í hesi setuni um skipan við serligum fyribilskoyrikorti, um stigaskipan til øll, sum hava koyrikort – ein skipan, har tú missir ávíst tal av stigum, um tú fremur ferðslulógarbrot – alt eftir, hvussu stórt brotið er. Talan er um eina skipan, har tú at enda kanst missa koyrikortið. Eisini boðar landsstýrismaðurin frá, at reglarnar um frádøming fyri ferð verða herdar. Tað er at fegnast um, at ítøkilig stig verða tikin, ið kunnu føra okkum nærri 0-hugsjónini, har eingin skal doyggja ella verða illa løstaður í ferðsluni. Hetta er eitt stórt – kanska utopiskt – mál, men tað kann bara røkkast, um vit øll taka hana til okkum – og hvør í sínum lag gera okkara til, at vit fáa tryggari ferðslu í Føroyum. Oddagrein: Tryggari ferðsla í Føroyum Tá vit hugsa um okkara egnu – børn, ommu- børn og abbabørn tá er Nullhugsjónin ikki longur bara veruleika- fjart huggykl, men nak- að, sum vit øll ynskja skal verða veruleiki fyri okkara kærastu HUGLEIðING Rúna Sivertsen, forkvinna Ráðið fyri Ferðslutrygd Drongurin á myndini eitur Tóri – hann er ommusonur mín. Um góð 16 ár kann hann taka koyrikortið... Smádrongurin »livir mitt í verðini« í gula bilinum, ið kann koyra júst sum teir rætti- ligu bilarnir. Enn er hann so lítil, men tað verður ikki leingi, til hann, eins og stóri- beiggin, fer at kenna hvønn bil og hvørt bilmerki. Fyri okkum er óhugsandi, at hesin elskuligi drongurin nakrantíð fer at koyra so skilaleyst, at hann verður nøkrum til vanda. Men hyggja vit at hagtøl- unum, síggja vit, at alt ov nógvir av okkara kæru ung- lingum lótu lív í ferðluni or- saka av, at koyrt varð við alt ov nógvari ferð. Vit eiga ikki at góðtaka, at ferðslan krevur so nógv lív og førleika, sum hon hevur gjørt seinastu árini. Vit kunnu ikki bara yppa øksl og finna okk- um í ferðsluvanlukkum sum einum bága, ið ikki slepst undan. Málið má verða, at eingin skal doyggja ella fáa álvars- ligt mein í ferðsluni! Tað er okkara skylda sum vaksin at vera góð fyridømir í ferðsluni, og at læra børnini góðan bilsið. Verða tey lærd at nýta bilbelti frá lítlum av, so verður tað heilt náttúrligt fyri tey eisini at binda seg í, tá tey gerast vaksin, og sjálvi fara at koyra. Hava vit, sum vaksin eru, virðing fyri bilinum og hava vandan í huga, sum kann standast av líkasælu, so er sannlíkt, at børnini eisini fara at vísa virðing og hugsa seg um, tá tey einaferð sjálvi fara at koyra. Í tí løtu vit stíga fótin út um hurðina, eru vit øll, uttan undantak, ein partur av ferðsluni. Líka mikið, um vit hava bil sjálvi ella ei, so sleppa vit ikki undan at ferð- ast í ferðsluni. Ráðið fyri Ferðslutrygd er gjøgnum kanningar og hagtøl komið til, at størstu vanda- málini í ferðsluni eru: • Ungir óroyndir bilførarar, sum stytta sær stundir í bili saman við javnaldrum, ser- stakliga gentum í 14 - 15 ára aldri. Ferðin var oftast alt ov stór, og í nógvum førum var bilførarin ávirk- aður av rúsdrekka. • Fólk til gongu – serstak- liga børn og eldri – sum verða yvirkoyrd. • Fólk í øllum aldursbólk- um, sum gloyma at nýta trygdarbeltið, og tí lótu lív ella gjørdust avlamin. Mín vón er, at vit øll taka hugsjónina um, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni, til okkara, og gera hana til okkara per- sónliga hjartamál. Tað dýrasta vit eiga Fyri okkum er óhugsandi, at hesin elskuligi drongurin nakrantíð fer at koyra so skilaleyst, at hann verður nøkrum til vanda. Men hyggja vit at hagtølunum, síggja vit, at alt ov nógvir av okkara kæru unglingum lótu lív í ferðluni orsaka av, at koyrt varð við alt ov nógvari ferð Mynd: Hardi Hansen - serblað í Sosialinum 9. oktober 2004: Blaðfólk: Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo tel.: 216135 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo tel.: 216409 Myndafólk: Álvur Haraldsen Jens Kristian Vang Lýsingar: Fríðtór Debes fridtor@foroyaprent.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Umbróting: Sp/f Føroyaprent Plátutilgerð: Sp/f Føroyaprent Prent: P/F Prentmiðstøðin Upplag: 10.000 Evstamark: 6. oktober 2004 Síðani 1995 hevur Sosial- urin havt fastan bilateig í blaðnum. Teigurin er í blaðnum hvønn hósdag. Endamálið er at kunna um tað nýggjasta á bilamarkn- aðinum, at upplýsa um bilar og bilasøgu annars, um bilastarvsgreinina og um ferðslutrygd. Síðani 2000 hevur Sosi- alurin á hvørjum árið giv- ið út serbløð um bilar, nevnt Bilar. © Sosialurin 2004