Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jógvan Lützen noktar at vera á sama lista til býráðsvalið, sum Ják- up Mikkelsen og so- statt hevur hann tikið seg aftur sum valevni fyri fólkaflokkin í Klaksvík BÝRÁÐSVAL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Málið um tiltikna línubátin, Jógvan S. úr Klaksvík, hevur nú fingið eitt óvænt- að eftirspæl. Tað kom fram, nú fólka- flokkurin í Klaksvík skuldi manna listan til býráðsvalið í næsta mánaði. Tá ið fólkaflokkurin skuldi gera listan lidnan, nú í vikuni, kom rumbul í. Ætlanin var, at Jógvan Lützen, gamli reiðarin á Jógvani S., skuldi verða valevni, sum hann hevur verið fleiri ferðir fyrr. Men tá ið so Jákup Mikk- elsen eisini kom á listan, kom rumbul í, siga keldur í Klaksvík, sum standa fólk- aflokkinum nær. Tá ið tað varð greitt, at Jákup Mikkelsen eisini skuldi verða valevni til bý- ráðsvalið, gjørdi Jógvan Lützen bart og tók seg av listanum. Hann kunngjørdi, at hann kundi ikki vera á sama lista, sum Jákup Mikkelsen er á og hann tók seg sostatt av listanum. Jógvan S. spøkir aftur Orsøkin til hesa avgjørdu støðuna hjá Jógvan Lützen, skal finnast í gøluni um línubátin, Jógvan S. Jógvan Lützen kann ikki gloyma Jákup Mikkelsen tann leiklut, sum hann hevði í málinum, sum førdi til, at Jógvan S. varð lagdur og seinni fór av knóranum. Jákup Mikkelsen var lim- ur í Landsstýrismálanevnd- ini, sum viðgjørdi málið um Jógvan S. Niðurstøðan hjá lands- stýrismálanevndini førdi við sær, at Jógvan S. varð lagdur. Sostatt metir Jógv- an Lützen, at Jákup Mikk- elsen var ein høvuðsmaður aftanfyri at leggja Jógvan S. Seinni fór báturin á húsa- gang, manningin varð søgd upp og íleggjararnir mistu sín pening. Seinni hevur Føroya Rættur felt dóm í málinum og dómurin var, at tað var ólógligt at taka fiskiloyvið frá Jógvan S. Alt hetta málið hevur tikið Jógvani Lützen so fast, hann rætt og slætt ikki vil vera valevni á sama lista, sum Jákup Mikkelsen er á. Jógvan Lützen boðaði frá, at hann kundi als ikki samstarva við Jákup Mikk- elsen eftir tað viðferð, hann hevði fingið frá honum í málinum um Jógvan S. Fekk 100 atkvøður Tað er onki at ivast í, at Jógvan Lützen verður ein missur hjá fólkaflokkinum til býráðsvalið í Klaksvík, tí hann plagar at fáa fitt av at- kvøðum og á seinasta bý- ráðsvali fekk hann 100 at- kvøður. Hann er býráðslimur í løtuni. Hann hevur tikið sætið í býráðnum eftir at Jógvan við Keldu fór í Landsstýrið. Annars hevur Jógvan Lützen verið upp- stillaður til býráðið tríggjar ferðir áður og hann hevur verið beinleiðis valdur tvær ferðir. Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Jógvan Lützen, men hann er ógvu- liga fáorðaður. Kortini váttar hann, at hann eftir ætlan skuldi stilla upp fyri fólkaflokkin til bý- ráðsvali, men at váttar eis- ini, at hann er ikki á lista- num. Og fleiri viðmerking- ar hevur hann ikki. Rumbul í Fólkaflokkinum í Klaksvík Eftir gøluna um Jógvan S, kann Jógvan Lützen als ikki samstarva við Jákup Mikkel- sen og tí hevur hann tikið seg av fólkaflokslistanum til býráðsvalið í Klaksvík 2 Nr. 193 - 9. oktober 2004 Nr. 193 - 9. oktober 2004 3 HEIÐURSKONSERT Tíðindaskriv Í sambandi við, at tað 11. september í ár verða liðin 100 ár, síðan tónlistamaðurin Hans Jákup Højgaard var borin í heim, verður heiðurs- konsert í Norðurlandahúsi- num sunnudagin 10. oktober, kl, 16.00 Við á konsertini verða Havnarkórið, og eisini spælir Symfoniorkestri suituna, ið var gjørd til 80 ára føðingar- dagin hjá HJ Højgaard. H. J. Højgaard var ikki ein- ans toftamaður, hann var eis- ini fremsti kórmaður alla før- oyinga, og hann virkaði eis- ini stóran part av lívi sínum sum lærari og kórleiðari í Havn. Skrá fyri konsertina: Sí sólin fríð Steingrim Niclasen O, faðir góði Mikkjal á Ryggi Eg skar mítt navn Jóannes Patursson Nú tann stundin koma má Hans A. Djurhuus Í Sundalagnum ein sólskins- dag Rikard Long Summarmáli Georg L. Samuelsen Einki er sum summarkvøld við strendur Heystkvøld Jeffrei Henriksen Lítlan Tummas N. Djurhuus Heyst Tummas N. Djurhuus Studentaskúlakantatan Karsten Hoydal Steðgur Berghild Poulsen, solo Tíðin rennur Fríðrikur Petersen Dagurin aftnar Hans Michael Jacobsen Kvinnukór Nú sprettur á fold Andreas Andreasen Nú suðar stilt Mikkjal á Ryggi Góða mamma, kom Marius Johannesen Hon stóð har við rokkin og spann Hans A. Djurhuus Teir sigla so væl sín fríða knørr Hans A. Djurhuus Í Noreg búðu raskir menn Símin M. Zachariassan Føroya Symfoniorkestur Højgaard-svitan Havnarkórið og Kirkjukórið á Toftum Tórshavn Poul F. Joensen Tá ið teir sóu landið Hans A. Djurhuus Fedranna tala Heðin Brú Felagskórið og orkestrið Eg oyggjar veit Fríðrikur Petersen Í dag, 9. oktober SINNISDAGUR Tíðindaskriv Í samband við at alheims heilsustovnur ST (WHO) hevur kosið 10 Oktober til altjóða sálarheilsudag, set- ur Sinnisbati fokus á støðu teirra sálarsjúku við at skipa fyri tiltøkum henda dagin, undir heitinum: Gevið sinninum gætur! Endamálið er: at skapa meiri tolsemi og betri fatan av teimun sinn- islíðandi og teirra kæru at fáa føroyingar at stuðla arbeiði fyri tey sinnislíð- andi at skapa teim betri bú- staðar-, ítrivs- og verka- møguleikar at fyribyrgja sálarsjúkum og betri møguleikum at gerast frísk aftur Alheims heilsustovnur Sameindu Tjóða sendir hvørt ár út eitt uppskot um hvørji evni, íð tey einstøku Sinnisbata-feløgini kring heimin eiga at taka fram á hvørjum ári. Ì 2004 er evn- ið: eitt sunt sinni í sunnum kroppi Vit í sinnisbata hava valt at leggja dent á hettar evnið og á støðu teirra sálarsjúku í Føroyum, sum heild. Øll kunnu verða rakt av sálar- veikleikum og sálarsjúku, summi tíðliga og onnur seinni í lívinum. Tí eiga vit øll, bægi ung og fólk í bestu árum, at hava hugtakið eitt sunt sinni í sunnum kroppi frammalaga í huga hvønn dag. Í samband við alheims sálarheilsudagin 9. Oktob- er verður Sinnisbati á Vagl- inum kl. 12:30. Vit tosa um framtíð og politiskar visi- ónir í psykiatriini. – Sinnisbati hevur áhuga fyri tiltakinum hjá kunn- ingarstovuni, KOM og GAKK. Í samband við evnið: eitt sunt sinni í sunn- um kroppi verður heitt á fólk um at taka lut í gongu- túrunum, tí tað stimbrar kropp og sál, sigur Soffi Egholm, forkvinna fyri Sinnisbata. Sinnisdagur í Føroyum Heiðurskonsert H. J. Højgaards C M Y K 3 2