Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017 SOSIALURIN 49 6 HJÚNABANDSLÓGIN Bispur: Kirkjan ger sum hon vil, antin uppskotið um at broyta hjúnabandslógina verður samtykt ella ikki, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur ÁKI BERTHOLDSEN – Hetta er kanska eitt gott høvi til at fáa eina greiðari støðu í kirkjuni og til at rudda upp í teimum ritu- alum, vit hava. Tað sigur Jógvan Fríðriksson biskupur, nú Løgtingið viðger eitt upp­skot um at broyta hjúnabands­ lógina. Beint fyri páskir hevði Løgtingið eitt maraton orðaskifti um málið. Tilsamans vardi orðaskiftið í yvir átta tímar, men ein stóran part av tíðini brúktu løgtingslimir upp á at kjakast um, hvørja støðu, Fólka- kirkjan í roynd og veru hevur til málið. Biskupur, prestafelagið og felagið fyri Kirkjuráðslimir, høvdu sent landsstýrinum skrivligar við­merkingar til málið. Men tær viðmerkingarnar vóru so tvítýddar, at løgtingslimir fingust ikki til at semjast um, hvat tað í roynd og veru var, kirkjuligu myndugleikin yvirhøvur meinti. Í viðmerkingunum frá kirkju­ liga myndugleikanum verður sagt, tað er prinsipielt skeivt at blanda borgarligt lógarsmíð og kirkjuligt lógarsmíð saman, og at fólkakirkjan verður drigin upp í politiskar avgerðir, ið ikki viðvíkja kirkjuligum viðurskiftum. Tey siga eisini, at broytingar í innaru viðurskiftunum hjá fólkakirkjuni, skulu fara fram eftir ynski fólkakirkjunnar og av prinsipiellum orsøkum kunnu tey ikki viðmæla fyriliggjandi broytingaruppskoti. Løgtingslimir brúktu nógva tíð upp á at kjakast um, hvussu hesar viðmerkingarnar skulu skiljast. Ein tann størsti spurningurin var, hvat meint verður við, tá ið sagt verður, at tey kunnu ikki viðmæla fyriliggjandi broytingaruppskoti av prinsipiellum orsøkum. Tey løgtingsfólk, sum eru fyri at broyta hjúnabandslógina, skilja tað soleiðis, at kirkjan hevur í roynd og veru onga støðu til málið. Tey tvíhalda um, at kirkjan viðmælir ikki broytingunum, men hon frá­ mælir teimum heldur ikki. Hinvegin taka tey løgtingsfólk, sum eru ímóti at broyta hjúna­ bands­lógina, hetta sum um at kirkjan mælir frá, at hjúnabands­ lógin verður broytt, uttan at kirkj­ an sjálv biður um tað. Kirkjan vil vera óheft Stutt eftir viðgerðina í Løgting­ in­um bóðu vit tessvegna Jógvan Fríðrikson útgreina, hvørja støðu, kirkjan í roynd og veru hevur Hann staðfestir alt fyri eitt, at kirkjan vil vera óheft. – Tað stendur til Løgtingið finna útav, hvat tað ger, tí tað til­ kemur ikki mær mær at siga, hvat løgtingið skal gera, og ikki gera, sigur hann. Men hann heldur, at hevði Løg­ tingið beinanvegin tikið stig til at gera eina nýggja hjúnabandslóg, og hevði kirkjan verið ein nátúrligur partur av tí lógarsmíðinum, saman við øllum øðrum avvarðandi pør- tum, høvdu vit gjørt eina lóg í felag, sum vit øll høvdu góðtikið. –Tað høvdu vit fegin vilja og tað boðaðu vit eisini frá fyri tveim­um árum síðani, og so høvdu vit verið komin á mál nú við eini hjúna­ bandslóg fyri tær modernaðu Før­ oyar, sigur Jógvan Fríðrikson – Men tað hevði politiska valdið ikki stundir at bíða eftir, men nú standa vit framvegis her, framvegis uttan at vera komin úr stað, leggur hann afturat. – Nú er málið skotið ígongd og kirkjan má so renna aftan á. Summi SOSIALURIN 49 FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017 Eftir hjúnabandslógini kunnu hjún, sum eru borgarliga vígd, fáa hjúnalagið vælsignað í eini kirkju. Tað er tað, sum stendur í tí nógv umrødda stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini. Men nú tað er samtykt, at samkynd skulu kunna giftast í Føroyum, er tað ein treyt, at tað er eitt mál, kirkjan ikki skal blandast upp í. Sostatt hevur løgtingið samtykt, at lógin um at samkynd kunnu giftast, kann ikki setast í gildi fyrrenn hjúnabandslógin er broytt, soleiðis at samkynd hjún ikki kunnu fáa hjúnabandið samtykt í kirkjuni. Tí er uppskot nú lagt fyri Løg­ tingið um at broyta hesa lógar­ greinina, soleiðis, at hjún, sum eru borgarliga vígd, kunnu lata sóknarprest signa hjúnalagið, um so er at kirkjan hevur eitt løg­gilt ritual til tað. Í hesum sambandi er víst á, at sum er hevur kirkjan eitt ritual í sambandi við at vælsigna hjún ímillum mann og kvinnu, men hon hevur onki ritual í sambandi við at vælsigna eini samkynd hjún. Og sostatt kunnu samkynd hjún ikki vælsignast í kirkjuni, fyrr­enn kirkjan sjálv tekur av­gerð um tað, og eitt ritual verður gjørt til endamálið. Løgtingið er ikki liðugt at viðgera uppskotið enn, men enda­málið er at fáa tað avgreitt, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí, og eftir ætlan er tað 11. mai. Í hinari greinini hava vit spurt Jógvan Fríðikson, biskup, hvørja støðu, kirkjan hevur til hesi viðurskifti. Kirkjan má fyrst fáa eitt ritual HETTA ER EITT HØVI TIL AT GERA STØÐUNA UPP