hósdagur 27. apríl 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
7
siga, at kirkjan er fyri, onnur at
hon er ímóti. Men kirkjan vil vera
óheft og vil ótarnað sleppa at taka
sær av menniskjum uttan nakað
sum helst fyrivarni, leggur hann
afturat.
Broytir ikki støðuna
Jógvan Fríðrikson heldur, at
tað, sum nú fer fram, tænir ikki
kirkjuni, tí tað ger tað ómøguligt
at stjørna kirkjuni á tí grundarlagi,
at øll skulu viðfarast virðiliga og
viðfarast væl.
– Biskupur er púra sannførdur
um, at kirkjan skal ikki gera
løgfrøðiligan mismun á fólki.
Og kirkjan skal heldur ikki gera
mismun á fólki við grundarlag í
borgarligari løgfrøði.
Annars staðfestir hann, at
samanumtikið ger hetta uppskotið
ongan mun fyri kirkjuna, skilt á
tann hátt, at verður broytingin
í hjúnabandslógini samtykt, ger
kirkjan sum hon vil og verður tað
ikki samtykt, ger kirkjan eisini
sum hon vil.
Skulu vit endiliga fara at tosa
um antin kirkjan stendur fyri falli
ella ikki, vil eg siga, at hetta fellur
ikki kirkjuna, tí hon fellur bara,
verður hon feld innanífrá.
Jógvan Fríðrikson sigur, at
verður broytingin hjúnabands
lógini samtykt, hevur kirkjan
heimild at gera eitt ritual til at
signa samkynd hjúnalag.
– Men tað hava vit eisini hóast
tað ikki verður samtykt, leggur
hann afturat.
Og hann hevur áður staðfest,
at kirkjan fær onki ritual um at
signa samkynd, so leingi hann er
biskupur.
Men hann vísir hinvegin á, at
kirkjan hevur heldur onki før
oyskt ritual til at signa hjúnaband
ímillum mann og kvinnu.
Skal kirkjan signa eitt hjúna
band ímillum mann og kvinnu, er
tað við tí danska ritualinum, sigur
hann.
– Hetta er kanska eitt høvi til
at gera støðuna upp og at rudda
upp í ritualunum, og tað eiga vit
kanska, sigur hann.
Skal kirkjan signa
yvirhøvur?
Jógvan Fríðrikson sigur, at í hes
um sambandi er spurningurin um
kirkjan skal signa nøkur hjúna
bond yvirhøvur.
Vit kunnu eisini taka ta støðu,
at tey, sum giftast í kirkju fáa
alt, sum hoyrir til eina kirkjuliga
vígslu, eisini signingina, og at tey,
sum verða gift borgarliga fáa ta
borgarligu vígsluna, har signingin
ikki er ein partur av vígsluni.
– Verður hjúnabandslógin
broytt, og kirkjan bara skal signa
hinskynd, og ikki samkynd, er
tað at gera mismun á fólki og so
spurningurin er um kirkjan skal
signa nakran, sigur Jógvan Fríð
riksson.
– Ert tú giftur í kirkju, ert tú
signaður, ert tú giftur borgarligur
ert tú ikki signaður.
Jógvan Fríðrikson sigur, at
samtykkir Løgtingið uppskotið
um at broyta hjúnabandslógina,
fara viðurskiftini at verða endur
skoðað. Og han sigur, at í hesum
sambandi hevur hann umrøtt
spurningin um tað ikki er greiðast
at øll signing heldur uppat, tí so er
onki mál, sigur hann.
– Tað einasta, sum hendir,
verður lógin samtykt, er at støða
eigur at verða tikin til, hvat kirkj
an skal gera við signingina, og um
kirkjan kann, ella vil, gera mun á
fólki, leggur hann afturat.
AKI@SOSIALURIN.FO
Hetta er ikki
at spæla við
ÁKI BERTHOLDSEN
– Hetta er beint ímóti tí, sum
vit hava tilmælt!
Brynjulf Melhuus, djóra
lækni á matvørudeildini á
Heilsufrøðiligu Starvsstovuni,
heldur, at ráðini, Búnaðarstov
an borðreiðir við í Sosialinum
mikudagin, eru av teimum
vánaligastu, ið hugsast kun-nu.
Hesi seinastu fimm árini
hevur Búnaðarstovan gjørt
royndir fyri at vita, hvussu
farast skal fram fyri at fáa
skerpikjøt at smakka væl.
Og sum tað stendur í Sosial
inum mikudagin, er úrslitið, at
skerpikjøt, sum hevur hingið
inni í 14 hitastigum í ein dag,
áðrenn tað verður hongt í
hjallin, smakkar best.
Kjøt, sum hekk inni í hita
í tveir dagar, áðrenn tað var
hongt í hjallin, smakkaði næst
best og kjøt, sum hevði hingið
heitt í fýra dagar, áðrenn tað
varð hongt upp, fekk triðbesta
skoðsmálið frá dómarunum.
Tað er eitt lið av vanligum
fólki, ið hava mett um smakkin
og tey góvu kjøtinum, sum varð
hongt í kølirúm í nakrar dagar,
áðrenn tað varð hongt upp,
tað vánaligasta skoðsmálið
av øllum, og næstvánaligasta
skoðsmálið fekk tað kjøtið,
sum varð hongt beint í hjallin
eftir at tað var flett.
Men Brynjulf Melhuus
sigur, at hetta er ikki at spæla
við og hann mælir staðiliga frá
at gera sum Búnaðarstovan
sigur.
– Úrslitið av royndunum á
Búnaðarstovuni er beint tvørt
ur ímóti teimum heilsufakligu
tilmælunum frá okkum, sigur
hann.
Hann sigur, at krov skulu
undir ongum umstøðum
hongjast heitt, áðrenn tey
verða hongd í hjallin. Og hann
minnir eisini á, at tað er Heilsu
frøðiliga Starvsstovan, sum er
heilsufakligur myndugleiki á
økinum.
– Hjá okkum er einki ivamál
um, at tá ið seyður verður flett
ur, skal stórur dentur leggjast
á reinførið. Og vit leggja eisini
stóran dent á, at tá ið seyðurin
er flettur, skal krovið hongjast
í hjallin alt fyri eitt so at tað
kólnar.
– Tað skal vera góður gjóst
ur í hjallinum og krovini skulu
ikki hongjast so tætt, at luftin
ikki sleppur at, sigur Brynjulf
Melhuus.
Nógv størri vandi
Djóralæknin sigur, at vandin
fyri at fólk verða sjúk av at
eta turt kjøt, er munandi størri,
verður krovið hongt heitt, áðr
enn tað verður hongt í hjallin.
Tað eru bakteriur, ið nør
ast skjótt í hita, eitt nú vanda
miklar bakteriur sum salmo
nella og aðrar bakteriur, fyri
ikki at gloyma tann sera vanda
mikla bakteria, sum elvir til
botulismu, ið kann vera ein
deyðilig sjúka.
Hann vísir á, at tað hava
verið tilburðir í Føroyum av
botulismu sum fólk hava fingið
av skerpikjøti og hann heldur,
at tað er væl trúligt, at orsøkin
er, at kjøtið er ikki hagreitt
eftir forskriftunum.
– Okkara tilmæli er einfalt
og treytaleyst, og tað er at
hava reinførið í hásætið, tá
ið flett verður, og at hongja
krovið í hjallin beinanvegin.
Og samstundis skal syrgjast
fyri, at tað ikki er so trongt í
hjallinum, at tað ikki er góður
gjóstur ímillum krovini, tí
eisini luft tálmar botulismu,
staðfestir Brynjulf Melhuus.
– So skal kjøtið nokk ræstn
að væl og so skal skerpikjøtið
nokk smakka væl, leggur hann
afturat.
Fólk skulu undir ongum
umstøðum gera við skerpikjøt,
soleiðis sum Búnaðarstovan
sigur er best, sigur djóralækni
Samtykkir Løgtingið at
broyta hjúnabandslógina,
fer tað ikki at gera nakran
mun fyri kirkjuna, tí so
ger hon, sum hon vil. Men
verður hjúnabandslógin ikki
samtykt, ger kirkjan eisini
sum hon vil, sigur Jógvan
Fríðrikson, biskupur