hósdagur 27. apríl 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
8
SAMRØÐA
Flóttafólk í Íslandi:
Zahra Mesbah, systur hennara og mamma teirra livdu í vónloysi í Iran, tá tær høvdu
mist bæði pápa og allar tríggjar brøðurnar. Sum bert 18 ára gomul setur hon seg í
samband við UNHCR og bønar um hjálp og friðskjól til sín og familju sína. Bønin
varð svarað, og familjan flutti til Íslands í 2012 har ein nýggj verð bíðaði teimum
ANNIKA KUNOY IM
Z
ahra Mesbah var bert trý
ára gomul, tá hon saman
við mammu síni, systur
síni og trimum brøðrum
sínum flýggjaði úr Afganistan til
Iran, áðrenn Taliban kom til valdið
í Afganistan.
Pápi Zahru var politikari, og
varð dripin árið fyri tey fluttu –
tí hildu vinfólk pápa hennara, at
tað ikki var trygt fyri elsta beiggja
Zahru at vera verandi í Afgan
istan, og familjan varð flutt við
hernaðarflogfari til Iran at búgva.
Tað var alt annað enn lætt
hjá familjuni at fóta sær í Iran.
Mamma Zahru var einsamøll við
fimm børnum, men stutt eftir at
tey komu til Iran, varð mittasti
beiggi Zahru eitraður og doyði.
– Tað var torført at liva í Iran
sum tilflytari úr Afganistan. Lívið
var hart við nógvum trupulleikum.
Serliga torført var tað fyri mammu
mína at taka sær av mær og systkin
mínum, tí hon fekk ikki loyvi til at
arbeiða har, sigur Zahra Mesbah.
Lívið hart í Iran
Lívið í Iran gjørdist ikki lættari, sum
árini liðu, og seinni misti familjan
eisini hinar báðar beiggjarnar.
Yngsti beiggi Zahru gjørdist sjúkur
og doyði, og fyri fimm árum síðani
doyði elsti beiggi hennara eisini
eftir ein fótbóltsdyst. Zahra veit
ikki hvat elvdi til deyða hansara.
Zahra greiðir frá, at nú tá tær
bert vóru kvinnur í familjuni var
ógjørligt hjá teimum at fóta sær í
Iran.
– Í einum landi sum Iran er
ómøguligt at vera til uttan ein
mann í familjuni. Kvinnur hava
ikki javnrætt og sleppa ikki at
gera vanlig ting, so sum at ganga
úti einsamallar, tosa alment, ganga
í hægri skúla ella arbeiða. Tað eru
ongir møguleikar. Tað er serliga
torført sum tilflytari úr Afgani-
stan – eisini fyri menninar, men
serliga kvinnurnar, sigur Zahra
Mesbah.
Tað vóru veruliga ongir møgu
leikar fyri at betra um lívsgóðsku
teirra, og mamma hennara var í
døpurhuga og tunglynt, eftir at
hava mist bæði mann sín og allar
tríggjar synir sínar.
Søkir friðskjól
Zahra hevði hoyrt um UNHCR,
og setti eg sum bert 18 ára gamla í
samband við skrivstovuna, tí hon
ongan annan útveg sá.
– Tað er líkamikið hvussu ungur
ein er. Tá tað stendur so illa til, so
ger ein tað, sum skal til at bjarga
sær og finna hjálp. Eg skrivaði
eitt bræv til UNHCR og bleiv við
at ringja til teirra. Tá tey svaraðu,
fekk eg ikki orðið upp, og skar úti
at gráta. Eg greiddi síðani frá, at
eg var í eini ræðuligari støðu og
bønaði tey um hjálp, sigur Zahra
Mesbah.
– Tey bóðu meg koma til sam
røðu, og dagin fyri eg skuldu
fara greiddi eg mammu míni frá
ætlanunum eg hevði at søkja
um friðskjól í einum triðja landi.
Onkursvegna fekk eg yvirtala
hana, hóast tað var torført, tí hon
vildi ikki flyta frá tí hon kendi í
Iran. Vit vistu ikki tá, hvat land vit
fóru at fáa friðskjól í, sigur Zahra
Mesbah.
Hjálpir fóttafólki í Íslandi
Viðgerðin av umsóknini tók eitt
ár, og í oktober mánaði í 2012,
tá Zahra var 19 ára gomul, stóð
tað familjuni í boði at flyta til
Íslands. Hon hevði fingið nakað
av kunning um Ísland í gjøgnum
tær samrøðunar, sum hon hevði
havt við mynduleikarnar har, men
hon greiðir frá, at hon lítið og onki
mintist av teimum samrøðunum,
tí hon var strongd av støðuni hon
og familja hennara vóru í. Hon
hugsaði bert um, at hon vildi betra
um umstøðurnar og sleppa burtur
úr ræðuligu støðuni.
Tær fóru síðani úr Iran, og ferð
aðust um Týsklands. Í Frankfurt
var ein maður sum hjálpti teimum.
Zahra greiðir frá, at hesin maðurin
fór at flenna, tá hann hoyrdi, at
tær vóru ávegis til Íslands, og
greiddi teimum frá, at Ísland er
onki verandi stað, tí har er myrkt,
kalt og ósiliviserað. Hon kom tí til
Íslands við eini ímynd av eskimo
fólki og kavasmáttum í huga.
– Fyrstu vikuna fóru vit ikki út,
og eg lá í songini og græt mesta av
tíðini, tí eg trúði, at eg hevði gjørt
eitt stórt mistak, og at lívið nú fór
at verða torførari enn tað var fyrr.
Eg visti onki um Ísland tá og til bar
at billa mær hvat sum helst inn. Tí
vil eg fegin hjálpa til, við at veita
kunning til tilflytarar og á tiltøkum
sum hesum sum Amnesty skipar
fyri í Føroyum. Eg vil ikki, at nakar
skal hava ta somu kensluna, sum
eg hevði, men heldur at tey skulu
síggja møguleikarnar skjótast
til ber, eftir at tey eru komin til
landið. Eg føli, at av tí at eg havi
royndirnar, so skilji eg støðuna
tey eru í og fái greitt frá hvussu
tað veruliga er, sigur hon.
Umframt at hjálpa til við upp
lýsing arbeiðir Zahra eisini sum
tulkur fyri Reyða Kross og gongur
á fróðskaparasetrinum í Reykjavík.
Lítið av rasismu í Íslandi
Síðani hon kom til Íslands fyri fýra
árum síðani, hevur Zahra bert havt
eina keðiliga rasistiska up-pliving.
Hon sigur, at íslendingar yvirhøvur
hava positivan hugburð mótvegis
flóttafólki, og tá keðiligar støður
henda, er tað aloftast grundað á
manglandi kunning, tí fólk ikki vita
nóg nógv um umstøðurnar.
Tó, so var tað ein stór avbjóðing
fyri tær tríggjar at flýggja úr Iran
til Íslands. Hetta serliga tí so stó-
rur munur er á londunum og ment
anunum báðum.
– Onki í Íslands er sum í Iran,
og tí var tað ein nýggjur heimur
vit skuldu venja okkum við. Fólk
eru annarleiðis og maturin við.
Hjálpin vit fingu frá Reyða Krossi
var góð og stuðulsfamiljan vit vóru
knýtt at hjálpti okkum at skilja
mentanina og nýggja samfelagið,
sigur hon.
Vilja »heimaftur« at hjálpa
Mamma Zahru er eisini follin
til í Íslandi nú, greiðir Zahra frá.
Tað tók tó væl av tíð hjá henni at
venja seg við nýggju umstøðurnar
burtur frá familju og kenningum
í Iran, og at læra at lesa og skriva
íslendskt.
– Ynski hjá mammu er, at eg lesi
til lækna, soleiðis at vit kunnu fara
aftur til Afganistan at hjálpa, har
tað trongir til. Vit hava ikki góð
minnir úr heimlandinum, men
eitt brennandi ynski um at vitja og
veita ta hjálp vit megna, sigur hon.
-Tó, so ynski eg ikki at flyta úr
Íslandi, tí hetta er heim mítt nú,
sigur hon til endans.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
ZAHRA
BØNAÐI
UM HJÁLP
SOSIALURIN 49
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017