hósdagur 27. apríl 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
9
Føroyar kundu eisini hjálpt
ANNIKA KUNOY IM
Linda Rós Alfreðsdóttir, fultrúi í
íslendska vælferðarmálaráðnum,
hevur drúgvar royndir at arbeiða
við kvotaflóttafólki í Íslandi. Hon
greiðir frá, at høvuðsendamálið
við at taka í móti flóttafólki er at
verja og bjarga lívum, og at veita
flóttafólki møguleika til, at fáa eitt
virðiligt lív.
Vit geva og fáa
Hon heldur, at í og við at Ísland
tekur í móti flóttafólki og veitir ta
hjálpina, so fær samfelagið eisini
eitt stórt tilfeingi.
– Vit hava flóttafólk sum eru
framúrskarandi borgarar, og sum
eisini ríka samfelagið við at økja
um ymiskleikan. Tað sum er mest
umráðandi er, at vit geva ikki
bara, men vit fáa eisini, tá fólk
koma til Íslands, sigur Linds Rós
Alfreðsdóttir.
– Tað eru ikki øll flóttafólkini,
sum velja at vera verandi í Íslandi,
men endamálið er, at fáa til vegar
hjálp tá á stendur, og um tey velja
at verða verandi í Íslandi, so er tað
frálíkt, sigur Linds Rós Al-freðs
dóttir.
Kvotaflóttafólkaskipanin
Ísland brúkar skipan til kvota
flóttafólk, og tað merkir at landið
hevur bundið seg til at taka í
móti einum ávísum tali av serliga
útsettum flóttafólki árliga. Ísland
hevur tikið í móti flóttafólki síðani
1956. Frá 1956 til 2016 eru 597 flótta
fólk komin til Íslands.
Linda Rós Alfreðsdóttir greiðir
frá, at tá tikið verður í móti fólki,
sum hava tørv á hjálp, so verður
spurt inn til hvørjir størstu tørv
irnir hjá teimum eru, og kannað
verður um Ísland fær møtt teim
um tøvunum. Síðani verða tey
kunnaði um Ísland, og tey tosa
við umboðsfólk áðrenn tey taka
avgerð um, hvørt tey ynskja at
flyta til landið.
Linda Rós Alfreðsdóttir greiðir
frá, at fólk aloftast vilja vita um
tey fáa familjusamanføring, nær
tey sleppa at ferðast og hvussu
umstøðurnar eru í Íslandi fyri
børn teirra.
– Tá flóttafólk eru komin til
landið fáa tey bústað og innbúgv.
Lokalsamfelagið hjálpir væl til,
og hvør flóttafólkafamilja verður
knýtt at eini íslendskari familju,
sum hjálpir nýkomarunum at fóta
sær. Frá familjuni fáa tey góð ráð
og stuðul í gerandisdegnum, sigur
hon.
Um vit kunnu, so kunnu hini
eisini
– Eg haldi, at Ísland skal halda
á við at taka í móti flóttafólki,
tí tað megna vit væl. Hóast tað
ikki er mín avgerð, so haldi eg
at vit megna væl at taka í móti
50 fólki afturat um árið, sigur
hon.
– Eisini er upplagt, at Ísland
lutar av royndum sínum, tí um
Ísland hevur møguleika at taka í
móti flóttafólki, so kunnu onnur
lond eisini, sigur hon.
– Tað er ein frálíkur møguleiki
at luta royndir okkara í Føroyum
nú. Føroyar kundu eisini tikið í
móti flóttafólki, tí hetta er ein
spurningur um at vísa ábyrgd,
sigur hon, tá hon verður spurd
um, hvat Føroyar við sínum fáu
50.000 íbúgvum veruliga fær gjørt
í flóttafólkakreppuni.
Hon leggur afturat, at um Før
oyar stóðu í tí støðuni, at takast
skuldi í móti flóttafólki, so verður
mælt til at hyggja inn eftir, og vita
hvat føroyska samfelagið hevur at
bjóða. Bæði styrkin og veikleikin
skulu passa til einstaka flóttafólki,
sum flytur til landið.
– Í Íslandi hava vit fokuserað
nógv á kvinnur í vanda, tí í Íslandi
er javnstøða millum kynini, og
samfelagið er soleiðis skipað
at einligar mammur hava góð
arbeiðskor. Tí er hetta økið í fokus,
sigur Linda Rós Alfreðsdóttir.
– Eisini hevur Ísland sett
fokus á samkynd flóttafólk, tí
tey flóttafólkini eru ofta hótt at
lívinum í einum ótryggum landi,
sum tey ikki hava møguleika at
flyta úr, leggur hon afturat.
Hon heldur, at tað er umráðandi,
at vit hyggja at hvar vit fáa gjørt
størsta munin og hyggja at hvør-
jar styrkir samfelagið hevur.
Eisini er umráðandi at veita sær
kunning, og tosa við onnur úr
hinum norðanlondunum, sum
hava royndir innan økið. Tað er
líkamikið hvussu stórt samfelagið
er, tí vit møta øll líknandi
avbjóðingum, sigur hon til endans.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Hóast tað krevur nógv, so er vinningurin eisini stórur, og samfelagið fær eitt stórt
tilfeingi, tá valt verður at bjóða flóttafólki friðskjól. Føroyar kundu eisini tikið ábyrgd
og hjálpt flóttafólki, men umráðandi er at finna styrkina sum samfelagið hevur at
bjóða, heldur Linda Rós Alfreðsdóttir, fultrúi í íslendska vælferðarmálaráðnum