hósdagur 27. apríl 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
10
TEMA
Vandamikil heilivágur
BARBARA HOLM
J
enny Eliasen
doyði 23. okt
ober
2014.
Sambært lík
sýninum og politirapp
ortini er orsøkin, at hon fekk
skeivan heilivág. Hetta hendi,
meðan hon var innløgd á Lands
sjúkrahúsinum.
Løgreglan fór upp í málið, men orsøk var
ikki funnin til at seta ákærur fram móti nøkr
um. Tað, at løgreglan lukkar sakina er tó ikki nakað
tekin um, hvussu Jenny Eliasen fekk heilivágin í seg.
Familjan heldur, at onkur hevur givið henni tað av
misgávum. Starvsfólk á Landssjúkrahúsinum halda
hinvegin, at Jenny Eliasen skal hava tikið tað sjálv.
Ein møguligur veruleiki, sum í øllum førum ber boð
um, at Jenny skal hava verið óvanliga væl fyri tann
dagin, tí tablettirnar lógu nakað burtur frá staðnum,
har Jenny var, og hon hevði sera ringan rygg og ringa
heilsu í heila tikið. Ein ringan dag megnaði hon eitt nú
ikki at fáa sær bomm úr bommpakkanum.
Løgreglan hevur ikki tikið støðu til, hvussu
heilivágurin kom í munnin á Jenny. Tað einasta, sum
løgreglan hevur tikið støðu til er, at einki lógarbrot
er farið fram. Sambært Johnny í Grótinum er eftir
litsstovnurin “patienterstatningen” komin fram til, at
talan var um eina ólukku og ikki um feilmedisinering
í orðsins rætta týdningi. Tó er tað ein veruleiki, sum
hendir á øllum sjúkrahúsinum, eisini tí føroyska
landssjúkrahúsinum.
Sum skilst tók landslæknin málið upp eftir
deyðsfallið hjá Jenny, og innanhýsis mannagongdir
skuldu soleiðis verða kannaðar.
Hvussu er og ikki, so er neyvan nakar ivi um, at
slíkt ikki verður gjørt við vilja. Óansæð, um Jenny
sjálv hevur tikið skeiva heilivágin av óvart, ella eitt
starvsfólk hevur givið henni tað av óvart, so er tað
tragiskt.
Spurningurin er tó, um okkara sjúkrahúsverk er
nóg væl tryggjað fyri slíkum deyðiligum mistøkum,
tá ið slíkt kann henda.
Skal heilivágurin vera útgivin á ein betri hátt? Eitt
nú undir eftirlitið av starvsfólkunum har?
Eru okkara sjúku nóg væl tryggjað á Lands
sjúkrahúsinum, tá ið slíkt kann koma fyri?
Spurningar vit viðgera í dagsins tema.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
– Eru føroyskir
sjúklingar nóg tryggir
í sjúkrahúsverkinum?
SKEIVUR
HEILIVÁGUR
KOSTAR LÍV