hósdagur 27. apríl 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
11
– Tað er einki krav at skráseta slíkar hendingar
sigur Henrik L. Hansen, landslækni.
VIT VITA IKKI HVUSSU
OFTA TAÐ HENDIR
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
N
økur eldri tøl finnast
fyri, hvussu ofta
Landslæknin fær klag
ur av slíkum slag. Men
tað er verri enn so eftirfarandi,
sambært landslæknanum, tí til
burðir av slíkum slag verða ikki
skrásettir nakrastaðni, og tí er
vónleyst at vita, júst hvussu ofta
slíkt kemur fyri í føroyska sjúkra
húsverkinum.
– Tað einasta eg fái á mítt borð
av slíkum hendingum er, tá ið fólk
klaga ella fráboða okkum hending
ar, sigur Henrik L. Hansen, lands
lækni.
Sostatt eru eingin tøl fyri,
hvussu ofta slík mistøk verða
framd.
Henrik L. Hansen kann einki
siga um sakina um Jenny Eliasen,
tí hann er bundin at tagnarskyldu.
Yvirskipað kann hann tó siga, at
tá ið fráboðanir koma fyri lands
læknan, so skal stovnurin kanna,
um nakað átaluvert er farið fram.
– Sjúkrasystrar, læknar og
onnur á sjúkrahúsum hava ser
liga ábyrgd orsaka av teirra auto
risatión á staðnum. Tí kanna vit
altíð, um nakar hevur gjørt nakað
tyngjandi, sigur Henrik L. Hansen,
landslækni.
Nýggj skipan skal
gera tað betur
Í nýskipanini av sjúkrahúsverk
inum er hesin trupulleiki tikin
til eftirtektar. Hetta tí, at um alt
gongur sum samgongan ætlar,
so verður ein nýggj skráseting
arskipan sett í verk 1. januar 2018,
har “ótilætlaðar hendingar” skulu
skrásetast. Ein skipan, sum lands
læknin skal varða av.
– Uttanlands vísa kanningar,
at ein slík skipan gevur møgu
leika fyri at minka um talið av
mistøkum, so hetta er uttan iva
eitt stórt framstig fyri sjúkrahús
verkið, sigur Henrik L. Hansen,
landslækni.
Skipanin skal í høvuðsheitinum
bera tvey ting við sær. Tað eina er,
at starvsfólk skulu skráseta ótil
ætlaðar hendingar, so at eitt greitt
yvirlit fæst yvir støðuna. Hitt er,
at hesi hagtøl síðani skulu brúkast
til at málrætta betringar í sjúkra
húsverkinum so, at færri mistøk
henda.
Johnny í Grótinum:
– At fólk fáa skeivan heilivág kemur fyri á Landssjúkrahúsinum eins og tað fyrikemur á øðrum
sjúkrahúsum. Men seinastu árini hava vit gjørt nógv fyri at betra um tryggleikan, sigur Johnny í Grótinum
Feilmedisinering kemur fyri
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
F
akfólk frá Apoteksverk
inum hava seinastu árini
havt ein virknan leiklut í,
hvussu Landssjúkrahúsið
goymir og tryggjar heilivágin. Tey
hava verið á deildunum og gjørt
mannagongdir fyri, hvussu heili
vágur skal handfarast umframt, at
tey hava strammað upp á økinum.
– Tað er altíð umráðandi at
hava greiðar reglur fyri, hvussu
man handfer heilivág. Og tað
er tað serstakliga hjá okkum, tá
vit hava fleiri sjúklingar á einari
stovu, sigur Johnny í Grótinum.
Tískil hevur stovnurin eitt nú
heilivágsrúm, sum bert læknar
og sjúkrarøktarfrøðingar hava
atgongd til, og tað eru læknarnir,
sum ordinera heilivágin.
– Tað er púra vanligt, at sjúkl
ingar sjálvmedisinera við heilivági,
sum tey hava við heimanífrá. Tí er
tað umráðandi, at vit hava greiðar
mannagongdir fyri, hvussu slíkt
verður handfarið, sigur Johnny í
Grótinum og vísir á, at í 2021 verð
ur trupulleikin munandi minni,
enn hann er í dag.
– Í nýggja bygninginum fáa
vit einstaklingastovur, har bert
ein sjúklingur liggur. Tá verður
møguleikin fyri at taka heilivág
hjá grannasjúklinginum munandi
minni, greiðir Johnny í Grótinum
frá.
Viðkomandi at
eftirhyggja økið
Evnið, sum Vikuskiftis Sosialurin
viðger í dag, er sambært sjúkra
hússtjóranum sera viðkomandi,
tí feilmedisinering er ein verulig
avbjóðing hjá sjúkrahúsum í heila
tikið, hóast eingi hagtøl eru fyri,
hvussu ofta tað hendir í Føroyum.
– Ein týðandi liður í okkara opti
mering av heilivágsumsitingini á
Landssjúkrahúsinum er, at vit eru
meira tilvitað um, at ansa serliga
væl eftir, tá ið sterkur heilivágur
verður givin. Tí tað er so, at sterkur
heilivágur verður givin undir
eftirlitið av starvsfólkum, sigur
Johnny í Grótinum.
– Sjálvmedisinering er tó ein
natúrligur partur av viðgerðini av
sjúklingum, har starvsfólk okkara
vegleiða sjúklingunum í at taka
sín egna heilivág, meðan tey eru
innløgd, sigur Johnny í Grótinum
og leggur aftrat.
– Vit gera nógv burturúr at
eftirkanna tann heilivág, sum
sjúklingar hava við sær á Lands
sjúkrahúsið. Eitt nú, um onkur
serstøk kombinatión av heilivági
kann vera vandamikil. Vit hava
eisini eina KT-skipan, sum vit deila
við kommunulækarnar, so at vit
altíð kunnu vera vitandi um tann
heilivág, sum sjúklingar hava fing
ið, áðrenn teir koma til okkara, sig
ur Johnny í Grótinum.
Landslæknin: