hósdagur 27. apríl 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
12
TEMA Vandamikil heilivágur
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
23
oktober
2014.
Ein dagur, sum
stendur rimmar
fast í minnunum
hjá Kristiani í Stórustovu og fam
ilju hansara. Hetta var dagurin, tá
ið hann og beiggjar hansara mistu
mammu sína, 75 ára gomlu Jenny
Eliasen.
Hóast ein slíkur dagur altíð set
ur seg fast í kropp og sinn sum ein
sorgardagur, so var hesin dagurin
øðrvísi enn tað, sum Kristian helt
hann fór at vera.
Tí hóast Jenny hevði ein trupl
an kropp, sum stríddist við fleiri
sjúkur, ið kravdu serstakan stuðul,
so bagdi høvdinum einki. Hon var
glað, spent um at sleppa aftur at
spæla kort við búfólkunum á
Boðanesheiminum – so skjótt
hon fekk pláss og slapp av Lands
sjúkrahúsinum eftir lokna við
gerð. Men tað slapp hon ongantíð.
Orsøkin, sum stendur í deyðs
attest hennara er, at hon er deyð
orsaka av heilivágnum “Venefici
um (Leponex 250 mg)”. Ein sera
sterkur heilivágur, sum sendi
Jenny beint í koma og síðani í
deyðan.
Hví hon tók heilivágin, sum ikki
var til hennara, er ógreitt. Meðan
starvsfólk á Landssjúkrahúsinum
siga, at hon sjálv hevur toygt seg
yvir á grannaborðið eftir tabl
ettunum, so siga tey, sum stóðu
henni nærmast, at tað er at kalla
ómøguligt at hugsa sær. Tí Jenny
hevði álvarsamar trupulleikar í
rygginum, og kundi tí ómøguligt
toyggja seg eftir nøkrum sum
helst, halda tey nærmastu.
Hvussu víkur og vendur, so
er í øllum førum greitt, at skeivi
heilivágurin tók lívið av Jenny
Eliasen, meðan hon lá á stovu í
Landssjúkrahúsinum.
Jenny Eliasen hevði stríðst við
ymiskar sjúkur og trupulleikar í
kroppinum í fleiri ár. Hon hevði
kol í lungunum, hevði sera skadd
an rygg og trupulleikar í livrini.
Men hon búði heima við hús inntil
ein dagin, tá ið ryggurin gav eftir.
Vónin tendraði aftur á
Boðanesheiminum
Ein summardag í 2014 vakna syn
irnir hjá Jenny Eliasen í kjall
araíbúðini í heiminum, sum teir
deildu við mammu sína. Eini
sonurin hoyrir eitt ordans buld
ur, og komin upp á sær hann, at
mamma hansara er dottin á ves
inum. Ryggurin gav undan og hon
endaði fram eftir rommum niðri í
baðikarinum.
Jenny fekk tá vitjan av heima
hjálp fleiri ferðir um dagin, men
um náttina kom eingin. Tá varð
avrátt, at spyrja seg fyri eftir
plássið á Boðanesheiminum, so at
Jenny kundi vera í tryggari hond
um alt døgnið.
Og so bleiv. Kommunan játtaði
Jenny eina umlættingartíð á
heiminum í tríggjar mánaðir, og
Jenny blómaði aftur.
– Hon veruliga treivst har úti.
Hon gjørdist eitt heilt annað fólk,
tí nú var hon aftur púra trygg.
Hon elskaði lívið og sat har úti
og spældi kort við búðfólkunum,
greiðir Kristian í Stórustovu frá.
Men gleðin varð stokkut, tí
stutt eftir fekk Jenny lungabruna
og endaði á Landssjúkrahúsinum.
Hon gjørdist frísk eftir eitt stutt
tíðarskeið og flutt aftur á heimið.
Men aftur hesaferð fekk lungna
brunin fatur á henni, og hon fór
aftur á Landssjúkrahúsið.
– Til síðst gingu hasir tríggir
mánaðirnir av umlætting á Boða
nesheiminum út, og mamma mátti
vera liggjandi á Landssjúkra
húsinum, meðan vit bíðaðu eftir
umlætting, sigur Kristian í Stóru
stovu.
Skeivur heilivágur
Tíðin á Landssjúkrahúsinum
gongur, og meðan Jenny Eliasen
liggur har, fær hon hjálp frá fysio-
og ergoterapeutum, sum hjálpa
henni at koma fyri seg aftur. Og
hon fær hjálp til at kalla alt.
– Mamma kláraði sum oftast
ikki á vesi sjálv, tí hon fekk so
sera illa gingið fyri rygginum.
Hon kláraði heldur ikki at eta sjálv
altíð, ella at lata ein bommposa
upp, men hon var við gott mót,
sigur Kristian í Stórustovu.
Tað gekk framá hjá Jenny,
sum nú gleddi seg at sleppa aftur
á Boðanesheimið til sínar kort
kammeratar.
Mánadagin 20 oktober 2014
skuldi tó alt broytast.
Jenny Eliasen lá á stovu saman
við trimum øðrum kvinnum. Ein
teirra tók heilivágin “Veneficium
(Leponex 250 mg)”, sum er sterkur
heilivágur fyri skitsofreni. Jenny
tók eisini heilivág av ymiskum
slag og fyri ymiskar sjúkur og
pínur í kroppinum.
Hendan dagin fekk Jenny av
ein hvørjari orsøk tó heilivágin
– Vit krevja einki. Vit vilja bara, at
Landssjúkrahúsið tekur ábyrgd fyri tí, sum
kostaði mammu lívið. Hetta gevur mær tað
kenslu, at lívið hjá mammu einki var vert fyri
tey, sigur Kristian í Stórustovu, sonur Jenny
Eliasen, sum doyði orsaka av skeivum heilivág.
Jenny Eliasen doyði av skeivum heilivági:
– EG VIL BARA
LANDSSJÚKRA
TEKUR ÁBYRG