hósdagur 27. apríl 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
13
AT
HÚSIÐ
D
hjá grannakonuni, og fekk 250 mg
av Leponex niðurí seg.
Hon fall í ein djúpan svøvn og
vaknaði ongantíð aftur.
Hvat hendi?
Í politirapportini, sum er gjørd av
hendingini stendur, at líksýnið vís
ir, at tað var hesin heilivágur, sum
tók lívið av Jenny Eliasen.
Spurningurin, sum ósemja er
um sambært politirapportini er,
hvørt Jenny fekk heilivágin frá
sjúkrasystrunum á staðnum, ella
um hon sjálv fekk fatur á heilivág
num hjá grannanum.
Í politirapportini stendur, at
sjúkrasystrarnar og onnur á deild
ini halda, at Jenny man hava toygt
seg eftir heilivágnum, sum lá á
náttborðinum hjá kvinnunum til
vinstru fyri Jenny. Tað er Kristian
og familja hansara tó ikki samd í.
– Mamma fekk jú einki gjørt.
At hugsa sær til, at hon skal hava
toygt seg tvørtur um eitt borð fyri
síðani at røkka tí næsta borðinum
og taka tvær tablettur í hondina, er
púrasta óhugsandi. Tað var fysiskt
ógjørligt hjá mammu at gera tað,
orsaka av rygginum, sigur Kristian
í Stórustovu.
Hesin eymi spurning er tó
ikki ein, sum Kristian og familjan
gjørdu nógv burturúr í byrjanini av
málinum. Tí tey hava ikki saksøkt
Landssjúkrahúsið ella gjørt burt
urúr á annan hátt. Fyri tey snýr
hetta seg um nakað heilt annað.
– Eg veit, at eingin ger slíkt við
vilja. Eingin hevði givið mammu
skeivan heilivág fyri at gera henni
ilt. Tað, sum pínur okkum er, at tað
nú stendur eftir, sum at mamma
var ein gamal ørvitisknokkur,
sum av óvart tók lívið av sær. Og
tað trúgvi eg snøgt sagt ikki upp
á, sigur Kristian í Stórustovu og
heldur fram.
– Tað er heldur ikki tað, sum er
umráðandi. Tí um so var, at hon var
blivin so í ørviti, so eigur Lands
sjúkrahúsið framvegis ábyrgdina
av, at hon ikki fær skeivan heilivág
inn í seg og doyr av tí, sigur Kristian
í Stórustovu.
Vilja verja minnið um Jenny
Kristian og tey eru bittur í dag, og
tað helst ivaleyst av skiljandi or
søkum. Tí lat okkum siga, at tað er
rætt, sum sagt verður av deildini á
Landssjúkrahúsinum. Lat okkum
siga, at Jenny tók skeivan heilivág
av óvart. Er tað tá ikki framvegis
ábyrgdin hjá Landssjúkrahús
inum?
– Eg vil hava eina umbering,
eitt forstáilsi fyri, at tey áttu
ábyrgina av, at mamma doyði. Eg
føli tað sum, at tey skuldu havt
tryggjað, at mamma ikki doyði av
hasum tablettunum. Ístaðin eru
tey køld og avvísandi fyri okkum,
og so kennist tað sum, at lívið hjá
mammu einki er vert fyri tey, sigur
Kristian í Stórustovu, týðiliga rørd
ur av støðuni.
– Eg klári enn ikki at vitja grøv
ina hjá mammu uttan at knekka
fullkomiliga. Tað er so meinings
leyst, at heilivágur drap hana. Tey
kundu havt gjørt okkurt, sigur
Kristian við tárum í eygunum og
minnist aftur á løtuna hann fekk
fráboðan um, at Jenny var farin í
koma.
Hví fingu vit einki at vita?
Komin til Havnar tíðliga seinna
partin týsdagin fer Kristian beina
leið inn at vitja mammu sína. Hon
vaknar tó ikki av vitjanini og tá fær
Kristian boðini.
– Grannakonan segði við meg, at
tey høvdu ikki havt samband við
mammu síðani í gjár, sigur Kristian
í Stórustovu.
Hann fór síðani eftir sjúkra
systrini, og hon eftir læknanum. Tá
verður støðan søgd fyri Kristiani
og teimum.
– Eg minnist tað sum, at eg fekk
at vita, at tey høvdu givið mammu
skeivan heilivág, sigur Kristian í
Stórustovu.
Hann kennir tað sum, at eis
ini her átti Landssjúkrahúsið at
handlað øðrvísi. Tí hví visti fam
iljan einki fyrr enn hann kom á
staðið?
– Vit kenna okkum sera illa við
farin, tað má eg siga, sigur Krisian
í Stórustovu.
Jenny Elisasen var ein av
teimum sjúklingunum, sum
ikki kundi fara av Lands
sjúkrahúsinum, tí hon var ov
illa fyri kropsliga til at klára
seg sjálva í heiminum. Henn
ara fyribils avlastingarpláss
á Boðanesheimið varð upp
brúkt, og tí noktaðu Kristian
og beiggjarnir fyri at taka
Jenny heimaftur.
– Vit tordu ikki at taka
hana heim aftur, tí hon var
so illa fyri kropsliga. Hon
skuldi helst hava fólk nær
hendis alt døgnið, so at hon
ikki datt ella meiðslaði seg
onkursvegna. Tí mátti hon
antin á eitt eldrasambýli ella
vera á sjúkrahúsinum inntil
hon fekk pláss á heimi, sigur
Kristian í Stórustovu.
Tá ið Jenny var liðugt
viðgjørd á Landssjúkrahúsin
um í 2014, varð Kristian upp
ringdur av einum á deildini.
Har vóru boðini, at Jenny
skuldi heim.
– Eg upplivdi tað ófólkaligt
og segði sum var, at mamma
kundi ikki koma heim. Tey
máttu hava hana har til upp
venjingar og annað, inntil
hon fekk pláss aftur á heimi,
sigur Kristian í Stórustovu.
Teir dagarnar Jenny lá
í koma ringdi Kristian út
á Landssjúkrahúsið fyri at
spyrja, hvussu nú gekk.
– Tá segði ein við meg, at
hetta hevði ongantíð hent,
um bara vit høvdu tikið
mammu heim. Tað helt eg
vera ótrúliga kalt at siga.
Og tað er hendan kenslan
eg havi rundan um alt tað,
sum Landssjúkrahúsið hev
ur gjørt síðani mamma fekk
skeiva heilivágin – og partvíst
áðrenn, sigur Kristian í
Stórustovu.
»Hatta hevði
ikki hent,
um mamma
tykkara var
farin heim«