Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017 SOSIALURIN 49 14 TEMA Vandamikil heilivágur – Eftirlitsstovnurin, sum kannar slíkt viðurskifti kom til tað niðurstøðu, at her ikki var talan um feilmedisinering frá okkara síðu, men at hetta var ein ólukka, sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri. BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO J ohnny í Grótinum var ikki sjúkrahússtjóri, tá ið Jenny Eliasen doyði á sjúkra­húsinum í oktober 2014. Men hann hevur fingist nak­að við málið, síðani hann gjørd­ist stjóri. Talan er um ein sera syrgilig vanlukku, sum hann met­ir, at Landssjúkrahúsið má og skal læra av. – Hetta málið er væl kann­að í samband við kanning hjá pati­ent­ er­statningen. Í byrj­an­ini viðgjørdu tey tað sum feilmedisinering, men seinnu broyttu tey tað til at vera eina ólukku, tí tey mettu, at við­ kom­andi tók skeiva heilivágin sjálv, sigur Johnny í Grótinum og legg­ur aftrat. – Hinvegin hava vit eisini gjørt tey avvarðandi varug við, at tey eisini kunnu kæra um sjálva viðgerðina til Styrelsen for Patientsikkerhed, um tey ikki meta viðgerðina at hava verið nøkt­andi. Kristian í Stórustovu og fam­ ilja hansara eru hørm um við­ ferðina, tey hava fingið á Lands­ sjúkra­húsinum. Í grein aðrastaðni í temanum sæst, at størsta vón­ brot­ið er, at tað kennist sum, at lív­ið hjá Jenny einki var vert í eyg­un­um á Landssjúkrahúsinum. – Um tað er teirra uppliving av støð­uni, so mugu vit taka tað á okk­ara kappa, sigur Johnny í Grót­inum. Hann vísir á, at hann hevur ver­ið burtur frá arbeiði í nakr­ ar dagar, men hevur fingið tele­ fon­boð um, at tey avvarandi hjá Jenny Eliasen hava roynt at fingið fat­ur á honum. – Eg farið sjálvandi at hyggja eft­ir tí, sum tey vilja tosa við meg um, sigur Johnny í Grótinum, sum er sera harmur um vanlukkuna. Tó vísir hann á, at Lands­sjúkra­ hús­ið ger nógv fyri at betra um trygd­ina hjá sjúklingum, tá ið um­ræður heilivág. – Tá ið Jenny Eliasen doyði var tað sjálvandi á okkara vakt. Og eftir ólukkuna gjørdi man burt­ur­úr at minna á tær manna­gongd­ir, sum skulu tryggja, at slíkt ikki hendir. Men tað er trupult at verja seg full­ komiliga ímóti eini tí­lík­ari støðu, tá sjúklingar sjálv­ir um­sita sín heili­vág, sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Lands­sjúkra­hús­inum. Johnny í Grótinum: Løgreglan fær altíð fráboðan um deyðs­føll, sum eru óvæntað. Og tá ið slíkar fráboðanir koma, so kann­ar løgreglan altíð málið, eins og í hesum førinum. Hesaferð varð kannað út frá ill­gruna um óvilligt manndráp, men sakin varð slept aftur, tí løg­reglan fann ikki tekin um, at nakað kriminelt var farið fram. Men tað sigur sum so einki um orsøkina til, at Jenny Elia­sen fekk skeivan heilivág í seg. Álítandi keldur hjá Viku­ skift­is Sosialinum siga, at løg­ regl­an also ikki hevur tikið støðu til, um Jenny sjálv tók heili­vágin, ella um starvsfólk á Lands­sjúkra­hús­inum av misgávum góvu henni heili­ vág­in. Til sam­an­ber­ingar kann nevnast, at um ein bil­før­ari koyrir útav og tað kost­ar einum persóni lív­ið, so verður viðkomandi bil­før­ ari ikki rættarforfylgdur, um við­komandi helt allar lógir á øk­in­um. Um viðkomandi har­ aft­ur­ímóti koyrdi ávirkaður av rús­drekka ella koyrdi alt ov skjótt, so er støðan ein onnur. Tað sama ger seg galdandi í hes­um førinum, har løgreglan sum nevnt einki illgrunasamt fann í kanningararbeiðnum. LØGREGLAN IKKI TIKIÐ STØÐU TIL ORSØKINA HETTA VAR EIN ÓLUKKA Á Lan­ds­sjúkra­húsinum eru tveir kæru­møgu­ leikar, um illgruni er um skeiva viðgerð At kæra um viðgerð: Sum sjúklingur hevur tú møgu­leika fyri at kæra um við­gerð, tú hevur fingið í før­oyska heilsuverkinum. Hetta er við til at betra um dygdina av viðgerð og rættarstøðuna hjá sjúklingunum. Tú kanst millum annað kæra um: • Heilsufrøðiligt virksemi • Fyrisitingarligt virksemi • Tvingsil í sambandi við psykiatriska innlegging. At søkja um endurgjald: Hevur tú fingið mein av kanning ella viðgerð í heilsuverkinum, ella hevur tú fingið mein av heilivági, sum tú hevur fingið fyriskrivað frá lækna, hevur tú møguleika fyri at fáa endurgjald frá Patienterstatningen (Sjúklingartryggingini). Allar viðgerðir, sum eru framdar av ella eftir ávísing frá løggildum heilsustarvsfólkum og øll viðgerðarstøð, har løggildað heilsustarvsfólk starvast, eru umfatað av sjúklingatryggingini.