hósdagur 27. apríl 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
15
Tað kunnu verða viðurskifti sum gera, at lækn
in ikki kann skriva deyðsváttanina, men skal hava
løgregluna uppí málið. Tá løgreglan fær eina
fráboðan avgerð hon í samstarvi við Landslæknan,
um rættarlæknaligt líksýn eigur at verða framt, ella
um líksýnið kann verða framt av sjúkrahúslækna ella
kommunulæknanum hjá tí deyða. Um rættarlæknaligt
líksýn verður framt, skal deyðsváttanin undirskrivast
bæði av løgreglu og Landslækna.
Løgreglan skal uppí málið, tá tílík viðurskifti eru:
• Andlát undir revsiverdum viðurskiftum, av
sjálvmorði ella av vanlukku
• Tá ein persónur verður funnin deyður
• Tá andlátið kom brádliga og læknafakliga óvæntað
• Tá illgruni er um at andlátið er av arbeiðssjúku
• Tá andlátið er hent av einum mistakið, vansketni
ella av einum vanlukkuligum tilburði í sambandi við
viðgerð ella fyribyrging av sjúku
• Tá andlátið hendur í fongsli ella líknandi.
• Tá tað ikki við vissu kann útihýsast, at andlátið er
av revsiverdum ávum, sjálvmorði ella vanlukku,
ella tá mett verður, andlátið av øðrum orsøkum
kann hava áhuga hjá løgregluni.
Løgreglan fór upp í málið um
deyðan hjá Jenny Eliasen. Fyrstu
vóru løgreglufólk send út á
Landssjúkrahúsið at hygga nærri
at líkinum og í fyrstu atløgu varð
ikki avrátt at fara víðari við mál
inum. Men eftir nærri kanningar
varð hugsanin broytt, og løgreglan
kannaði málið fyri at vita, um talan
kundi vera um “ófrívilligt mann
dráp”. Niðurstøðan av kanning
unum var, at tað var heilivágurin
Veneficium (Leponex 250 mg), sum
tók lívið av Jenny. Men løgreglan
metti ikki prógv vera fyri, at nakað
kriminelt var farið fram. Tískil
varð málið niðurlagt.
Vælvitandi keldur hjá Sosial
inum siga, at tað tó kortini ikki
merkir, at løgreglan hevur tikið
støðu til, hvussu Jenny Eliasen
fekk skeiva heilivágin í seg.
Deyðsfallið hjá Jenny
endaði sum politimál
Familjan er ikki áhuga í at finna
syndabukkar í hesari syrgiligu
vanlukkuni, sum kostaði Jenny
Eliasen lívið. Meðan tey ikki
halda, at Jenny var før fyri at
fáa fatur á heilivágnum sjálv, so
eru tey kortini av teirru fatan,
at fólk gera mistøk, og um so
er, at onkur hevur givið Jenny
heilivágin av óvart, so er tað eitt
menniskjaligt mistak.
- Beint eftir mamma doyði
var Landssjúkrahúsið sinnað
at hjálpa okkum. Tey skiltu tá,
at tey høvdu ábyrgdina óansæð
hvat hendi, og tey vildu hjálpa
til millum annað við at rinda
jarðarferðina. Tá ið avtornaði
endaði tað við, at jarðarferðin
var ov bílig til, at vit reint
juridiskt høvdu rætt til stuðul
frá sjúkrahúsinum og tí fingu
vit einki. Men vit vilja mest av
øllum bara hava, at tey síggja
okkara sakn og okkara miss.
At tey siga orsaka og vísa fyri
okkum, at tey eru kedd av, at
mamma doyði í teirra varðhaldi,
sigur Kristian í Stórustovu.
Vilja hava
samkenslu
og hjálp við
jarðarferðini
RÆTTARLÆKNALIGT LÍKSÝN