Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017 SOSIALURIN 49 16 LÍVSSTÍLUR Umleið ein triðingur av børnum kenna seg lítilsverd, tá foreldur teirra hyggja at fartelefonini og brúka telefonina til ymiskt, meðan familjan etur saman, tá tey tosa saman, hyggja í sjónvarp ella spæla úti, vísir ein hollendsk kanning. Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, heldur at foreldur eru alt ov nógv á telefonini og tað kann hava trupuleikar fyri barnið, serliga smábarnið, sum tørvar nærsamband við foreldrini. BØRN KAPPA VIÐ TELEFONI UM UPPMERK ANNIKA KUNOY IM U mleið ein triðingur av børnum kenna seg lít­ils­verd, tá foreldur teirra hygg ja at fartelefonini og brúka telefonina til ymiskt, með­an familjan etur saman, tá tey tosa saman, hyggja í sjónvarp ella spæla úti, vísir ein hollendsk kann­ing. Kanningin fevnir um meir enn 6000 børn frá 8 til 13 ár úr átta ym­ isk­um londum. Kanningin vísti á, at 32 prosent av børnunum kendu seg lítilsverd, tá mamma og pápin vóru upptikin á telefonini, og tey tí skuldu kappast við tøknina um teirra uppmerksemi. Umleið ein helmingur av teim­ um 6000 spurdu børnunum hildu eis­ini, at foreldur teirra brúktu alt ov nógva tíð á telefonini, og ein helm­ingur av foreldrunum tóku und­ir við børnum teirra í, at tey eru á tele­fonini ov nógv av tíðini. Eisini vóru foreldrini stúrin fyri, hvørt tey vóru børnum sínum vánalig fyri­mynd. Kathrina Lindenskov Holm, sál­ar­frøð­ingur, heldur, at digitala uni­vers­ið kann og má bíða, meðan vit eru saman við børnum okkara. – Leggið telefonina frá tykkum, tí børn­ini hava størri týdning enn teldu­posturin ella hvat trendar á twitter. Tað mugu foreldur vita, sig­ur hon. Ringast at vera fráverandi frá smábarni Tað er ymiskt hvørja ávirkan tað hev­ur á barnið, tá foreldur hyggja ov nógv í fartelefonina gjøgnum dag­in. Børn hava ymiskar tørvir í ymiskum aldri, og tað ávirkar barn­ ið meir, um aðrir tørvir ikki eru møtt­ir ella barnið annars er útsett. – Børn hava ymiskar tørvir í ym­ isk­um aldri, hóast tey altíð hava brúk fyri at fáa fult uppmerksemi í øllum aldri, sigur Kathrina Lin­ den­skov Holm. – Tað ringasta er, tá man sær eina mammu, sum er fráverandi frá smábarni, tí hon hyggur í tele­ fon­ina, tí í hesum aldrinum tørvar barn­ið nógv og gott beinleiðis sam­ band, sigur hon. Hetta merki tó ikki, at børn ikki tola, at foreldur teirra hyggja í og nýta fartelefonina av og á, ella eru upptikin við onkrum, sum ikki viðurkemur barninum av og á, men umráðandi er at finna ein javn­vág, og tíverri tykist tað, sum for­eldur geva fartelefonini alt ov nógv uppmerksemi. – Børnini tola væl, at tey ikki fáa uppmerksemi frá foreldrum sín­um alla tíðina. Børn kunnu gott spæla einsamøll og tola gott, at und­ir­halda seg sjálvi, men bert um tey vita, at tey fáa fult upp­ merk­semi, tá tey søkja for­eldr­ini. Um foreldrini alla tíðina eru onkra aðra staðir, fær barnið ikki sama ró yvir seg. Barnið vil hava, at for­eldr­ ini eru trygga basan, sigur Kathr­ ina Lindenskov Holm. Kathrina Lindenskov Holm legg­ur afturat, at børn hava ym­isk­ ar kensluligar tørvir, og tørvirnir broyt­ast í gjøgnum lívið. Smábørn hava stóran tørv á, at foreldrini koma at kenna tað væl og virðiliga, og tað kunnu tey bert, um tey tjúna seg inn. – Fyrr sótu mammur og royktu við barninum í fanginum, og nú øt­ast vit, tá vit síggja tað. Hetta er broytt nú, men telefonin er minst líka vandamikil, bara hon dálk­ar kensluliga við at taka frá nær­ver­ uni við barnið, í staðin fyri krops­ liga, sum sigarettin ger, sigur sál­ar­ frøð­ing­urin. Fokus má setast á hetta Tá for­eld­ur eru frá­ver­andi, tí tey hyggja at far­tele­fon­ini for nógv av deg­num, ávirk­ar tað børn­ ini kenslu­liga. Tað ávirkar børn í øllum aldri, men serliga stóra ávirkan hevur tað á tey minstu, tí tey leita ikki eft­ir sambandi Er tað hóskandi, at vit hava ein arbeiðs­ marknað, sum krevur títt uppmerksemi allar tímarnar í døgninum, spyr sálarfrøð­ ingurin. Vit hava stríðst fyri, at fáa ein átta tímars arbeiðsdag, so vit mugu spyrja okkum sjálvi, um hetta veruliga er tað, sum vit vilja, og gera uppreistur mótvegis hesum rákinum, tí tað ávirkar grundleggjandi háttin vit eru menniskju á