hósdagur 27. apríl 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
17
ST
NA
SEMI
við nakran annan aðra staðirs.
Eisini er sambandið við foreldrini
grundleggjandi, greiðir Kathrina
Lindenskov Holm frá. Í hesum
tíðarskeiðnum livur barnið av
sambandinum tað hevur við for
eldrini, og tá barnið verður eitt
sindur eldri, kann tað søkja sam
band við onnur vaksin, um foreldr
ini ikki eru atkomulig.
Kathrina Lindenskov Holm er
serliga stúrin fyri, at lítið verður
gjørt við trupulleikan, og nevnir
millum annað føðideildina, har
bróstagevingin byrjar og barna
garðar sum dømi, og hon vónar at
okkurt verður gjørt við trupulleik
an á slíkum støðum.
–Smábørn liva av teimum ser
ligu løtunum, sum tey fáa saman
við foreldrum sínum. Hesar
løturnar, sum eru ógjørligar at
endurgeva, men sum gjøgnum
eygnakontaktina í eitt sekund
birta eina ein kenslu av, at vit
hoyra saman og skilja hvønn ann
an, sigur hon.
– Eg vóni, at barnagarðar hava
ein politikk á økinum, og at foreldur
verða kunnaði um týdningin av,
ikki at geva fartelefonini rúm, tá
tey koma eftir børnunum, ella at
stovnar rætt og slætt banna tele
fonini tá foreldur avheinta, sigur
hon.
– Hetta er jú løtan, sum barnið
hevur bíðað eftir allan dagin, og so
eru foreldrini javnan upptikin av
onkrum øðrum og vekk í fartele
fonini, leggur hon afturat.
Barnið lukkar av
Børn læra skjótt hvat loysir seg og
ikki, og tí eru tað foreldrini sum
hava ábyrgd av, at skapa eitt um
hvørvi, sum er stimbrandi fyri
barnið.
– Fær smábarnið ikki tað sam
bandi, sum tað leitar eftir, so má
tað sløkkja fyri onkrum øðrum inni
í sær sjálvum. Børn blíva ikki við
at gera okkurt, sum onki endamál
hevur, og hevur eygnakontaktin
onki endamál, so lukkar barnið av,
sigur sálarfrøðingurin.
– Er uppmerksemi onkra aðra
staðirs, so líður barnið kensluliga,
leggur hon afturat.
Telefonin er eitt afturstig
Kanningin av teimum 6000 børn
unum úr átta ymiskum londum, um
fartelefonnýtslu hjá foreldrunum,
er bert ein av mongum kanningum
sum vísa, at børnini leingjast eftir
nærveru og uppmerksemi frá for
eldrum sínum, men at foreldrini
alt ov ofta eru upptikin í øðrum
heimi. Tað eru sosialu miðlarnir,
teldupostarnir, tíðindi og arbeiði
sum draga foreldrini burtur frá
børnum sínum og í eina aðra verð.
Eina verð tey verða bundin at við
“likes” og viðurkenning.
Tað er eitt trýst á foreldrunum
sum ger, at tey hava tørv á at fylgja
við í tí, sum fyriferst á netinum.
Hetta trýstið er bæði sosialt men
eisini í samband við arbeiði. Hetta
er vandamikið, heldur sálarfrøð
ingurin, tí við telefonini verður tú
drigin inn í eitt annað stað, sum tú
ikki sleppur undan og ikki kanst
geva øðrum burturav. Eisini er tað
á ein hátt eitt afturstig, at vera
tøkur til arbeiðis alla tíðina gjøgn
um telefonina, heldur hon.
– Er tað hóskandi, at vit hava
ein arbeiðsmarknað, sum krevur
títt uppmerksemi allar tímarnar
í døgninum, spyr hon. Vit hava
stríðst fyri, at fáa ein átta tímars
arbeiðsdag, so vit mugu spyrja okk
um sjálvi, um hetta veruliga er tað,
sum vit vilja, og gera uppreistur
mótvegis hesum rákinum, tí tað
ávirkar grundleggjandi háttin vit
eru menniskju á, sigur hon.
Netið setur uppá, at
fáa uppmerksemi
Kathrina Lindenskov Holm heldur,
at tað er umráðandi, at foreldur eru
tilvitaði um vaksandi trupulleikan
í samfelagnum. Enn er torført at
síggja, hvussu stórar avleiðingar
ovurnýtslan hevur, men menn
iskju hava fyrst og fremst tørv á
nærsambandi við hvønn annan, og
hetta er ikki broytt.
– Umráðandi er at vera kritiskur
og tilvitaður, og hugsa um hvussu
familjan er, tá hon er saman, og
hvussu løturnar verða skapaðar.
Netið er dragandi, og setur uppá
at vera í samband við teg alla tíð
ina. Tað tekur so ræðuliga nógv
uppmerksemi. Sløkkir tú ikki, so
fært tú fráboðanir í tíð og ótíð um
alt sum gongur fyri seg í digitala
universinum, sigur hon.
– Sjálvandi verða børnini skødd,
um tað er ógjørligt at fáa samband
við foreldrini. Tey skilja tá, at nakað
annað er, so hevur størri týdning
enn tey, og um hetta er mátin man
er saman uppá, so er heilt víst at
tey tola tað ikki, og venja seg við, at
liva uttan kontaktina til foreldrini.
Um tað bert er av og á, so ger tað tó
onki, sigur hon.
Hvussu nógv er for nógv?
Tað er upplagt at tosa um skermtíð
til foreldur, eins væl sum børn,
heldur sálarfrøðingurin. Serliga
um tað er ein trupulleiki og tele
fonin altíð er við í samveruni í
familjuni. Foreldur kunnu tá seta
sær fyri, at tað er eitt tíðspunkt á
degnum har man líka fær loyvi til
at seta seg við telefonini ella teld
uni. Eisini heldur Kathrina Lin
denskov Holm, at tað ikki altíð er
neyðugt at svara telefonini, tá hon
ringir.
– Um hon ringir, so lat ringja, tí
nú snakkar tú við barnið ella mak
an hjá tær. Tá vísur tú at kontaktin
við barnið ella makan er tað, sum
er umráðandi júst nú. Hugsa um
hvussu familjan hevur tað í dag, og
um øll hava hugt í eyguni á hvørj
um øðrum, sigur hon.
Tá vit leggja til merkis, hvat
tíðin í veruleikanum verður brúkt
til, og hvussu nógv av henni fer til
skíggjan, so setur tað veruleikan í
perspektiv.
– Tá vit brúka tíð til eitthvørt, so
verður tíð eisini tikin frá onkrum
øðrum, og ofta er tað frá børnun
um, sigur hon.
Fyrr sótu
mammur og
royktu við
barninum í
fanginum, og nú
øtast vit, tá vit
síggja tað. Hetta
er broytt nú,
men telefonin
er minst líka
vandamikil,
bara hon dálkar
kensluliga við
at taka frá
nærveruni við
barnið
Umleið ein triðingur
av børnum kenna seg
lítilsverd, tá foreldur
teirra hyggja at
fartelefonini og brúka
telefonina til ymiskt,
meðan familjan etur
saman, tá tey tosa saman, hyggja í
sjónvarp ella spæla úti