Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. apríl 2017 sosialurin 49 18 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar Góð eftirløn »Sosialurin 18. oktober 2013: Eitt loft er sett á, hvussu nógva almenna eftirløn til ber at fáa, tí eingin kann fáa meiri enn fulla løg­mans­eft­ir­løn, sum er 60% av løg­mans­løn­ini. Løgmaður fær løn í 40. løn­ar­ flokki, sum gevur 58.527 kr um mánaðin – íroknað løn­ar­hækk­ ingina 1. oktober. 60% av tí er 35.112 kr. Hetta er so­statt hægsta almenna eft­ir­løn­ar­út­gjald­ið. Hevur tú havt fleiri størv, ið geva rætt til almenna eftirløn, verð­ur eft­ir­ løn­in mót­rokn­að, so­leið­is, at tú ongantíð fært meiri enn 35.112 kr um mánaðin. Taka vit aftur Jóannes Eid­ es­gaard sum dømi, hev­ur hann bæði verið tæn­astu­manna­sett­ ur lær­ari, løg­tings­mað­ur, lands­ stýr­is­mað­ur, løg­mað­ur og fólka­ tings­mað­ur. Her verður fyrst hugt at, hvussu nógv hann fær frá fólka­ ting­inum. Síðani verð­ur hugt at, hvussu nógva eft­ir­løn hann eigur fyri tíð­ina, sum løgmaður. Hev­ur hann framvegis ikki nátt mark­i­num á 35.112 kr, verð­ur hugt at, hvussu nógv hann hevur rætt til í lands­ stýr­is­manna­eftirløn. Er hann fram­vegis ikki farin upp um mark­ið, verður hugt at, hvussu nógv hann hevur rætt til í ting­ manna­eftirløn. Seinast kem­ur starvs­manna­eft­ir­løn­in upp í leikin. Hann hevur so­statt sera góð­an møguleika at fáa fult eft­ irlønargjald. Annfinn Kallsberg hev­ur eisini sitið sum fólka- tings­ mað­ur, løgtingsmaður, lands­ stýr­is­mað­ur og løg­mað­ur, og hann hevur tí somuleiðis góðar møgu- leikar at fáa hægstu eftirlønina. Sostatt er lætt at sav- na sær fulla pensjón, tí tú kanst legg ja ymsu pen- sjónirnar saman, soleiðis, at tú fært hægsta g jaldið: 35.112 kr um mánaðin. Vert er at leggja aftur- at, at privatar eftirlønir IKKI verða mótroknaðar. Hevur tú eina góða, privata eftirløn, kemur hon sostatt afturat almennu eftirlønini. Vit eru ikki biðin um at skunda okkum við undirsjóvartunlinum SOSIALURIN 1998 S osialurin skrivaði soleiðis 7. januar í 1998: »Enn hevur umsitingi í Ting­a­nesi ikki fingið nakrar pol­it­ isk­ar á­bend­ingar um, at hon skal skunda sær at fyrireika arbeiðið at gera und­ir­sjóv­artunnili um Vest­ manna­sund. Men Sigmund Isfeld, fulltrúi í sam­ferðslu­málum sigur, at arbeitt verð­ur við eini samferðsluætlan, og fyri­bils gongur tað ar­beiðið eftir ætl­anini, sum varð løgd. Sigmundur Isfeld sigur, at sam­ ferðslu­ætl­anin skal verða liðug 1. des­ember. Tann ætlanin skal umfata eina lýs­ing av øllum samferðslunetinum í Før­oy­um, hvar tørvur er á ábøtum og út­byggingum og, hvar tað er bráð­neyð­ugt at gera íløgur. – Av bráðneyðugum íløgum verð­ur fyrst og fremst hugsað um strand­fara­skipini, sum koma undir nýggj, strong og rættiliga dýr skipa­ sýn­is­krøv. Sigmund Isfeld sigur, at sam­ band­ið um Vestmannasund er sjálv­andi eis­ini ein partur í hesi ætl­an. Men eftir, hvat skilst verður ikki hugs­að um tær stóru íløgurnar í Vest­manna­sund við tað fyrsta. – Enn er ikki annað hent í mál­ i­num, enn at heimild er fingin at brúka 20 milliónir til endamálið. Hann sigur, at sam­ferðslu­ætl­an­ in er rættiliga um­fatandi. – Hon umfatar alt, sum vit van­ liga skilja við samferðslu, tað eru veg­ir, havnir, skip, loftferðslu o. s. fr. – Ikki bara samferðslu í sam­ band við ferða­fólkaflutning, men eis­ini sam­ferðslu, sum hevur við vinnu­lív at gera. – T. v. s. at m. a. skulu havn­a­r­við­ ur­skift­ini í Føroyum kannast við at­liti til vinnulívið. Fyrimunir og vansar Sigmundur Isfeld sigur, at í sambandi við Vest­mannasund verður tann stóra av­bjóðingin at seta teir ymsu møgu­leik­arnar upp ímóti hvørjum øðr­um. – Kanska kemur sam­ferðslu­ætl­ anin til ta niðurstðu, at und­ir­sjóv­ ar­tunn­ilin loysir seg best í longdini. – Kanska verður niðurstøðan tann, at tað loysir seg best at hava tvær ferjur siglandi. – Sjálvur ivast hann ikki í, at ein und­ir­sjóv­ar­tunn­il er tann besta loysn­in. – Spurningurin er, um vit sam­ fel­ags­bús­kap­ar­liga megna at yvir­ skoða at gera eina so stóra íløgu. – Og tað er eisini ein spurningur, um tað er sam­fel­ags­bú­skap­ar­liga loys­ir seg at gera ein so stóra íløgu sum hesa, ið tað tekur kanska 20-40 ár at vinna innaftur. – Higartil hava vit klárað okk­um við eini ferju. – Spurn­ing­urin er, um vit ikki hvødu klár­að okkum nøkur ár aft­ ur­at við at ment siglingina til tvær ferj­ur kanska. – Tað hevði ikki kravt so ov­ ur­honds íølgur sum und­ir­sjóv­ar­ tunn­il­in er. Tað eru slíkar metingar og lýs­ing­ar, vit mugu gera, sigur Sigmund Isfeld.« 1998: Fólkaflokkurin hev­ur meira á­lit á løgmanni enn sær sjálvum, og tí hava teir latið tað upp í hans­ara hend­ ur at tosa við for­sæt­is­ráð­harran. Tað eru berar lótir, tá teir nú kanpp­liga spæla sjálv­stýr­ismenn, heldur Heini O. Heinesen Tað er eingin grund hjá okkum at fara at hitta Poul Nyrup, tá fólka­ floks­lands­stýr­ið hevur latið løgmanni einsa­møll­um tað upp í hendur, held­ ur Heini O. Heinesen, formaður í Tjóð­veld­is­floksins á tingi. Hann heldur tað vera løg­ið, at Fólka­flokkurin, sum sam­bært Heina er beitari fyri ríkis­fel­ags­ skapi­num enn sjálvt Sambands­ flokk­urin, nú skal káka sær undan. Heini sigur, at hann bert tos­ar fyri seg sjálvan, men hann vænta kort­ini ikki, at hinir tjóð­veld­is­ menn­inir á tingi vilja hitta Nyrup. Tað hevur Tj´ðveldiflokkurn snøgt sagt onga grund til, sigur hann. Ta er landsstýrið, sum eigur hesa vitjanina, og tað kunnu teir so av­greiða sjávlir, heldur Heini. Heini O. Heinesen heldur tað vera pro­v­o­kerandiav Nyrup at koma higa nú. – Ums­tøðurnar eru ikki til tað, sig­ur Heini. Og fólkafloksmenn tykjast meina tað í lavara, tá teir siga, at teir ikki vilja hitta Ny­rup. Anfinn Kalls­berg, lands­stýr­is­mað­ur, var ikki í Tinganesi í gjár. Hann var á Viðareiði, og tað ætlar hann eisini at vera í dag. Anfinn Kallsber gsigur í við­ merk­ing, at hann hevur onga al­menna dagsskrá sæð fryi nakran fund við landstýrið, hóast skráin fyri for­sæt­is­ráðharravitjanina sig­ ur, at fundur skal vera við lands­ stýr­ið í dag. – Eg eri troyttur av øllum hes­um fjaldu dagsskráunum, sig­ur hann og leggur afturat, at tá banka­kanningin er komin, og kallað verður inn til fund við al­ menn­ari dagsskrá, skal hann nokk møta. – Eg havi spurt løgmann eftir dags­skránni fyri handan fundin, og hann svaraði, at har var eingin. So havi eg ikki meira at siga um tað, sigur Anfinn Kallsberg. Heini O. Heinesen í januar 1998: Fólkaflokkurin eigur Nyrup Í 1998 Umsitingin í Tinganesi er ikki biðin um at skunda sær við undirsjóvartunlinum. Og skal arbeiðast eftir ætlanini, sum er farin í gongd, fer tað at taka fleiri ár. Heini O. Heinesen, for­maður Tjóð­veldis­ floks­ins og Anfinn Kalls­berg, formaður Fólkafloksins