hósdagur 27. apríl 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
30
Arbeiði
B.H.C smíð Timbur og snikkaratænasta
Treingja hús tykkara til ábøtur? Vit átaka okkum alt timburarbeiði,
vit garantera dygdarsmíð, skjótt og til ein rímiligan kostnað. Royn
okkum! B.H.C smíð tlf. 218991
ynskir tú reingerð
Átakið mær at vaska privat fyri fólk í Tórshavn.
508549
Býli í Føroyum
Kamar centralt í Havn til leigu
Kamar til friðarligan mann til leigu frá 1. juni fyri 2600 kr. 1 mð.
depositum. 4 mans deila annars køk, stovu, vaskimaskin v.m.
Fundir
Cøliakifelag Føroya
Aðalfundur verður 20.mai kl.14 í Losjuni í Gøtu. Skrá sambart lógum
felagsins. Fyrilestur við Jóhannu á Tjaldrafløtti. Nevndin
Húsarhaldstól
LEIGA HVÍTVØRUR VIÐ KEYPSRÆTTI
VASKIMASKINUR,TURKITRUMLUR,UPPVASKIMASKINUR,KOMFÝRAR
OG VASKI/TURKIMASKINUR .EINKI DEPOSITUM ÓKEYPIS ÚTKOYRING
UM ALT LANDIÐ SÍ MEGNA.FO
Megna v/ Guttorm Mortensen tkf 251160
LÝSINGARTORGIÐ
Aðalfundur verður
týsdagin 2. mai kl. 18.00 í MBF-húsinum
sambært lógum felagsins.
Eftir fundin kemur Bjarki á Rógvi Hansen,
neurologur at greiða frá um:
Koyrikort og epilepsi
og
Beinbroyskni og epilepsiheilivágur
Møguleiki verður at seta spurningar.
Nevndin
Aðalfundur
Ársaðalfundurin hjá Føroya
Fimleikasambandi verður
týsdagin 31. mai kl. 18.00
í ÍSF húsinum
Skrá sambært viðtøkunum
FØROYA
FIMLEIKASAMBAND
Ársaðalfundur
Føroya Blindafelag hevur ársaðalfund
leygardagin 13. mai 2017 kl. 14.00
Fundurin verður hildin í húsum felagsins,
Traðabrekka 1, Tórshavn.
Skrá sambært lógum felagsins.
NEVNDIN
FØROYA BLINDAFELAG
Skipaeftirlits fólk
til Sjóvinnustýrið
Av tí at ein av okkara starvsfeløgum fer
í farloyvi í eitt ár, søkja vit eftir Skipa
eftir litsfólki til fyribilsstarv á Sýnsdeildini
at byrja skjótast til ber. Talan er um full
tíðarstarv.
Starvið inniber m.a. hesar uppgávur:
Eitt spennandi starv við avbjóðingum, fakliga eins væl
og persónliga. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv, har tú
sjálv/ur í stóran mun hevur ávirkan á tínar uppgávur.
• Sýn og málsviðgerð í sambandi við nýbygningar,
umbyggingar, innflaggingar, v.m.
• Fremjan, uppfylgjan og málsviðgerð av tíðarbundnum
sýnum
• Málsviðgerð og sýn av minni bátum sum ikki eru í
klassa
• Góðkenna stabilitetsbøkur, styrkisútrokningar v.m.
• Luttaka í tvørgangandi verkætlanum
• Starvið er í stóran mun eitt skrivstovustarv
Útbúgvingarkrav
Til starvið krevst viðkomandi verkfrøðingaútbúgving.
Førleikakrøv
Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og
enskum máli
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Gott tekniskt innlit og hug at seta seg inn í nýggjar
reglur og verandi regluverk.
• Góð samstarvsevnir
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Starvsstaður er Sjóvinnustýrið í Vágum.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í
starvinum.
Umsóknir
Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum
viðmælum, skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta
lagi 15. mai 2017, kl. 12.00.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast til Jákup K.
Poulsen tlf. 355600 ella teldupost: jakupp@fma.fo
Umsóknir skulu sendast sum bræv ella teldubræv til:
Sjóvinnustýrið,
Á Hálsi 1
FO-380 Sørvágur
ella á fma@fma.fo
Sjóvinnustýrið er ein stovnur undir Uttanríkis- og
Vinnumálaráðnum. Ábyrgdarøkið hjá stovninum hevur
útgangsstøði í sjóvinnuni og rammunum fyri hesi vinnu. Hetta
fevnir um sjóvinnupolitikk og lóggávu, eftirlit við bygging
av føroyskum skipum og hvussu hesi eru gjørd út, áseting um
manning, at tryggja arbeiðsumhvørvið umborð á skipum,
umhvørvisvernd og skráseting í Føroya Skipaskrá og Føroya
Altjóða Skipaskrá.
Høvuðsendamálið hjá Sjóvinnustýrinum er at fyribyrgja
óhappum og tryggja høgt trygdarstøði fyri før undir føroyskum
flaggi og manning teirra. Harumframt miðar Sjóvinnustýrið
ímóti framhaldandi at menna kappingarførið hjá FAS.
Brúdleyp
Leygardagin 1. juli 2017, giftast Sunniva Wang, Saltnes, og
Hjalti Olsen, Tórshavn. Vígslan verður í Árnafjarðar Kirkju
klokkan 13.00. Brúðleypið verður hildið í Eydnuni á Oyra
bakka klokkan 19.00. Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin saman
við okkum, verða vinarliga biðin um at siga frá í seinasta lagi
1. juni 2017 á telefon 583950 (Hjalti) 582228 (Sunniva) ella á
teldupost Hjaltiolsen@gmail.com
NØVN
Brúdleyp
Leygardagin 1. juli 2017 giftast Jóhanna Klein Olsen og
Jonathan Benitez í Hósvíkar kirkju kl 12.00.Opið hús verður í
Bygdarhúsinum í Hósvík frá kl 18.00 Tey, ið vilja gleða okkum
við at hátíðarhalda dagin saman við okkum,verða vinarliga
biðin um at boða okkum frá á tlf 504138 ella 422389 innan 10.
Juni
Brúdleyp
Leygardagin, 29. apríl 2017,
giftast Barbara Gaardbo,
Runavík, og Georg (Gi)
Rasmussen, Søldarfjørður.
Vígslan verður í Elim kl.
13. Aftaná vígsluna verður
drekkamuður, har høvi
verður at heilsa uppá
brúðarparið. Veitslan
verður fyri innbodnum.
80 ára føðingardagur
Leygardagin 29. apríl verður
Agnas Jakobsen 80 ár.
Dagurin verður hildin á
Panorama Hotel Hafnia frá
kl 10 - 14. Øll eru hjartliga
vælkomin.