Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017 SOSIALURIN 49 29 Komandi partur Komandi partur hjá Kaj kemur um tríggjar vikur. Tá fer hann á fyrsta sinni við Jóannes Patursson. Tað var eitt heilt annað far! Komandi tveir partarnir verða frásøgn hjá Jonny Lamhauge í Rituvík. Hetta er ein einastandandi frásøgn um umsorgan Tað vóru so nógvir menn um boð­ ið. Men so um heystið aftur í 1947 fór eg við Miðafelli, sum gøtu­mað­ ur­in Sámal Hans Hansen førdi. Hetta var eisini ein av teimum gomlu koltrolarunum, men hann var keyptur úr Íslandi. Vit vóru til ís­fisk. Hanus, beiggi Sámal Hans, var stýrimaður. Teir sum annars áttu Miðafelli vóru Weihe menninir í Søldarfirði og Gudmund Isfelt umframt Sám­ al Hansen, sum var ein kendur skip­ari. Liviligari enn við slupp Tað var nógv liviligari umborð á ein­um slíkum trolara enn á eini slupp. Tað var so ótrúliga trongligt um­borð á sluppunum. Eg minnist eina ferð við Føroyingi. Sofus Greg­er­sen var kokkur. Hann mátti elta breyð í leytaranum, har allir mennir skuldu ganga inn í lugarið. Tað var ikki løgið, um hann gav ilt av sær. Við trolarum slapst undan at mat­gera og eta, har manningin búði, soleiðis sum gjørt var við slupp­unum. Her var messa og kokka­hús. Bert hetta var stórt fram­stig. Men annars var tað eins og við slupp­um, at dekkararnir búðu í lug­ari har frammi, meðan yv­ir­ menn­inir búðu í kahúttum har aft­uri. Ofta hoyrdist, at hesir trolarar vóru so rankir og kundu vera skjót­ir at leggja seg. Eg minnist í hvussu er eina ferð, at kolið fór at rósa í lastini, og skipið fekk slag­ síðu. Tá máttu vit fara niður í last­ ina at lempa. Tað, sum hesir trolarar mest skiltu seg frá trolarum, vit kenna í dag, er dampmaskinan, har ork­ an var kol. Hetta merkti, at tá ið skipið fór avstað, var lastin nær­ um fult av salti og koli. Tað var bert fremsti partur av lastini, sum var tøkur til fisk. Trolararnir vóru so tungt lastaðir, at teir ta fyrstu tíð­ina bert kundu royna í góðum veðri. Men kolagoymslan tømdist skjótt. Tað var uppgávan hjá kynd­ ar­unum at fáa kolið fram til mask­ inuna og síðan at "leggja aftr­at" fýrinum, sum tørvur var á. Kynd­ar­ ar skuldu so við hóskandi mill­um­ bilum fáa øskuna fyri borð aft­ur. Komu skipini í nógvan fisk bein­an­vegin, kundi tað væl henda, at neyðugt varð at koyra kol fyri borð fyri at fáa pláss fyri fiskinum. Skipini vóru partvíst á salt­ fiska­veiði, tá ið manningin var um 30 mans og partvíst á ísfiskaveiði, tá ið manningin var um 20 mans. Harry Potts, sum var giftur við Turid, systir míni, var kokkur við Tróndi fram til 1950. Harry var ein av bretsku hermonnunum, sum kom til Før­oya undir krígnum. Hann var ein av teim­um fáu, sum fingu før­oyska konu, og sum valdi at búseta seg í Før­oy­um. Seinni sigldi hann sum ein væl um­tókt­ ur kokk­ur við Kaj Jo­hanne­sen sum skipara við Sjúrðarbergi og Skála­bergi. Eli, beiggi mín, var eisini við Tróndi í Gøtu í nøkur ár. Tummas í Bar­tal­stovu, pápabeiggi mín, sum gift­ist við ommu, var eisini við okk­urt skifti. Tað kann eisini nevnast, at mask­in­meist­ar­in fyrstu árini var Jógv­an Jac­obsen, pápi kenda tón­ leik­ar­an Simmi. Richard Jacobsen hevur gjørt upp, hvussu nógvar dagar hvør mað­ur við fyri árið, tey árini hann var skipari fram til 1951. Eg var 100 dagar í 1947, 185 dagar í 1948. Í 1951 var eg stýrimaður í 60 dag­ar. Eisini var eg við eitt skifti í 1954. Heilivágur má gevast við máta Eina ferð við Tróndi í Gøtu vóru vit inni í Harstad. Eg veit ikki hvussu var og ikki var. Men eg fór fram undir bakkan. Tá lá ein mað­ ur á netinum, hann er so lík­bleik­ ur. Hann hevði fingið opium fyri onkra pínu hann hevði. Spurdur hvussu nógv hann hevði fingið, var svarið “einar tvær ella tríggjar spísi­skeiðir”. Hetta var so nógv meira enn tað skuldi vera. Doktarin mátti koma umborð bein­anvegin. Hann gav honum mót­gift og gav boð um, at teir fyrstu 6-8 tímarnar mátti hann ikki sleppa at sovna. Um tað hendi so vakn­aði hann ikki aftur. So vit hildu vakt yvir honum. Men tað spældi væl av kortini. Yvirsigldir Í 1948 vórðu vit ásigldir, tað kundi bliv­ið ein galin endi. Vit vóru í Bar­ ents­havinum, har tað eisini vóru nógv­ir bretskir trolarar. Vit vóru við at hála, tá vit sóu trol­ar­an koma móti okkum, men vit kundi ikki gera annað enn at floyta fyri at gera vart við okk­um. Vil­helm Poulsen, sum var stýri­ mað­ur og staddur á brúnni, hálaði so harð­liga í floytuna at bandið til hana slitnaði. Trolarin lætst ikki um vón og rendi beint inn á bakborðssíðu. Eftir sam­an­stoytin sóu vit skip­ar­ an koma leypandi úr be­stikk­rúm­ in­um, har hann hevði tosað við ein ann­an skip­ari og tí ikki hevði hoyrt okk­um. Niels Hansen á Rætt úr Syðru­ gøtu, sum var við okkum, fekk fast í fremmanda trolaran og slapp um­borð á hann. Fleiri føroyskir trolarar vóru nær okkum. Teir hálaðu allir fyri at koma okkum til hjálpar, tí teir rokn­aðu vit, at vit fóru at søkka. Ein teirra var Kallsevni, har Kví­ víks Tummas var skipari. Hann kom eisini umborð til okkara at hjálpa til við bjargingini. Skaðin var eisini stórur og skip­ ið fór at leka. Vit gjørdu skjótt av og negldu madrassur yvir flek­ing­ ar­borðini, sum vóru løgd uttaná, har skipið var skatt. So spentu vit veir­ar runt um skipið fyri at halda flek­ing­arborðini við madrassum fast at skipinum. Tað hjálpti um støðuna, at lek­in var avmarkaður so frætt, at pump­ ur­nar kláraðu at halda lens. Vit fóru saman við bretska trol­ ar­an­um inn til Honningsvåg, har tað eisini varð givin sjófrágreiðing. Har lógu vit í fýra dag­ar. Tá vóru vit um­borð á Tir­pitz, tí stóra týska slag­skip­inum, sum bretar bumbaðu í 1944, so tað ikki skuldi gera størri skaða. Vit fóru heim til Føroya, og síð­ an var farið til Danmarkar at landa fisk­in. Har lógu vit í Nyhavn, sum tá var forkunnugt hjá føroyingum. Richard var ein royndur sjó­ mað­ur, sum hann eisini hevur skriv­að bók um. Hann var annars eina ferð stýrimaður hjá mær. Tað var við Stellu Karinu, sum tá var ein tann mest framkomni trolarin í land­inum. Seinni skiparar á Tróndi vóru Rein­hold Thomsen og Grækaris Han­sen, báðir úr Norðragøtu, sum báð­ir vórðu kendir skiparar. Tróndur fór í søguna Seinnu árini gekk illa við rakstr­ in­um av hesum trolarum serliga or­sak­að av høgum kolaprísum. Eis­ini gjørdist viðlíkahaldið av hes­um gomlu skipunum størri og størri. Nógvir av hesum trolarum vórðu seldir sum gamalt jarn. Tróndur fekk eisini fíggjarligar trup­ul­leikar, men vit keyptu hann aft­ur í 1954, tá hann mundi farið. Græk­ar­is Hansen í Norðragøtu bleiv skipari tá. Men hetta var stokk­ut. Poul Hansen rak Trónd í 1955, sum mundi vera seinasta ár­ ið hann var í drift. Tá fekk hann somu lagnu, sum hinir gomlu trol­ ar­arnir. Richard Jacobsen skrivar ann­ ars, at Tróndur í Gøtu var ein av teim­um góðu trolarunum, sum kom til Føroyar eftir kríggið. Varð­ berg, sum kom til Miðvágs og Hav­ borg­in, sum kom til Havnar, vóru syst­ir­skip hjá Tróndi. Teir vóru sera sjógóðir og tryggir bátar. Hav­borgin var nógv ár í flotanum, sein­ast sum ídnaðarskip. Eg kom eisini at royna teir nýggju trolararnar. Hesum verður greitt frá í komandi pørtum. Fyrsti skiparin, Richard Jacobsen Her er Tróndur í Gøtu í Aberdeen og landar. Vm. Reiðarin Leo Joensen saman við sváginum Johannes Samuelsen, Hannis í Horni í Havn Standmyndin av Tróndi í Gøtu