hósdagur 27. apríl 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
28
Óli Jacobsen
Kaj í Bartalstovu:
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
4. partur
F
øroyingar mistu nógv
fiskiskip undir krígnum,
so tað var ein stórur tørv
ur á at fáa nýggj skip.
Framskygdir vinnulívsmenn sum
Kjølbro og Cristian Holm Jacobsen
lótu trolarar byggja, men hetta tók
sína tíð. Gamlir bretskir kolfýrdir
trolarar kundu fáast beinanvegin.
Tí komu nógvir av hesum trolarum
til landið beint eftir kríggið, og
gøtumonnum líkt vóru teir eisini
skjótir á sjóvarfallinum.
Tað var í 1946, at gøtumenn
tóku stig til at keypa trolara, sum
fekk navnið Tróndur í Gøtu.
Teir stovnaðu p/f Tyril, sum
flestu fiskimenn í sóknini settu
pening í. Leo Joensen var stjóri.
Partapeningurin var 125.000 krón
ur.
Fyrsti skipari var Richard Jac
obsen úr Klaksvík.
Trolarin hevði verið í herflotan
um eins og teir flestu ensku trolar
arnir. Nú lá hann í Leith, har hann
varð umbygdur til fiskiskap aftur.
Her hendi tað, umbyggingin
gjørdist dýrari enn roknað var
við og at fíggingin ikki var í lagi.
Trolarin slapp ikki úr Bretlandi,
fyrr enn rokningin var goldin.
Hetta var nú ikki sum at siga
tað. Men tað endaði við, at skipið
slapp avstað m.a. við teirri treyt,
at skiparin ikki skuldi taka eitt
oyra út í løn, fyrr enn rokningin
var goldin.
Í desember 1946 kemur "Trónd
ur í Gøtu" á Gøtu. Tann tá nýggja
bryggjan var full av fólki, og flagg
að varð um alla bygdina. Hildin
varð stór veitsla, men um kvøldið
kom stormur av landsynningi, og
teir máttu fara á Klaksvík við skip
inum.
Fyrsta túrin varð farið avstað 10.
januar 1947. Farið varð til leiðirnar
við Norðurnoreg á ísfiskaveiði.
Nógvur fiskur var. Eftir 10
døgum varð fingið uppí og farið
varð til Grimsby at selja. Gjørdir
vóru tríggir ísfiskatúrar í hesum
legginum og selt varð fyri tilsam
ans 23.000 pund, umleið hálva milj
ón krónur. Tá var rokningin fyri
umbyggingina eisini goldin.
Seinni varð farið til Bjarnoynna
á saltfiskaveiðu. Tað var í hesum
tíðum, at toskurin var so smáur,
at stórur partur fór aftur í havið.
Rættilig bygdafyritøka
"Tróndur í Gøtu" var ein rættilig
bygdafyritøka, sum kom at merkja
nógv fyri sóknina. Skipað varð
fyri, at so nógvir mans sum gjør
ligt kundu sigla við uppá skift.
Manningartalið var upp til 30
mans á saltfiskaveiðu, men sam
bært Richardi Jacobsen var saml
aða manningartalið í hansara tíð
sum skipari:
1947 73 mans
1948 62 -
1949 58 -
1950 76 -
1951 57 -
Tískil vóru nógvir mans, sum
fingu eina uppá seg góða inntøku.
Dagatalið hjá hvørjum manni lá
fyri árið úr um 30 til 300.
Hagtøl vísa eisini, at inntøkur
nar vóru góðar við trolarum. Í 1949
var inntøkan í miðal við skonnart
um kr. 5.459, við sluppum kr. 4.655
og við trolarum kr. 8.538.
Flestu fiskimenn sigldu við
slupp, so í mun til inntøkurnar har,
var tað eitt kvett at sleppa við trol
ara, um tað so bert var fyri styttri
tíð. Sum frá leið minkaðu úrtøk
urnar við koltrolarunum, og tað
gjørdist tí trupult at fáa fólk.
Aftrat øllum hesum arbeiðs
plássunum, sum "Tróndur í Gøtu"
gav umborð, kom so arbeiðið, sum
skipið gav á landi, tá ið saltfiskur
varð landaður og síðan virkaður.
Reiðaríið bygdi eisini egið hús,
Tyrlahúsið, til hetta endamál. Tá
ið landað varð, fingu skúlabørnini
frí, og tey vóru nógv, sum tjentu
nakrar tiltrongdar krónur, sum
so sanniliga ikki vóru nógvar tá
í tíðini. Tey, sum minnast hesa
tíðina, minnast eisini, at tað var
rættiligur hátíðardámur, tá ið
"Tróndur" var í havn.
Mistu menn
Tað vóru eisini sorgarleikir við
Tróndi í Gøtu.
Í 1948 mistu teir ein mann, Hans
David Ranghamar, og eftir hann
sat einkja, Petrina. við 4 børn
um. Teir høvdu júst hálað, og
tað var nógvur fiskur í trolinum.
Tann fyrsti posin var tikin, og
teir snodlaðu uppí annan posan,
men av tí, at tað var so stór alda,
stóð so nógv á snodlaranum, at
tørnið fór av spælkoppinum, og
alt netið fór út aftur. Og tá var
tað, at Hans David varð tikin við.
Hann slongdist langt upp leysur
av netinum, og teir sóu hann ikki
aftur. Eingin ljóskastari var, og tað
var kolamyrk nátt, so har gjørdist
einki.
Um hesa hending greiddi skip
aran Richard Jacobsen frá, at “tá
slíkt hendir, kunnu øll fata, hvussu
hýrurin er umborð á einum skipi,
tá ein arbeiðsfelagi verður ryktur
burtur á slíkan hátt.
Hans David var í bestu árum, 42
ára gamal, og hann var av raskastu
monnum umborð.”
Í 1951 hendi ein onnur vanlukka,
sum kravdi mannalív. Tað var An
thon Bernhard, vanliga kallaður
Benni, Hansen.
Teir vóru í Aberdeen. Sum ofta
var lógu fleiri trolarar við lið um
lið í havnini. Benni skuldi fara
tvørtur um ein trolara á veg í land
saman við øðrum av manningini.
Hann leyp av lúnningini niður á
lastalúkuna á hesum trolara. Tað
var so óheppið, at presendingin
var løgd yvir lúkukarmin, so tað
sá út, sum um lúkan var á. Men tað
var hon ikki. Benni datt í lastina
og doyði stutt eftir av løstunum,
hann fekk. Eftir hann sat einkja,
Frida, við sjey børnum, tað minsta
tvey ára gamalt.
Eg var tó ikki við, tá hesar van
lukkur hendu.
Átti partapening
Eg átti partapening í Tróndi. Eg s
slapp kortini ikki við fyrsta árið.
Sjálvsagt skuldu gøtumenn eisini sum aðrar bygdir hava
trolara aftaná kríggið. Hetta bleiv tann fyrsti Tróndur í Gøtu
TROLARATÍÐIN
KEMUR TIL GØTU
Kaj í Bartalstovu
Tróndur í Gøtu, tann fyrsti av trimum skipum við hesum navni