Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017 SOSIALURIN 49 27 frá byrjan, men sjálvandi fara vit eft­ir sigrinum. Vit hava fingið eina hampiliga byrjan og royna nú bara at byggja uppá, sigur Atli Greg­er­ sen, liðskipari hjá Víkingi. Venjarin hjá HB ásannar eisini, at HB ikki hevur ráð at tapa dystin, um felagið skal gera seg galdandi í stríð­num um FM. – Um ambitiónirnar eru at koma heilt á toppin, so kunnu vit ikki tapa. Ætla vit okkum heilt upp, so kunnu vit ikki tapa, men hetta er ein fótbóltsdystur sum allir aðr­ir. Vit hava spælt fleiri javnar dyst­ ir, og tað vænti eg eisini at hes­in verður, sigur Sigfríður S. Clem­ent­ sen. Irritatión um langt leikbann HB verður uttan Daniel “Elly” Ped­er­sen, sum er skaddur, með­an Heðin Hansen framvegis hev­ur leikbann. HB hevur gjørt við­merk­ ing­ar til leikbannið, sum bleiv til tríggj­ar dystir, men tað hevur ikki hjálpt. – Vit hava víst á, at vit halda at revsingin er hørð. Millum ann­ að verður hendingin dømd eft­ir punkt 4 í vegleiðingini um leik­ bann, heldur enn punkt 3, sum er mild­ari. Tríggir dystir leikbann er tíggju prosent av kappingini, sigur Sig­fríður S. Clementsen. Heðin Hansen hevur eisini víst á, at hann als ikki sær seinnu hend­ ingini, tá ein spælari roynir at hála hann upp á beinini, sum eitt slag, men sum eina royna at skumpa hann vekk. Somuleiðis verð­ur reyða kortið givið, meðan spæl­ar­in liggur niðri, tað er ikki góður sið­ur. Um dómarin bíðaði til Heðin Han­ sen var komin á beinini, so hevði seinna hendingin ongantíð íkomið. –Um hann fekk ein dyst fyri taklingina, og ein dyst fyri eft­ ir­fylgjandi hendingina, so hevði revs­ingin passa betri, sigur Sig­fríð­ ur S. Clementsen. Fyri Víking er Hans Jørgen Djur­ huus tøkur aftur, men fyribils verð­ ur sagt, at Fróði Benjaminsen ikki verð­ur við. Higartil eru nógvir javnleikir mill­um topp feløgini – soleiðis verð­ur helst aftur hesaferð. Sosialurin tippar 1-1 Nú skal KÍ í gongd KÍ-EB/STREYMUR: DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM Sunnudagin klokkan 15.00 Tað sær ikki so galið út a stiga­talv­ uni hjá KÍ, men enn svíður javn­leik­ ur­in móti Skála á heimavølli nak­ að. Nú er ein líknandi uppgáva á skránni, og nú er vónin, at KÍ ger bart. Flestu spælararnir eru tøkir. Ísak Simonsen og Dion B. Splidt eru ivasamir, men annars er talan um sama lið, sum spældi móti Vík­ ingi farna vikuskiftið. Tá misti KÍ á stokkinum – eins og móti NSÍ. Vinnur KÍ sunnudagin, so stigatalið góðkent fyri KÍ fyrstu seks dystirnar, hóast tað kundi ver­ ið nøkur fleiri, tá hugsað verður um, at KÍ var á odda móti B36, NSÍ og Víkingi. Fyri EB/Streym er Arnbjørn Han­sen ikki tøkur, men hann hevur ikki spælt nakran serligan leiklut higartil. Hjá sundalagsmonnum verður málið at halda malið reint so leingi sum gjørligt. Møguleikan fáa sundalagsmenn altíð, men KÍ er favorittur Sosialurin tippar 2-0 Ken í hopla 07 VESTUR-SKÁLA: DÓMARI: ALEX TROLEIS Sunnudagin klokkan 15.00 Ken Fagerberg er maðurin, sum øll tosa um í 07 Vestur. Maðurin er ein einmansherur í álopinum og í løt­uni hevur tað kastað seks stig av sær. Tað tykist sum 07 Vestur hev­ur fingið vind í seglini og skorar Ken Fagerberg sunnudagin, so er ilt at síggja hvussu Skála skal koma aftur í aftur – teir hava ikki skorað í 450 minuttir. Eftir tveir sigrar upp í slag er ikki ilt at ímynda sær, at 07 Vestur hev­ur yvirtakið til hendan dystin. Skála er ikki beinleiðis í kreppu, men einki mál í fimm dystir er ein mál-kreppa. Sosialurin tippar: 1-0 VÍKINGUR Ikki við: Einar Tróndargjógv (leikbann) Ikki við: Arnhold Berg (Knæskaði, ógreitt hvussu leingi), André Olsen (Vøddaskaði, ógreitt hvussu leingi) Ivasamur: Edvin Jakobsen (Ryggskaði) Við aftur: Brian Jakobsen (Eftir leikbann) Ikki við: Johann (Ikki við, knæ), Salmundur 3-4 vikur) Ivasamir: Dánjal Godtfred Ikki við: Fróði Benjaminsen (burturstaddur), Jákup V. Olsen (1-3 vikur) Ivasamir: Andreas Lava Olsen (ryggurin) Við aftur: Hans Jørgen Djurhuus (lærkrikin) Ikki við: Dann Fróðason (burturstaddur við U17) Asbjørn Heðinsson (burturstaddur við U17) Við aftur: Søren Nielsen (eftir skaða) Janus S. Samuelsen (eftir skaða) NSÍ TB/FSC/Royn 07 VESTUR SKÁLA 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 B36-ÍF TB/FCS/Royn-NSÍ VÍKNGUR-HB KÍ-EB/Streymur 07 Vestur-Skála SOSIALURIN TIPPAR N