hósdagur 27. apríl 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
26
Ikki við: Lukasz Cieslewicz,
knæskaði (2 vikur) Høgni
Eysturoy, vøddaskaði (3 vikur)
Alex Mellemgaard, vøddaskaði
(1 vika) Fróði P. Rasmussen,
knæskaði (2 vikur) Bjarni
Petersen, lærskaði (3 vikur)
Hannes Agnarsson, knæskaði
(óvist) Ivasamur: Philip Lund
(eftir vøddaskaða)
Ikki við: Arnbjørn Hansen
(beinskaði, 2-4 vikur)
Ikki við: Daniel “Elly” Pedersen,
Heðin Hansen (leikbann)
Við aftur: Rókur av Fløtum
Jespersen
Ivasamir: Dánjal á Lakjuni
(lærkrikin, sera ivasamur),
Bogi R. Petersen (baklærið, sera
ivasamur)
Við aftur: Fritleif í Lambanum
Ivasamir: Ísak Simonsen og Dion
Splidt
ÍTRÓTTUR
TRÓNDUR ARGE
U
m vikuskiftið verður
6. umfar í landskapp
ingini í bestu deildini í
fótbólti. Púra óvæntað
liggur nýggja felagsliðið úr Suður
oynni, TB/FSC/Royn, á odda. Við
sigri á B36 í farna umfari, hevur
liðið prógvað, at tað eisini kann
vinna á teimum stóru.
Hetta kann eisini blíva umfarið,
har FM dreymurin hjá HB verður
verandi ein dreymur. Vinnur Vík
ingur í Gundadali, so eru verandi
FM vinnararnir heili átta stig
frammanfyri HB.
– Hetta er ein dystur vit ikki
tola at tapa, um vit skulu vinna
FM, sigur venjarin hjá HB. Hann er
eisini ónøgdur við langa leikbannið
hjá Heðini Hansen, sum aftur situr
uttanfyri sunnudagin.
Í Fuglafirði stríðast teir við at
manna liðið, meðan B36 hevur
fleiri skaðar enn næstan hini liðini
til samans.
Trýst á B36
B36-ÍF: DÓMARI: RÚNI GAARDBO
Leygardagin klokkan 15.00
Tað eru tvey skerd lið, sum renna á
vøllin í Gundadali leygardagin. B36
er uttan fleiri spælarar og listin er
langur. Størsti saknurin er í Lukasz
Cieslewicz og Philip Lund, meðan
ÍF er uttan fleiri lyklaspælarar –
tað eru tveir ov nógvir, tí hópurin
er tunnur.
B36 hevur ikki vunnið í lands
kappingini í ár, og tað er stórt trýst
á heimaliðnum at vinna. Meðan
teir fýra javnleikirnir móti hinum
í topp fimm frá í fjør er góðkent,
so er tapið við Stórá ikki góðkent.
Serliga, tá B36 var á odda 2-0.
Í Fuglafirði er hópurin tunnur.
Eftir ætlan skuldi bæði Clayton
Soares og Adeola Runsewe verið í
hópinum, men teir hava ikki loyv
ini upp á pláss. Nú eru eisini Dánjal
oa Lakjuni og Bogi Reinert Peter
sen meiri enn ivasamir.
– Vit fara suður at spæla okkara
møguleika og vit vilja hava stig,
men vit vita at tað verður torført,
og at tað skal ein ordans avriki til,
um vit skulu røkka tí, sigur Jákup
Mikkelsen, venjari hjá ÍF.
Hann er enn nakað argur um
støðuna við Adeola Runsewe.
– Eitt er, at vit blivu eitt sindur
snýttir í tí málinum, men tað ring
asta er, at vit ikki kunnu rætta upp
á tað. Adeola Runsewe hevði verið
ein fongur fyri okkum, tí hann var
ein góður spælari, so tað eyka bitt
urt, tá vit hava havt hann her, men
ikki kunnu brúka hann, sigur Ják
up Mikkelsen.
Tað er ongin ivi um, at B36 er fa
vorittur undan dystinum, men hig
artil hava teir ikki vunnið í lands
kappingini. Tað kundi tó verið líkt
til, at tað verður hesaferð.
Sosialurin tippar 3-1
Suðringar ræðast ongan
TB/FSC/ROYN-NSÍ: DÓMARI: PETUR
REINERT
Sunnudagin klokkan 14.30
Suðringar staðfestu farna viku
skiftið, at teir skulu takast í álvara.
Frammanundan vóru stigini kom
in móti liðum, ið endaði á niðaru
hálvu í fjør. Nú sendu teir B36
norður aftur við einum sekki upp
á 3-2. Tað enntá eftir at hava verið
aftanfyri 2-0.
– Vit hava spælt móti teimum,
sum eitast at verða botn-fimm. Nú
fingu vit so ein sigur móti teimum,
sum eitast at verða topp-fimm, so
nú er lív í her suðri, sigur Poul Inga
son, sum skoraði avgerandi málið
í dystinum, hóast hann í dag er
miðverji.
Skotski venjarin, Maurice Ross,
segði eftir dystin, at hetta var ein
tann besta kenslan hann nakrantíð
hevur havt.
– Hann trúði tí næstan ikki eftur
dystin. Eisini hvussu vit komu aft
ur í aftur. Nú fara sjálvandi aftur
eftir trimum stigum, sigur umskúl
aði miðverjin.
Hesa ferð er mótstøðan NSÍ,
sum í farna umfari vann 1-0 á HB,
hóast liðið spældi við einum manni
minni í meiri enn ein hálvleik. Sam
an við B36, so er talan nokk um tað
liðið, ið spælir besta fótbóltin, tá
talan kemur til tekniskan og av
leveringsfótbólt. Tí væntar Poul
Ingason eisini ein líknandi dyst,
sum seinast.
Tað verður eins og við B36, teir
spæla og vit skulu bróta teirra
spæl, sigur Poul Ingason.
Tað er nógv sum bendir á, at
suðuroyingar í løtuni kunnu flyta
fjøll við síni trúgv upp á tingi. NSÍ
hevði tað eisini meir enn trupult í
steypakappingini, tá TB/FCS/Royn
var á vitjan og tapti eftir longda
leiktíð. Tað hevði verið sunt og
øðrvísi fyri føroyskan fótbólt um
teir eisini liggja á odda eftir hetta
umfarið.
Sosialurin tippar: 2-1
Víkingur kann renna
avstað – ónøgd í HB
HB-VÍKINGUR:DÓMARI: LARS MULLER
Sunnudagin klokkan 15.00
Einasti dysturin millum tvey av
topp-fimm liðunum frá í fjør, er í
Gundadali sunnudagin, tá Víkingur
er gestur í HB-húsinum. Dysturin
hevur størri týdning fyri HB, tí
felagið er í vanda fyri at missa
sambandið við oddin – hinvegin,
so kann Víkingur renna undan
fleiri av hinum, um felagið vinnur.
So skal ganga illa um felagi ikki
tryggjar sær Evropa-luttøku aftur
til komandi kappingarár.
Hetta er eisini fyrsti dysturin
hjá Sigfríði S. Clementsen móti
Víkingi við nýggja HB-liðnum.
– Hetta er fyrsti dysturin hjá
okkum móti Sigfríð S. Clementsen
og HB á hesum sinni, so vit vita
ikki ordiliga hvat vit skulu vænta.
HB er á heimavølli, so teir eru fa
vorittar og vísti góðar taktir í
Runavík. Hetta kann blíva ein
dystur, har bæði liðini eru varin
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
EB/Streymur
KÍ
ÍF
FÓTBÓLTUR Suðringar eru oddalið í landskappingini. Eftir sigurin
móti B36 hav teir prógvað, at teir ræðast ongan. -Vit fara sjálvandi eftir
sigrinum, sigur Poul Ingason, ið váttar, at tað er gott lag í Suðuroynni
Upptakt til 6. umfar:
SUÐRINGAR
RÆÐAST ONGAN