Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017 SOSIALURIN 49 25 25 SETA DAGSKRÁNNA Í Bretlandi skal eisini verða val skjótt. Ikki bert til parliamentið í Westminster, men eisini ein fólka­ atkvøða um loysing í Skot­landi. Enn er óvist nær hon verður, tí almenna tíðarætlanin er útsett nakrar ferðir. Aðrastaðni er politiskt rumb­ul, ið vindur uppá seg. Fyri okkum í Evropa er tað eitt sindur ófrætta­ kent, at støðan í Turkalandi versnar og at landið politiskt fer ein heilt annan veg enn Evropa. Frælsir verða tikin frá fólki. Eisini verða andstøðingar og fjølmiðlar tagdir, um teir alment finnast at forsetan Erdogan. Múrurin útsettur Eitt av fremstu vallyftunum hjá forsetanum í USA, Donald Trump, var at byggja ein múr millum USA og Meksiko. Donald Trump fanst ofta at Meksiko fyri ikki at hava nóg gott eftirlit við hvør flýddi norður til USA og at nógvir meksikanar vórðu ólógliga í landinum. Fyri at steðga hesum skuldi ein múrur byggjast millum lond­ini. Ætlanin var, at múrurin skuldi gerast beinavegin, men nú er verk­ætlanin fyribils steðga. Fígg­ ingin er ikki komin uppá pláss og ætlanin fekk mótstøðu tá fíggjar­ ætlanin var fyri. Hóast republi­ kanski flokkurin hevur meirluta í senatinum, so krevjast 60 av 100 senatorum at góðkenna ætlaninar, men republikanar eru einans 52. Tað vil siga, at átta demokratar skulu eisini taka undir við tí og demokratiski flokkurin er harliga ímóti, at múrurin verður bygdur. Skotska fólka­ atkvøðan dregur út Skotski loysingarflokkurin, SNP, hevur fingið loyvið frá tinginum í Edinburgh at skriva út eina nýggja fólkaatkvøðu. Seinasta fólkaatkvøða var ann­ ars fyri trimum árum síðani. Tá valdi ein meirluti at halda fram við at verða í samríki við restini av Bretlandi. Tá segði leiðarin í SNP, Alex Salmond, at nú var hesin spurningurin svaraður í eini 20 ár fram. Tíðirnar broytast tó og nú er støðan tann, at Skotland er á veg úr ES, ímóti sínum vilja. Tí vil nýggi leiðarin í SNP, Nicola Sturgeon, hava eina fólka­ atkvøðu afturat. Eftir ætlan skuldi almenna tíðarætlanin verið løgd út, men hon dregur nú út. Enn verður tó roknað við, at fólkaatkvøðan verður annaðhvørt á heysti 2018 ella á vári 2019. Tað verður nógv gitt um hví einki er alment lagt fram enn. Nógv gita, at orsøkin er tann, at Sturgeon ikki hevur fingið tann stuðul í veljarakanningum, sum hon hevði væntað. Yvir 1000 fólk handtikin í Turkalandi Turkiskir myndugleikar hava handtikið yvir 1000 fólk, ið verða søgd at verða partur av royndini at gera stjórnarkvett í landinum seinasta summar. Andstøðingurin, Fethullah Gulen, ið er flýddur til USA, er ákærdur at verða handan kvett­ royndina og stuðulsfólk hansara eru í stóran mun handtikin ella burturvíst úr Turkalandi síðan atsóknin fór fram. Forsetin í Turkalandi, Erdogan, segði, at viðhaldsfólk Gulens hava infil­trera stóran part av løgregluni, dóms­ valdinum og herinum í Turkalandi og har mátti ruddast upp. Síðan seinasta summar eru yvir 47,000 handtikin, íroknað 10,000 løgreglufólk og 7,500 hernaðarfólk. ES parliamentið viðtók herfyri, at Turkaland skuldi verða undir størri eftirliti og at frælsi millum annað at úttala seg í Turkalandi var nú so hert, at okkurt mátti gerast. Erdogan forseti ákærdi hinvegin ES fyri at hava vent bakið til Turka­ lands. Erdogan slær hart niður á teirra, ið hann metir stuðla andstøðingum Nicola Sturgeon hevur enn ikki alment boða frá nær fólkaatkvøðan verður Donald Trump hevur ikki slept ætlanunum um at byggja múrin - hóast fíggingin ikki er komin uppá pláss