hósdagur 27. apríl 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
24
TÍÐINDI
T
að er nógv, ið hendir
í londum kring um
í heiminum. Bæði í
Fraklandi og í Bretlandi
skulu val verða í næstum. Tað
fyrra er seinna umfarið í franska
forsetavalinum, har fyrrverandi
sosialdemokraturin Emmanuel
Macron, sær út at fra at vinna
valið ímóti Marine Le Pen og
gerast næsti forseti Fraklands.
Tað er nógv, sum vilja verða við, at
hann vinnur líka nógv vegna tað,
at hann ikki er Le Pen sum fyri sín
politikk, tí hann er ógvuliga lítið
útlagdur enn.
Vikan
sum fór: VAL Í EVROPA S
Macron vann fyrsta umfar
Sunnudagin hevði Frakland
fyrsta umfar av forsetavalinum.
Fleiri bjóðaðu seg fram, men,
sum væntað var, so kláraðu tey
stóru flokkarnir seg ikki væl á
valinum. Republikanski flokkurin
og sosialistiski flokkurin máttu
báðir ásanna, at teir mugu royna
okkurt nýtt fyri at at vinna
veljarar aftur. Gamli politikkurin
hjá teimum gomlu flokkunum
bleiv skumpaður til viks av
nýggja flokkinum En Marche við
Emmanuel Macron á odda og av
Front National, við Marine Le Pen
á odda, blivu ávikavist nummar eitt
og tvey. Macron vann við 24.01%
og Le Pen gjørdist nummar tvey
við 21.3%. Tískil skulu tey bæði í
ein umdyst 7. mai, tá vinnarin av
franksa forsetavalinum endaliga
skal finnast.
39 ára gamli Emmanuel Macron
er spáddur at vinna trygt á Marine
Le Pen. Í løtuni siga forsagnirnar,
at Macron fær 60% og Le Pen 40%.
Eftir øllum at døma verður
Emmanuel Macron næsti
Seinasta vikurnar hava verið sera
ófriðaliga í suður amerikanska
landinum Venesuela. Forsetin
í landinum, Nicolas Maduro, er
undir stórum trýsti at skriva út
nýval, men higartil hevur hann
ikki givið eftir.
Búskaparliga støðan í Vene
suela er sera ring. Arbeiðsloysi er
methøgt og tað tykiskt ikki sum
politiska skipanin hevur klárað
at fingið skil á støðuni. Tørvurin
er so stórur, at fleiri meta nú,
at talan er um eina humanitera
kreppu.
Seinasta mánaðin eru 26 fólk
deyð í ófriðinum, sum heldur
áfram enn.
Ófriður í
Venesuela
Tað er ófriðarliga í Venesuela fyri tíðina
SÓLVIT NOLSØ