Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017 SOSIALURIN 49 23 náttúruvanlukkuna, sum tey í Japan nevna "The Great East Japan Earthquake and Tsunami" ella bara "3/11" var einki Ishinomaki Lab. Men hvør er fyritøkan og hvør er sálin í henni? Tað setti eg mær fyri at finna út av og fór allan vegin úr Føroyum til Japans, tí eg vildi og mátti vitja hesa fyritøku. Eg hevði verið í sambandi við tey, áðrenn eg fór heimanífrá, og vit høvdu gjørt avtalu um, nær eg skuldi koma á vitjan. Móttøkan eg fekk var eisini fantastisk, eg føldi meg vælkomna og virðismetta, tey høvdu gjørt sær tann ómak at finna út av, hvør eg var, tey kendu Shisa Brand, og tað sum frøddi meg mest var, at tey høvdu eisini lisið væl uppá um Føroyar. Skyldskapur verður staðfestur Sambært avtalu, vístu virkis­leið­ arin, Chiba san, og Canadiarin og umsetarin, David, mær runt á verksmiðjuni. Eg fekk stórt innlit í, hvussu framleiðslan gekk fyri seg, hvør gjørdi hvat, hvar, træ, veitarar, design, o.s.fr. Men hóast vit gingu og tosaðu um fyritøkuna og framleiðsluna, so hevði ein triði lagt seg afturat rundvísingini. Hann var áhugaður í Føroyum, og hóast hann dugdi lítið og einki enskt, so vísti hann við stoltleika á, hvussu væl hann hevði lisið uppá um Føroyar. Hann var serstakliga fegin um, at vit í Føroyum drepa grind, tí umframt at vera fiskivinnubýur, so hevur Ishinomaki langa siðvenju í at drepa Sildreka, so her var nærum talan um skyldskap okkara millum. Hetta hevði sjálvsagt einki við vitjanina hjá mær í Ishinomaki at gera, men hendan móttøkan sigur nógv um tey fólkini, eg møtti - tey vóru glað, at eg var har, tey vildu vita um meg, tey vildu vita um Før­oyar og føroyingar. Eg møtti yvir­skoti og hjartarúmi. Neyð lærir nakna kvinnu at spinna Eftir rundferð í framleiðsluhøllini, har Chiba san við eldhuga og opin­leika hevur greitt mær frá, hvussu tey arbeiða, seta vit okk­um inn á skrivstovuna hjá teimum at tosa. Skrivstovan er ein felagsskrivstova, men vit sleppa at tosa í frið og náðum, hóast ein av starvsfólkunum stendur og pakkar niður eina stóra bílegging av taskum fyri endan av langa flotta borðinum, ið tey sjálvsagt sjálvi hava gjørt, og onnur sita við teldurnar. Fyri at skilja andan í fyritøkuni og sniðið á tí tey fram­leiða, er neyðugt at fara aftur til byrjanina, aftur til jarðskjálvtan og flóðalduna 11 mars 2011. Og tess meira Chiba san greiður frá um dagin, tá jarðskjálvtin og flóðaldan raktu, fyrstu dagarnar eftir og tíðina tá farið var at byggja upp, tess meira hugsi eg um góða gamla føroyska orðatakið , ógvuliga rørd av at hoyra hann greiða frá. Hvussu tað var at vera innistongd á aðru hædd í húsinum og bara síggja ræðuleikarnar uttanfyri, hvussu tey, tá vatnið umsíðir hevði trekt seg aftur, máttu bróta inn í auto­matirnar í býnum at fáa reint at drekka. Hvussu lukkan hevði verið við teimum í teirra húskið, at tey enn áttu ein ovn, sum brendi olju, tí gassleiðingin til gassovnarnar í býnum var oyðiløgd og í mongum førum høvdu sett eld á hús. Dagin eftir flóðalduna var nevnliga farið at kava og frysta í býnum, og tað gjørdi ikki støðuna hugaligari fyrstu dagarnar. Seinni skuldi tað tó vísa seg, at tað var gott í kuldanum, tí tað hevði gjørt at bakteriurnar ikki blivu tær, sum man kundi vænta, um talan var um hásummar. Frágreiðingin er innilig, og hóast eg føli samkenslu, tá eg á røddini hoyri sorgina og síggi hana í eygunum, so veit eg, at eg havi ikki royndir sum kunna gera, at eg kann seta meg inn í støðuna - men eg merki hvussu tárini fyllast eisini í eygunum og føli meg sindur illa av at kenna meg so veika, tá tey hava verið so sterk. Mangan havi eg sjálv brúkt orðatakið um, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna, men aldrin hevur tað verið so ítøkiliga greitt og givið so góða meining, sum tá eg lurti eftir Chiba san. At talan hevur verið um neyð er eingin spurningur, her hevur verið reint vónloysi og eg dugi illa at ímynda mær, at fyrsti tankin ikki hevur verið at rýmt, rýmt so langt burtur sum yvirhøvur tilber. Tølini fyri Ishinomaki tala greitt; 56.696 bygningar fingu ógvusligan skaða, harav 20.036 vóru heilt oyði­lagdir og yvir 20.000 fólk vóru vorðin heimleys og mist alt tey áttu. 3.176 fólk lótu lív og 425 eru enn ikki afturíafturkomin, og tí er spurningurin, um man nú, 6 ár seinni ikki kann siga, at talið av deyðum tí helst er nærri 3.600. Omaná hetta var tað óvissan um, hvat fór at henda við kjarnorkuverkinum í Fukushima, og hvørja ávirkan tað fór at hava á alt økið. Teach a man to fish and you feed him for a lifetime Tá eg spyrji Chiba san hvør allar fyrsti tankin var við Ishinomaki Laboratory svarar hann við at vísa til kenda orðataki "give a man a fish and you feed him for a day; teach a man to fish and you feed him for a lifetime". Uppruna tankin var nemliga aldrin, at hetta skuldi blíva ein handilsfyritøka. Endamálið var at hjálpa teimum raktu, so tey kundu gera, umvæla og endurbyggja møblar. Endamálið var at geva teimum lokalu møguleikar og førleikar so tey kundu hjálpa sær sjálvum fyrst og fremst. Tey vistu, at tað vóru fýra variabular sum skuldu til; Tilfar, reiðskapur, eitt hølið og undirvísarar at hjálpa og leggja lag á og tað var hetta sum Chiba san og hini vildu skapa. Men í veruleikanum var tað eitt fimta element sum skuldi til, fyri at ólærd skuldu kunna byggja egnaðar møblar. Hetta fimta element var design. Designið av møblunum, sum tey skuldu kunna gera mátti vera einfalt og gott. Og tað var her, at stóra hjálpin kom frá sjálvbodnum uttanífrá. Eitt toymi av sniðgevum og kreativum, serliga úr Tokyo, var frá byrjan partur av verkætlanini. Tað serliga við toyminum var, at tey høvdu eitt annað yvirskot, tey vóru komin úr heldur óraktum øki upp til Ishinomaki fyri at hjálpa til, har tey kundu. Og tað vóru júst teirra førleikar, sum gjørdu stóra munin. Tey høvdu áræði, tey løgdu lag á, umframt at tey høvdu førleikarnar til at sniðgeva og skapa einføld snið, sum vóru løtt at gera hjá fólkunum. Einføld snið, ið ikki settu tey stóru krøvini til reiðskap og heldur ikki kravdu serligar førleikar av teimum, sum skuldu gera møblarnar. Gott, snøgt, og einfalt DIY snið. Hesin bólkur av kreativum vóru alt frá arkitektum, møbla sniðgevum, grafikarum, samskiftisfólki, web fólki og curatorum. Hesi skuldu seinni vísa seg at hava ein serligan leiklut tá Ishinomaki Lab flutti seg frá at vera ein her og nú verksmiðja til eina handilsfyritøku. Tey høvdu nevnliga ikki bara ein stóran leiklut í sniðnum av vørunum, men eisini í brandingini og marknaðarføringini. So tá restin av Japan og umheimurin fingu eyga fyri Ishinomaki Lab vóru tey klár; búmerki, sølutilfari, myndir, erligar og lýsandi søgur, heimasíða og PR og marknaðarføring, tað bleiv alt borið á mál av hesum bólkinum. Sushi kokkurin ið gjørdist verksmiðjuleiðari Chiba san arbeiddi sum Sushi kokkur áðrenn jarðskjálvtan og hevði tí einki beinleiðis knýti til at gera møblar, men glaða og optimistiska sálin í honum gjørdi, at hann tók hesa ábyrgd á seg. Tað hevur verið ein strævin tíð og ein stór avbjóðing viðgongur hann, men tað hevur eisini verið ein stór gleði og stuttligt at byggja tað upp, sum tey hava gjørt. Tað eru fleiri persónar, sum hava havt avgerandi týdning fyri Ishinomaki Lab, og leitar man á netinum og í bløðum eftir greinum og søgum um fyritøkuna, so er tað eisini ymiskt hvønn av hesum persónum og hvørja persónliga søgu støðið verður tikið úr. Eg møtti Chiba san, sum seinnu árini hevur havt dagligu ábyrgdina av fyritøkuni. Eg hevði fegin vilja møtt øllum teimum, sum hava verið við, men tað má bíða til næstu ferð, eg fari at vitja. Tí aftur fari eg! Chiba san er ógvuliga takksamur um toymið handan Ishinomaki Lab og tann stuðul, sum tey hava fingið hesi árini, tey hava lagt nógva orku í at menna fyritøkuna til tað, hon er í dag. Tey flestu búgva í Tokyo og hava annað starv, men tey føla seg sum part av fyritøkuni og mennandi felagsandanum og eru tí altíð klár, tá tørvur er á teimum, um tað er marknaðarføringstilfar, sum skal gerast, nýggi snið skapast ella annað. Chiba san er eisini stoltur um, at tað bert var fyrsta árið, at tey fingu fíggjarligan stuðul. Nakað av fíggjarligum stuðuli kom frá landinum, men mest var tað sedrisviðurin, sum tey tá fingu frá Canadian Cedar - í dag keypa tey sama við frá fyritøkuni, sum áður stuðlaði teimum, og tað gevur eisini eina kenslu av stoltleika og sigri. Chiba san veit væl, at tey hava gjørt nakað gott við Ishinomaki Lab, men hann er eyðmjúkur og vil ikki veruliga taka ímóti rósandi orðunum, eg havi at bera honum og toyminum. Hann hevur fortalt søguna ofta, um upprunan og sálina, tað veit eg, men innlivingin er hin sama, tað sæst á eygunum hjá honum - hann er stoltur og fegin. Canadiumaðurin David er umsetari hjá okkum við borðið og óroynd sum eg eri í hesi støðu seti eg oftast spurningarnar líka nógv við at hyggja uppá David og skeiti so líka uppá Chiba san ímillum. Men tá vit hava sitið saman í góðan tíma, hyggi eg uppá Chiba san og spyrji "are you proud of what you have made here?" Eg visti, at hetta fór hann at skilja, og føldi meg trygga at spyrja so avgjørd, hóast tað kanska ikki er so japanskt at gera. "Yes" sigur hann bestemt og gevur tað eyðkenda japanska høvuðbukki í tí hann svarar. Tað var nokk fyri meg. Tað var nokk fyri meg! Sissal Kristiansen Sniðgevi og samskiftisserfrøðingur