hósdagur 27. apríl 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
22
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Tíðargrein
Forvitni um ein
aðra mentan
Mín ferð til Ishinomaki
E
ftir at hava lisið grein
um Ishinomaki Lab
(stytt fyri Laboratory)
í Monocle í februar
í ár gjørdi eg av, at hetta var
ein fyritøka og eitt øki, eg
vildi vitja. Ishinomaki, ið
liggur á eysturstrondini í
Japan, út til Kyrrahavið, er
ein av býunum, ið lá tættast
jarðskjálvtamiðdeplinum
og tí eisini ein av býunum,
ið varð harðast raktur av
jarðskjálvtanum og tsunamini 11.
mars 2011 (3/11). 10 metra høgar
aldur floymdu inn yvir býin
og løgdu umleið 15% av býnum
undir seg, útvið 3600 fólk lótu lív í
býnum, 20.000 gjørdust heimleys
og materiellu oyðileggingarnar
vóru øðiligar.
Tað eru ofta greinar um
vakrastu støð í heiminum,
bestu matstovur og annað, sum
draga fólk til sín, men í hesum
føri var tað eitt annað forvitni
og ein annar vakurleiki, sum
dró meg. Spurningurin, sum
mól í høvdinum hjá mær var,
»hvussu kann man fóta sær
aftur eftir at hava verið fyri
slíkari náttúruvanlukku og
samstundis megna at byggja seg
nærum sterkari uppaftur?« Tað,
sum hugtekur meg er styrkin
í menniskjanum eftir slíka
vanlukku, hvussu bjartskygdir
persónar megna at lyfta eitt
samfelag við at fara saman
í felagsskap og vekja vón og
áræði. Tað eru ofta lítillatnir
persónar, sum hava eina drívmegi
og eitt dirvi saman við teirra
persónligheit, sum megna at
vekja hesa vón. Tað er ikki
bert í tí ítøkiliga og sjónliga, at
vit kunna finna íblástur, ofta
er størsti íblásturin at finna í
menniskjanum, í fólkasálini og
mentanini. Og tí gekk leiðin til
Japans síðst í mars í ár.
Apríl 2017
Knappar tveir mánaðar eftir,
at eg hevði lisið greinina, fór eg
til Ishinomaki, har eg steðgaði í
4 dagar. Eg hevði verið í Tokyo
í 11 dagar, áðrenn eg fór víðari.
Eg visti, at sannlíkt dugdu tey
ikki væl enskt har, so tað var
skilabest líka at venja seg við
japanaska málið og mentanina
áðrenn, eisini í vón um at nakað
av málinum skuldi vera komið
til mín, áðrenn eg fór upp har.
Ishinomaki liggur norðanfyri
Tokyo, og við toki tekur tað um
3 tímar at koma hartil. Fyrst 2
tímar við skjóttgangandi toki til
Sendai, og harfrá við vanligum
toki til Ishinomaki. Í tokinum
frá Sendai til Ishinomaki rann
ein flóð av kenslum ígjøgnum
kroppin hjá mær. Eg føldi meg
óvanliga rørda og sorgblíða.
Veðrið var deprimerandi og
keðiligt. Tað oysregnaði uttanfyri
og hevði gjørt tað dagin fyri
eisini. Húsini í Japan eru ikki
sum í Føroyum, eftirsum japanar
ikki ganga líka høgt uppí, hvussu
húsini síggja út, sum vit hava
lyndi til at gera í Føroyum, men
tað var annað afturat, sum
gjørdi, at útsýnið fyri mær var so
deprimerandi. Her sóust greiðar
leivdir av flóðalduni - summi
hús vóru viðtikin, onnur stóðu
tóm, meðan onnur manglaðu í
myndini, og tí var bara ein tómur
blettur. Regnið hevði eisini skapt
størri og smærri hyljar og tað
skapti ræðandi áminningar.
Tankarnir blivu órealistiskir,
tað var sum vóru hyljarnir
enn restir av flóðalduni, hvat
teir sjálvsagt ikki hava verið,
men hetta vóru bráðtankarnir
og kenslan, eg sat við. Tá eg
var komin á gistingarhúsið,
sum eisini hevði staðið undir
í vatni alt sum tað var 6 ár
frammanundan, hevði eg bestan
hug bara at vera har til eg skuldi á
fund næsta dag - tað var ov
deprimerandi uttanfyri. Eg
fór tó alíkavæl ein gongutúr í
býnum og brádliga broyttist
huglagið til at blíva optimistiskt.
Fólkini eg møtti vóru óvanliga
fyrikomandi og opin, og hóast
tey ikki dugdu enskt, vóru tey
bæði prátingarsom og forvitin.
Tey góvu mær eina mynd av
einum býi, sum bæði var merktur
av sorg og máttloysi, men eisini
av jaligheit, opinleika, áræði og
eldsálum, sum veruliga løgdu lív
og sál í at gera Ishinomaki til ein
blómandi bý.
ISHINOMAKI 2.0 OG IRORI
Ishinomaki 2.0 og Irori
Eitt av fyrstu støðunum eg
vitjaði hetta kvøld, var IRORI,
kaféin og almenna felagshølið
hjá Ishinomaki 2.0. Eg gekk til
vildarliga framvið, ávegis aftur
á gistingarhúsið, tá eg sá eina
av eyðkendu benkrunum hjá
Ishinomaki Lab uttanfyri. IRORI
er ímynd av vón. Endamálið við
staðnum er, at fólk skula kunna
koma inn og arbeiða og byggja
seg upp. Alt tey seldu var frá
fyritøkum, sum eru vorðnar
til aftaná 3/11, og felags fyri
tær allar er, at tær vilja skapa
vón aftur í økinum. Persónliga
móttøkan eg fekk var eins
vøkur, ein blíðskapur og áhugi
eg aldrin áður havi møtt. Eg var
seld. Felagsskapurin Ishinomaki
2.0, ið er sprottin úr 3/11, hevur
eina greiða visión, tey vilja
gera Ishinomaki til tann mest
áhugaverda býin í heiminum.
Stovnarnir vóru ein bólkur av
sjálvbodnum, ið fóru saman;
tey vildu lata býin upp, savna
hugskot og tankar, vitan, royndir
og førleika í økinum og úr øllum
heiminum og skapa eina nýggja
framtíð fyri býin og økið. Gamlir
hættir at gera tingini uppá
máttu endurhugsast, nýggja
generatiónin mátti takast við og
saman máttu tey taka leiðsluna
og ábyrgdina fyri at skapa nýtt.
Hóast Ishinomaki 2.0 er navnið
á felagsskapinum, ynskja tey
heldur, at tað skal síggjast sum
ein nýggjur hugsunarháttur.
Ishinomaki Lab
Ishinomaki Lab er ikki beinleiðis
sprottin úr Ishinomaki 2.0, men
Ishinomaki Lab hevur somu
røtur, og nógv samstarv er
millum bæði. Ishinomaki Lab
er í dag ein viðurkendur DIY
møplaframleiðari í Japan. Søgan
hjá fyritøkuni er bara ikki sum
søgur hjá fyritøkum flest. Tað
byrjaði við stóra jarðskjálvt
anum og flóðalduni. Vónloysið
var stórt. Stór øki í býnum vóru
javnað við jørðina, og støðan
var ræðulig í økinum. Áðrenn
Tíðargrein