Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017 SOSIALURIN 49 21 Tað almenna fær verri skoðs­mál enn tey privatu Kanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri fyritøkuna Fegin, vísir, at almennir stovnar fáa verri skoðsmál enn privatar fyritøkur, tá ið tað ræður um tænastu. Minni enn triði hvør, sum er spurdur í kanningini, er nøgdur ella væl nøgdur við tænastuna, sum viðkomandi hevur fingið frá almennum og kommunalum stovnum. – Tað er munur á tænastuni hjá almennum stovnum. Meðan summir veita góða tænastu og hugsa um brúkaran, hava aðrir stovnar mannagongdir, sum í stóran mun gagna starvs­ fólkunum heldur enn við­ skiftafólkunum. Kanningin gevur ábendingar um, at tað eru ov nógvir almennir og kommu­nalir stovnar, sum ikki veita eina nøktandi tænastu til borgararnar, sigur Niclas Heri Jákupsson. – Almennir stovnar eiga at hava ein kjarnutænastu, sum er í lagi. Tað eru nøkur minstukrøv, sum fólk vænta av einum stovni. Tað er til dømis, at tele­fonin svarar, at tey fáa eina vinarliga mót­ tøku, at tey verða umstilla til rætta persónin, at tað svarar har, og at tey fáa ta hjálp, tey biðja um. Niclas Heri Jákupsson held­ ur ikki, at tað er avgerandi fyri skoðsmálið hjá almennu stovnum, at teir í nógvum før­ um umsita mál, sum borgarin ikki heldur er so hugalig. – Í stóran mun snýr tað seg ikki um, hvat tú gert, men hvussu tú gert tað. Summir stovnar leggja seg veruliga eftir at veita eina góða og vinar­liga tænastu, hóast teirra virkisøki ikki altíð er so huga­ligt fyri fólk, meðan aðrir stovnar ikki megna tað, og tá upp­liva fólk, at tey fáa eina tænastu, sum ikki er nøktandi ella er vánalig. – Tað snýr seg um at verða tilvitaður um tænastu og at gera greiðar avtalur á stovn­ inum um grundleggjandi tæn­ astu og mannagongdir, sum gagna viðskiftafólkunum, sigur Niclas Heri Jákupsson. Hugsa um seinast, tú bað um tilboð upp á eina vøru ella tænastu. Hvussu upplivdi tú hetta? Eg fekk tilboðið skjótt og starvsfólk ringdi fyri at fylgja upp .. 19,7 % Eg fekk tilboðið skjótt, men eingin ringdi fyri at fylgja upp .... 19,3 % Eg fekk tilboðið seint, og starvsfólk ringdi fyri at fylgja upp .. 4,6 % Eg fekk tilboðið seint, men eingin ringdi fyri at fylgja upp .... 8,7 % Eg fekk tilboð, tá ið eg hevði rykt eftir tí .................................. 13,7 % Eg fekk einki tilboð ......... ................................................................ 7,3 % Veit ikki/havi ongar royndir ................................................ ............ 26,7 % Hugsa um seinast, tú bað um tilboð upp á eina vøru ella tænastu. Hvussu upplivdi tú hetta? Hvussu ert tú nøgdur við tænastuna, tú fært frá starvsfólkum á almennum og kommunalum stovnum (1-5)? 1 – sera ónøgdur ................ 10 % 2 ............................................ 24,3 % 3 ............................................ 30,7% 4 ............................................ 23,7 % 5 – sera væl nøgdur ........... 5,7 % Veit ikki/ongar royndir ....... 5,7 % Hvussu ert tú nøgdur við tænastuna, tú fært frá starvsfólkum á almennum og kommunalum stovnum (1-5)? megna ikki nóg væl at lata tilboð, og síðani at fylgja upp. Hetta eru avgerandi lutir fyri at fáa ordran frá fólkum, sum hava í hyggju at keypa eina vøru ella tænastu, sigur Niclas Heri Jákupsson. – Eftir mínum tykki er høvuðs­ orsøkin til, at uppfylgingin er so avmarkað, at sølufólk stúra fyri at fylgja upp. Tey halda kanska, at kundin ikki ynskir uppfylging, ella tey óttast at verða avvíst, ella at kundin heldur tey vera ágangandi. Men skal mann veita eina góða tæ- nastu, so ræður eisini um at bjóða sær til at fylgja upp, tá ið tilboðið er latið, og tað kann gerast við at spyrja kundan, nær hann ætlar at taka eina avgerð, og so avtala eina tíð til uppfylgjandi samtalu. Hetta skal sjálvandi alt gerast virðiligt og skal ikki verða ágangandi. – Størri dirvi og betri strukturur kann hava við sær eina munandi betri tænastu og harvið eisini eina størri sølu. Tær fyritøkur, sum skráseta samskiftið við kundan væl, hava stóran fyrimun, tá ið tað kemur til sølu og tænastu, sigur Nilas Heri Jákupsson, sum hevur hug at samanlíkna sølu við at fiska: – At lata eitt tilboð og ikki fylgja tí upp kann samanlíknast við, at abbi mín setti eina línu, men ikki dróg hana. Fleiri tøl frá kanningini av sølu og tænastu, sum spyr.fo hevur gjørt, verða løgd fram á Ársins sølu­degi, sum verður hildin í Norð­ ur­landahúsinum mikudagin 3. mai. EYDUN@SOSIALURIN.FO – Sum sølufólk skalt tú tora at samskifta við fólk, tú skalt verða opin mótvegis teimum, spyrja um teirra tørv og ikki prakka nakað upp á fólk, sum tey ikki hava brúk fyri, sigur Niclas Heri Jákupsson, søluráðgevi MYND: SARAZAC