hósdagur 27. apríl 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
20
Nýggj kanning:
TÆNASTA
Nýggj kanning vísir, at nógvir føroyingar halda seg fáa verri tænastu
í Føroyum enn í øðrum londum. Søluráðgevi heldur, at føroysk
sølufólk mangla útbúgving og dirvi til at veita betri tænastu
TÆNASTA
Í FØROYUM
ER VERRI ENN
UTTANLANDS
EYÐUN KLAKSTEIN
M
eira enn helmingurin
av
føroyingum
halda seg ikki fáa
eins góða tænastu í
Føroyum, sum teir fáa uttalands.
Tað vísir ein spurnarkanning,
sum spyr.fo hevur gjørt fyri
felagið Fegin, ið fæst við at ráðgeva
um sølu og tænastu. 300 fólk hava
verið við í kanningini.
Tá ið fólk verða spurd, hvat tey
sum heild halda um kundatænastu
í Føroyum samanborið við útlond,
svara meira enn 52 prosent, at tey
halda, at kundatænasta í Føroyum
er eitt sindur verri ella munandi
verri enn í útlondum. Stívliga 40
prosent av teimum spurdu halda,
at tænastan í Føroyum er eins góð,
og bert 7 prosent halda, at tæn
astan í Føroyum er betri enn hon,
tey uppliva uttanlands.
– Fólk samanlíkna helst Føroy
ar við serliga Danmark og annars
nærmastu grannalondini, har tey í
langa tíð hava havt fokus á sølu og
tænastu. Mín fatan av støðuni er,
at londini rundan um okkum hava
virt sølu og tænastu høgt í nógv
ár og hava útbúgvið fólk miðvíst,
og tí duga tey eisini væl at veita
góða tænastu til viðskiftafólkini,
sigur Niclas Heri Jákupsson, sum
er stjóri í Fegin og ráðgevur før
oyskum fyritøkum um sølu og
tænastu.
– Nakrar vinnur í Føroyum
eru betri fyri enn aðrar, tá ið tað
ræður um tænastu. Summar
vinnur hava dagligt samband við
ein altjóða marknað – til dømis
partar av ferðavinnuni, hotell
og aðrar fyritøkur – og tað bæði
setur krøv til tær og gevur teimum
nakrar royndir og íblástur, sum
tær njóta gott av, sigur Niclas Heri
Jákupsson.
Samskifti og virðing
Í sínari ráðgeving leggur Niclas
Heri Jákupsson stóran dent á, at
søla og tænasta snýr seg um gott
samskifti og at hava virðing fyri
kundanum.
– Søla er eitt handverk, og
nøkur eru fødd sølufólk, men øll
kunnu læra tað. Lykilin til góða
tænastu er virðiligt samskifti við
kundan. Sum sølufólk skalt tú tora
at samskifta við fólk, tú skalt verða
opin mótvegis teimum, spyrja um
teirra tørv og ikki prakka nakað
upp á tey, sum tey ikki hava brúk
fyri. Tað skal verða eitt virðiligt
samskifti, sum ikki er ágangandi,
men hinvegin er vinarligt og
hjálptsamt. Á ein hátt snýr tað seg
heilt einfalt um vanliga høfligheit
og umfólkaskikk.
– Kanningar vísa, at 75 prosent
av sølutilgongdini er kenslulig, og
eisini tí hevur tað stóran týdning,
at sølufólk skapa eitt gott og trygt
samband við kundan við at spyrja
og lurta. Vit hava tvey oyru og ein
munn, og tí skulu vit lurta meira,
enn vit tosa. Tá ið sølufólk spyrja
nærri um tørvin hjá fólki, fáa tey
eisini upplýsingar, sum gera tey
betri før fyri at geva kundanum
júst tað vøru ella tænastu, tey
hava brúk fyri. Meira vit spyrja og
lurta, meira áhuga og virðing vísa
vit kundanum, og tá kenna tey seg
trygg. Harvið fær mann ein stóran
fyrimun, tá ið mann setur seg inn
í tørvin hjá fólki, sigur Niclas Heri
Jákupsson.
Hann mælir eisini leiðslum á
fyritøkum og stovnum til at finna
røttu fólkini og at útbúgva tey
innan sølu og tænastu.
– Hetta er eisini ein leiðslu
spurningur. Ov ofta hendir tað,
at fólk verða sett at selja ella
veita tænastu, uttan at tey eru
upplærd og hava fingið neyðugu
amboðini til at klára seg væl. Har
síggi eg ein greiðan mun millum
Føroyar og útlandið, tí aðrastaðni
eru fyritøkur sera tilvitaðar um,
at sølufólkini hava lært um sølu
og tænastu. Har eru vit í Føroyum
heilt einfalt komin ov stutt, sigur
Niclas Heri Jákupsson.
Uppfylging og tilboð
Kanningin, sum spyr.fo hevur
gjørt fyri Fegin, vísir eisini, at
fyritøkur ikki eru serliga góðar til
at lata kundum skjót tilboð upp
á vørur ella tænastur, og síðani
at fylgja tilboðunum upp. Bert
fimti hvør av teimum spurdu
upplivdi at fáa tilboðið skjótt, og
at starvsfólk fylgdu upp, eftir at
tilboðið var latið.
– Her hava føroyskar fyritøkur
flest pengar at heinta, og her er
skjótast at gera mun. Í hesum føri
senda fólk greið keypssignal, tey
biða um tilboð, men fyritøkurnar
Hvat heldur tú sum heild um
kundatænastu í Føroyum í
mun til uttanlands?
Munandi verri ..................... 15,7%
Eitt sindur verri ................... 36,6%
Eins góð ................................ 40,67%
Eitt sindur betri ...................
5,6 %
Munandi betri ........................
1,3 %
Kanning: Spyr.fo fyri Fegin
Hvat heldur tú sum heild um
kundatænastu í Føroyum
í mun til uttanlands?