Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo tíðindi síða 9 Eitt øgi­liga javnt samfelag Síða 10 Annika trýsti á knøttin Í dag er 1. mai – altjóða ar­beið­ara­ dag­ur, sum hevur verið hildin sum stríðs­dagur arbeiðaranna síðani 1889, tá kongressin hjá Sosialistiska Int­er­na­tionala – á 100 ára degnum fyri fronsku kollveltingina, gjørdi av, at dag­urin skuldi heiðra arbeið­ ar­um kring heimin. Mangan hoyrist sagt, at okkum tørv­ar ikki longur fakfeløg, at tíð­in er farin frá teimum, og at stætt­ar­ stríð­ið er av. Víst eru framstig, sum sjál­ vandi eru elvd av teimum, sum hava stríðst og slóð­að fyri. Hó­ast fram­tíð­in kemur av sær sjálvari, so koma øll framstig ikki av sær sjálv­ um. Slóð­ast má fyri. Víst so er samfelagið broytt nógv hesi árini síðani 1889, tá einki fak­fel­ag var í Føroyum. Fyrrverandi formaður Javnað­ar­ floks­ins er mangan spei­rikin við, at hann avblásti stætt­ar­strí­ðið á ein­ um lands­fundi hjá Javn­að­ar­flokk­ i­num. Í blaðnum í dag greiðir hann frá, at tað sum lá í tí var ein áheitan á fak­fel­øgini um at leggja saman til eina sterkari eind, ið kundi seta dags­skránna, tá tos­að bleiv um bú­ stað­ar­pol­i­tikk, út­búgv­ing­ar­pol­i­ tikk o. a. Jú víst er brúk fyri, at verka­ fjøld­in stendur saman, sterkari saman – at fólkið stendur saman. Vit hava nú í áravís hoyrt eljustríðið um fiski­vinnu­ný­skip­an­ina, sum í roynd og veru snýr seg, hvussu vit býta virð­ini í Føroyum. Summi ynskja, at landið skal lata nøkrum virð­ini í sjónum fyri einki. Tað kalla tey á fínum mála fyri »grand­fath­ er­ing«. At tey, sum hava havt veiði­ loyvini skulu sleppa at eiga tey, at eiga fiskin, sum svimur í sjónum. Onnur halda hinvegin uppá, at til­feingið í sjónum er fólksins ogn, sum tað so vakurt stendur í lóg­ar­ tekst­i­num. Tað merkir, at fólk­ið í Føroyum eigur tilfeingið, sum nøk­ ur und­ir ávísum treytum sleppa at veiða. Vit hoyra eisini javnan um, hvussu stór­ur munur er á lønum – og hvussu væl tað almenna mang­ an rindar summum fólkum – ser­ liga teimum, sum hava nóg mik­ið framm­an­und­an. Tað al­menna kundi ikki funnið uppá, at giv­ið einum verkamann ella eini verk­ a­kvinnu eina »fráfaringarløn«. Men er talan um almenna stjóra – ella ser­liga um stjóra í almennum parta­fel­ag, so er einki problem at rinda milliónir til fólk, sum eru far­ in ella koyrd til hús. Jú víst hava fakfeløg sína upp­ gávu, tó at hon valla er tann sama, sum í 1889. Men at virka fyri ganska almindiligum rættvísi má vera aðal­ mál­ið í dagsins samfelag. Fakfeløg hava sína uppgávu Teir báðir fyrrverandi fíggj­ ar­mála­ráð­harrarnir Bárð­ur Nielsen og Jørgen Nicla­ sen, tosaðu við stórum bók­ stav­um í síðstu viku, tá teir søgdu sína hugsan um, at nevnd­in í Landsbankanum á­setti sína egnu løn. Bárður Nielsen segði, at tað mátti ruddast upp í lands­ bank­a­num alt fyri eitt. – Í nationalum ovfarakæti hev­ur Tjóðveldi gulllagt nevnd­ina í so­nevnda Lands­ banka­num, ið als ikki hevur nakra funk­ti­ón í stýr­ing­ini av før­oyska bú­s­kapinum, segði Bárð­ur Niel­sen og helt fram: – At spæla fólk í húsi er ein dýr­ur sjón­leik­ur. Tað er kom­ið full­greitt til sjónd­ar, nú Tjóð­ veldi í Fíggj­ar­mála­ráð­num hev­ur gull­lagt alla nevnd­ina í tí so­nevnda Lands­bank­anum. Og hin fyrrverandi fíggjar­ mála­ráð­h­arr­in, Jørgen Nicla­ sen skeyt eisini við skørpum – og tók fortíðina hjá einum nevnd­ar­limir við fyri at leggja dent á, hvussu langt úti hetta er: – Tá landsstýriskvinnan setti nevnd­ina fyri lands­ bank­an, kass­eraði hon ein nevnd­ar­lim, tí við­komandi var ikki kvali­f­i­s­er­að­ur, sum hon mál­bar seg. Hyggja vit eft­ir nevnd­ini, sum Kristina Háfoss hev­ur valt, síggja vit leiðandi per­sónar í kaup­t­hing­æv­i­n­týr­ inum. Vit vita øll, hvussu har gekk og endaði. Vit her á síðu 2 fara hervið at minna hesar menn á, at teir eru fak­tiskt verri enn nevndin í Lands­bankanum. Teir áseta sína egnu løn og sína egnu pen­sjón. Tað sær ikki pent út, um teir játta sær alt ov høga løn. Men tá tað kemur til pen­sjónina, so sæst tað ikki so væl – hon er ikki so gjøgnumskygd. Hesir báðir kenktarnir kunnu sum 60 ára gamlir fara frá við feit­ari pen­ sjón, sum vanlig fólk høvdu skula rindað milliónir fyri um ár­ið. Jørgen Niclasen segði, at »meg­in­reglan eigur at vera, at eing­in í tí almenna skal kunna játta sær sjálvum pengar« Tann meginreglan er bara ikki galdandi fyri løg­tings­ menn, sum júst sum nevndin í Landbankanum játta sær sjálvum løn og feita pensjón. Og tingfólk vilja ikki broyta hetta... Nevndin bakkar og lækkar lønina Fakfeløg eiga at virka fyri ganska almindiligum rættvísi Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin – Meg­in­reglan eigur at vera, at eing­in í tí almenna skal kunna játta sær sjálvum pengar, sigur Jørgen Niclasen. Hví skulu politikarar so sjálvir sleppa tað? Nývalda nevndin í ný­ stovn­aða Landsbankanum bakkaði fríggjadagin og lækk­ar sína egnu sam­sýn­ ing. Tað elvdi til mikla um­ røðu í síðstu viku, at nevnd­ in ikki ak­t­aði boðunum úr Fíggj­ar­mál­a­ráð­num, men gav sær sjálv­um nógv hægri løn, enn á­sett varð. – Eftir nógva almenna um­røðu um ásettu nevnd­ ar­sam­sýn­ing­u­num til nevnd­ar­limirnar í Lands­ banka­num, hev­ur nevndin gjørt av at eft­ir­meta sam­ sýn­ing­a­r­nar bei­n­an­veg­in. – Nevndin hevur gjørt av at fylgja tilráðingini frá Fíggj­ar­mál­a­ráð­num um at for­mað­urin fær 10.000 kr., næst­for­mað­ur­in fær 7.000 og nevnd­ar­limir fáa 6.000 kr, segði Tummas Elia­sen, nevnd­ar­formaður í Lands­ bank­a­num. Soleiðis kunnu vit siga, at tað loysir seg ikki at fáa sær meira í løn, enn eig­ar­ in hevði ætlað, hóast tað er freistandi. Hevði Kringvarpið ikki »upp­dagað tað«, so hevði nevnd­in ikki »eftirmett sína egnu løn«, sum hon mál­ber seg. Jørgen og Bárður áseta sína egnu løn og pensjón Tummas Eliasen er nevndarformaður í Landsbankanum