Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar Sosialurin 27. apríl í 1957: Tveir menn skadd­ir undir spreing­ing »Í gjáramorgunin hendi ein vanlukka í Kaldbak. Teir eru farnir undir at seta upp steyrar til SEV-strem frá bygdini og vestureftir. Tá teir í gjáramrogunin eftir at hava skotið eina røð av grótskotum, komur aftur á plássi, var eitt av skotunum ikki loyst av, men brast beint sum menn komu á staði. Tveir menn vórðu slongdir í bakkan í brekkuna og fingu báðir skaða. Annar teirra, Svenning Danielsen, Kaldbak, breyt annað beinið, og hin, danin Juul, ið býr í Vestmanna, fekk skaða í høvdið. Vit vita ikki, hvussu álvarsamur skaðin er, men hetta man vera tann størri snuddurin.« Streika í Havn 11. mai 1957: »Verkfallið, ið byrjaðí miku­ morg­uin, vardi bert henda dag­in, so samdust partarnir og ar­beiðið byrjaði aftur hós­ morg­unin. Føroyar Ar­beið­ ara­felag vann gundlønina hækk­aða upp í 120 oyru fyri menn, tó bert 1 kr fyri fiska­ ar­beiðið, og 60 oyru fyri kvinnur. Samráðingar millum Havn­ar Arbeiðsmeistarafelag og Havnar Hand­verks­meist­ ara­fel­ag endaður úrs­lita­leys­ ar. og út móti 200 ar­beið­arar byrjaðu verkfall fríggja­morg­ unin. Trætumálið er mst um løn­ina fyri sement og jarða­binding hjá teimum ó­faklærdu arbeiðarunum. Meist­ararnir vilja ikki fata sátt­mála so, at menn eiga meira løn fyri hetta arbeiðið enn fyri anna vanligt atbeiði, hóast Arbeiðsgevarafelagið langt síðani hevur gingið inn fyri tí. 1. mai – fylking­ar­ dagurin mikli SOSIALURIN 1937 Sosialurin 1. mai í 1937: Í øllum londum, har ið arbeiðara­flokk­urin er vakin og medvitandi um styrkina í savningini av allari arbeiðarastattini, er 1. mai vorðin flykingardagurin mikli« Sigur tú Fróðskaparsetrið, slepst ikki undan, at tú beinanvegin kem­ ur at hugsa um Jóan hendrik Wint­ her Poulsen. Tí í fólksins eygum er Jóan Hendrik tað sama sum Fróð­skap­ ar­setr­ið – ein stovnur í stovninum. Men skjótt verður tað søga. Tí nú hevur Jóan Hendrik Winth­er Poulsen biðið um at verða loystur úr starvi sínum á Fróð­skap­ ar­setrinum. Hann fer frá í summar. Umhugsað leingi Jóan Hendrik sigur, at hetta er ein væl umhugsað avgerð. – Hetta hevur búnast leingi í mær, sigur hann. Hann sigur, at hann nú er 63 ára gam­al, og tað heldur hann vera ein hósk­andi aldur at leggja frá sær. Og nú orðabókin verður liðug í summ­ar, heldur hann, at tíðin er væl vald. – Tá er eitt arbeiðið liðugt, og eg hugs­aði, at tað var eitt hóskandi hvi at brúka at leggja frá sær, nú eg eri kom­in í ein tílíkan aldur, tá ið tað er rætt­iliga vanligt at leggja frá sær nú á døgum. Jóan Hendrik hevur verið á Fróð­skap­arsetrinum í næstan 30 ár. Nýliga heimkomin úr útlondum fór hann í starv á Setrinum í 1968. Hesi sein­astu árini hevur hann ver­ ið professari í føroyskum máli. Nógv áhugamál Jóan Hendrik sigur, at hann fær nóg at takast við, hóast hann leggur frá sær. – Eg havi ongar serliga ætlanir, men eg havi nógv onnur áhugamál, sum hava ligið eitt sindur í órøkt, men sum eg nú fái betri stundir til. – Tað er alt slíkt, sum menn droyma um, húsini, báturin, tørðin, o. s. fr. sum lítið er gjørt við. Men áhugin fyri málinum er ikki slept­ur, og hann vónar at kunna verða onkrum ti hjálpar á onkun hátt. 1997: Jóan Hendrik leggur frá sær Lýsing um 1. mai tiltak á Tvøroyri Forsíðan á Sosialin 1. mai í 1937