mánadagur 1. mai 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– Grikkaland, hóast eg havi verið har nógv –
næstan hvørt summar sum barn og ung. Eg elski
tað einfalda lívið á einari grikskari oyggj.
Hvat hevði tú gjørt, um tú vanst eina millión?
– Milliónin hevði helst verið investerað í
húsamarknaðin í London.
Eyðun Klakstein
Elisa Heinesen hevur búð í
London í meira enn tjúgu ár,
og har hevur hon arbeitt sum
klædnasniðgevi fyri kendar
fyritøkur. Fyri fimm árum
síðani átti hon tríburar, og
tað broytti hennara støðu
munandi. Eftir ein steðg
frá mótavinnuni í nøkur ár,
arbeiðir Elisa nú af-tur mið
víst við at sniðgeva klæði, og
nú ger hon tað undir sínum
egna merki, sum hon byg-gir
upp frá grundini.
– Tá ið eg fekk tríbur
arnar, mátti eg broyta mín
gerandisdag. Eg valdi at vera
heima hjá teimum fyrstu
árini, og tí helt eg meg burtur
frá at sniðgeva klæði. Tað var
ikki bara lætt, tí samstundis
sum mínir starvsfelagar fóru
frameftir og uppeftir, var eg
heima og helt steðg frá snið
geving, greiðir Elisa Heine
sen frá.
Tíðin heima við dreingj
unum var góð og gav Elisu
møguleikan at hugsa um
sína arbeiðsligu støðu í fram
tíðini.
– Eg umhugsaði, hvat eg
skuldi gera, tá ið eg fór at
arbeiða aftur. Eg hugsaði
ikki bert um, hvat eg kundi
fáa pengar fyri at gera, men
eisini hvat eg hevði hug til
at gera. Og niður-støðan var,
at eg vildi royna nakað nýtt
og gera tað upp á mín máta,
sigur Elisa Heinesen.
Harvið var avgerðin tikin
um at sniðgeva klæði til sítt
egna klædnamerki.
Tilveran broyttist
Elisa Heinesen var fyrst í
tjúgunum, tá ið hon av fyrst
an tíð flutti til London at
búgva. Fyrst vildi hon royna
lívið í enska stórbýnum og
arbeiddi har í eitt ár. Hon
treivst so væl, at hon valdi at
veða verðandi í London og
fór at lesa Theatre Design,
sum millum annað snýr seg
um at sniðgeva og seyma
pallbúnar.
Elisa arbeiddi eina tíð við
búnum og annað til sjónleik
ir, men so líðandi fekk hon
áhuga fyri og møguleika til
at arbeiða við sniðgeving og
seyming av klæðum í móta
vinnuni.
– Klæðini, sum eg gjørdi,
vóru til mótaframsýningar
og vóru í grundini ikki gjørd
til at ganga á gøtuni í. Eg
hevði fastar kundar, sum eg
arbeiddi fyri, og tað var ein
trygg arbeiðstilvera, tí alt var
umbiðið og selt, áðrenn eg
fór í holt við seyma klæðini,
greiðir Elisa frá.
Uppgávurnar
kundu
verða krevjandi og arbeiðs
dagarnir langir. Hesa tilveru
hevði Elisa ikki hug at fara
aftur til, eftir at hon hevði
fingið tríburar.
– Meðan eg var heima
hjá dreingjunum, legði eg
ætlanir um, hvat eg skuldi
gera, tá ið teir fóru í forskúla,
og knappliga so var eg komin
hartil, at eg skuldi gera álvara
av øllum ætlanum, sum eg
hevði lagt.
– Eg havi slept øllum mín
um trygdarneti, og nú snið
gevi eg og seymi
klæði til mítt egna
merki, og tað er
bert ein partur,
sum er umbiðin
frammanundan.
Nógv
klæði
skulu
seljast,
eftir at eg havi
framleitt tey,
sigur Elisa.
Egið
tempo
Mál
bólkur
in fyri
klædna
merkið
Elisa
Heinesen
er kvinnur
úr 22 ár aldri.
Klæðini, sum
Elisa seymar nú,
eru bíligari enn
tey, hon seymaði
fyri tey kendu
merkini.
– Eg plagdi at seyma
klæði til pall og show, og
– Hetta er ein annar máti at arbeiða uppá, tí nú havi eg ikki longu
nakað trygdarnet undir mær, men hetta er spennandi, og eg havi
frælsi til at gera tað, sum eg vil, sigur føroyski sniðgevin í London,
Elisa Heinesen, sum nú byggir sítt egna klædnamerki upp
EG LÆRI AT
LÍTA Á MEG
SJÁLVA