Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50 tað gav mær møguleikan at hava eitt sterkt úttrykk, tí klæð­ini vóru sum so ikki gjørd til at ganga í. Tað var sera spennandi, og øll klæð­ ini, sum eg seymaði vóru umbiðin. Nú seymi eg klæði, sum skulu brúkast av kvinn­ um, og eg havi nógv klæði inni, sum skulu seljast á ein annan hátt, greiðir Elisa frá. Elisa hevur gjørt tvær kollektiónir, tey kalla, og tann triðja er á veg. Fyrstu tvær kollektiónir vórðu sýnd­ar fram á Mercedes Benz Fashion Week í Moskva. Triðja kollektiónin verður í næst­um avmyndað, og so er til reiðar at fara út við henni. – Vanliga leggur móta­ vinn­an seg eftir at hava nýggj­ar kollektiónir til hvørja árstíð. Eg havi valt ikki at kapp­ast við tey stóru merkini um tað, men heldur gera tað á mín hátt, so at eg arbeiði við nýggjari kollek­ tión og sýni hana fram, tá ið hon er klár. Eg eri byrjað í smáum, og tað er betri at vera erligur og arbeiða í mínum egna tempo, held­ur enn at fara inn í eina óreal­ istiska kapping. Eg eri eitt annað stað nú, og tað rigg­ar væl, sigur Elisa Heine­sen. Hon plagdi at vera í einum toymi, har tey gjørdu eitt stórt forarbeiði, áðrenn tey fóru at seyma. Nú framleiðir Elisa sjálv síni klæði, og hon arbeiðir á ein annan hátt. – Nú framleiði eg nógv ymiskt, og so velji eg tað burturúr, sum eg havi hug at fara víðari við. Hetta er ein onnur prosess, men mær dámar tað sera væl. Eg læri at stóla meira upp á meg sjálva, tá ið eg arbeiði á hend­ an hátt. Klæðini hjá Elisu verða ikki hópfamleidd. Hon ger sjáldan meira enn 10 eintøk av hvørjum plaggi, og ein partur av tí, sum hon seymar, verður seymað til fólk, sum hava umbiðið ávís klæði. Fólk gjalda fegin fyri at fáa hondgjørd klæði, og frá teimum smáu sniðgevunum ber til at fáa dygdargóð klæði, har eitt kent merki í nakk­anum ikki hækkar óneyð­ugt um prísin. Neyv tíðarstýring Elisa Heinesen kennir alt til at arbeiða í einari krevj­andi mótavinnu, har arbeiðs­dag­ arnir kunnu gerast langir. Nú stýrir hon sínari tíð sera neyvt, tí hon skal hava eitt familjulív við manni og trimum børnum at ganga upp við arbeiðslívið. – Eg leggi meg veruliga eftir at seta mína tíð í system. Tað verði eg noydd til. Dreing­irnir ganga í forskúla, og tá ið teir eru farnir í skúla, havi eg seks tímar til at arbeiða í. Ta tíðina brúki eg opti­malt, og tá ið teir koma heim­aftur, er arbeiðið liðugt. Fyrr hevði eg hildið fram at arbeiða, men nú havi eg eitt ávíst tímatal at ráða yvir, og tað noyðir meg at hugsa betur og arbeiða effektivari. – Eg skal eisini finna eina nýggja balansu ímillum at vera kreativ og at vera hand­ilskvinna. Fyrr skuldi eg bara hugsa um at vera kreativ, men við mínum egna klædna­merki skal eg eisini hugsa um business. Nú læri eg allatíðina um umsiting, sølu og marknaðarføring, og tað er fínt, sigur hon. Elisa skal finna nýggj fólk at samstarva við, og tað er eisini ein avbjóðing. – Eg komi í samband við ymisk fólk, og summi venda sær til mín, og eg skal alla­ tíðina velja, hvørji fólk eg skal samstarva við. Tað er ikki altíð so lætt, tí eg kenni ikki øll hesi fólkini og verði noydd at royna meg fram. Tað er ikki sum í Før­ oy­um, at mann kennir fólk ella kann spyrja onkran, sum kenn­ir viðkomandi. Men eg fái royndir og finni fram til, hvørji fólk eg kann sam­ starva við, og eg eri í gongd við at byggja mær eitt net­ verk upp, greiðir hon frá. – Í mótaverðini tosa fólk nógv og hava planir um at gera hetta og hatta. Tú lær­ ir teg at finna fram til, hvat kann føra til nakað meira, og hvat ikki verður til nak­að. Tá ið tú kemur inn í móta­ vinnuni, heldur tú, alt ber til, men tú fært við tíðini eitt meira realistiskt filtur, sum hjálpir tær at velja og vraka. Elisa hevur gjørt nógv burtur úr myndatøkum til bløð, intenet og annað. Stylistar, poppsangarar og onn­ur læna klæði, og tá fær Elisa eisini hentar aftur­ meld­ingar um, hvussu klæð­ ini rigga í veruliga lívinum. – Hetta er ein annar máti at arbeiða uppá, tí nú havi eg ikki longu nakað trygdarnet undir mær, men hetta er spennandi, og eg havi frælsi til at gera tað, sum eg vil. Tað passar mær væl. Trygdarnet kann vera gott at hava, men tú kanst eisini koma at hvíla í so nógv í tí, sigur hon. Kennir seg heima Elisa Heinesen hevur arbeitt við at sniðgeva klæði síðani fyrst í hesari øldini, og hon trívist framvegis sera væl við tað. – Hetta tími eg væl og vil gjarna brúka tíð og orku upp á tað. Eg kenni meg heima í hesari vinnuni, og eg havi eisini fingið góða móttøku, nú eg eri farin undir mítt egna klædnamerki. – Tað kann tykist lætt at sita í einum stórbýi og leggja ætlanir, men eg havi valt at fara eftir tí, sum eg brenni fyri. Eg eri positiv og trúgvi upp á míni klæði. Eg veit ikki, um allar avgerðir, sum eg taki, eru rættar, men eg líti á mítt instinkt, og so leingi, sum avgerðirnar við tíðini gerast betri, so komi eg víðari, sigur hon. Elisa Heinesen hevði havt nøkur ár at hugsa seg um og leggja ætlanir, men tá ið hon so skuldi í gongd, so gekk tað skjótt. – Eg var eitt sindur kløkk, tá ið tað var komið hartil, at eg skuldi í gongd. Nógvar av ætlaninum, sum eg hevði lagt, skuldu henda innan stutta tíð. Nú eri eg meira av­slappað og byggi hetta upp. Við aldrinum kemur eis­ini størri sjálvsálit til at fara undir slíkt, og eg kenni á mær, at tað gongur rætta vegin. – Sjálvt um mítt merki er lítið og nýtt, er pláss fyri mær. Trendurin innan móta er við at broytast, so at tað ikki bert snýr seg um at framleiða nógv og tveita skjótt burtur. Fólk hugsa meira grønt, og tað rákið pass­ar mær væl, sigur Elisa Heine­sen. Hon arbeiðir í løtuni í kjall­aranum í húsunum, har hon og familjan búgva, men hon er farin at leita eftir ein­ um nýggju hølum. – Tað kann verða eitt sindur rokaligt, men familjan er von við tað. Maðurin stuðl­ ar mær væl, og børnini halda, at tað er stuttligt, sum eg fáist við. Men eg eri farin at hyggja meg um eftir einum øðrum høli, tí viðhvørt kann tað verða gott at hava fólk til arbeiðis, uttan at eg sjálv eri har, og tað riggar ikki so væl í mínum egna kjallara, sigur hon. Elisa Heinesen og familj­ an vitja javnan í Føroyum, og teimum dámar sera væl í Føroyum, hóast bústaðurin framhaldandi er í London, har Elisa leggur alla sína ar­beiðsorku í sítt nýggja klædna­merki. UNDIR FÝRA EYGUM Hvat gert tú, tá ið tú tekur tær av løttum? – Í einari ideelari verð: Lesi eina bók, njóti ein film. Ja, so rímiligt! Nær? Realistiskt: Brúka tíð saman við familju og vinum. Hvør er besti luturin, sum tú eigur? – Eitt av bestu tingunum, sum eg eigi, er tann eina Singer seymimaskinan frá 1965. Hana kann mann altíð líta á. Kramm! UM ELISU HEINESEN Elisa Heinesen hevur búð í London í meira enn 20 ár. Hon hevur mann og tey eiga 5 ára gamlar tríburar – tríggjar dreingir. Hon er útbúgvin innan Theatre Design, men hevur starvast nógv innan mótavinnuna. Í fjør fór hon undir sítt egna klædnamerki og um stutta tíð kemur hennara triðja kollektión. Klæðini við merkinum ”Elisa Heinesen” eru modernað og passa serliga væl til kvinnur, sum tora eitt sindur. – Tað kann tykist lætt at sita í einum stórbýi og leggja ætlanir, men eg havi valt at fara eftir tí, sum eg brenni fyri, sigur Elisa Heinesen