Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tá bygdaráðið í Nes komm­ unu í november mán­aði í 2014 einmælt sam­tykti at lækka prísin á grund­stykkj­ um við Lýars­veg, vóru bara tvey seld í útstykkingini á 24 grund­stykki. Hetta eru alt grundstykki, ið vóru gjørd byggibúgvin og grovplanerað, tá tey vórðu boðin út til sølu. Prísur var 297.000 krónur. Men, tað vísti seg, at trupult var at selja. Um hetta mundið í 2014 vóru eini sethús bygd í út­ stykkingini, og eitt annað grundstykki var selt. Men, eftir at kommunan valdi at lækka prísin við 100.000 krónum, gjørdust fólk meira áhugaði í økinum. Borgarstjórin í Nes komm­unu, Jóhannus Daniel­sen, sigur, at í dag eru bert trý óseld grundstykki eftir av nevndu 24. – Grundstykkini við Lýars­veg liggja báðu megin vegin, og øll tey á niðaru síðu fóru at kalla beinanvegin, eftir at vit lækkaðu prísin. Hann vísir á, at aftrat teimum fyrstu húsunum, sum vórðu bygd við Lýars­ veg, eru nú eini hús komin upp aftrat, ein nýggj set­ húsa­grund er stoypt, og ein onnur er ávegis. – Øll grundstykkini, sum eru seld við Lýarsveg, eru goldin. So, her fara fleiri hús at koma upp í næstum. Tunnilseffekt Jóhannus Danielsen sigur, at nøkur grundstykki seinnu árini eru seld kring um í kommununi annars. – Vit merkja ein veksandi eftirspurning, og ein orsøkin er ivaleyst, at nú er arbeiðið upp á Eysturoyartunnilin byrjað. Hann vísir á, at fyrimun­ irnir við at búgva í Nes komm­unu, nú tunnilin kem­ur, er, at neyðugt verð­ ur ikki at koyra langan veg gjøgnum bygt øki fyri at koma til tunnilsmunnan, sum verður í Saltnesi. – Fólk eru vælkomin at spyrja seg fyri um grund­ stykki. Trý eru eftir við Lýarsveg, fimm við Gadda­ vegin, og síðan eru onk­ur grundstykki slødd kring um í kommununi, sum byggjast kann á. Jóhannus Danielsen sig­ ur, at Nes kommuna fer at arbeiða við nýggjari út­ stykking, umframt at ein verkætlan saman við Bú­ støðum um íbúðir er í gongd. ­ ­ Síðan Nes kommuna lækkaði grundstykkjaprísin við Lýarsveg við 100.000 krónum eru bara trý av 24 grundstykkjum eftir Nú eru bara trý grundstykki eftir KVINNUSTEVNA: Leygardagin var Kvinnustevna í Leguhúsinum í Nesvík. Á skránni var bíbliutími, leiðarafundur, medarbeiðarafundur og veitslukvøld. Høvi var til hugna, samrøður og frágreiðingar. Undirhald var við Bill Justinussen og Kára P. Højgaard og sangur frá Bláum Grasi. Viðheftu mynd eigur Føroyska Sjómansmissiónin. Fríggjadagin vóru fimm trolbátar til fiskiskap. Teir koma væntandi inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni Fríggjadagin, tá tey á Fiska­ marknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri hesa vik­una, vóru flestu par­trol­ arapør til fiskiskap. Partrolararnir fiska upsa, men fiskiskapurin er smá­ligur. Skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði, og onkur pør hava longu landað nakrar ferðir higartil í vertíðini. Ein djúpvatnstrolari er saman við øðrum skipi far­ in at partrola eftir upsa. Ein fiskar blálong og stinglaks, og ein frystitrolari er farin til Eysturgrønlands at fiska svartkalva. Restin av djúpvatns­trol­ arunum liggja við bryggju. Fríggjadagin vóru fimm trolbátar norðan fyri, har teir serliga fiska tosk og hýsu. Bátarnir fáa eisini nak­að av flatfiski. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at trolbátarnir koma inn at landa mið­ skeiðis í hesi vikuni. Tvey garnaskip fiska svartkalva, og teir koma helst inn at landa mið­skeið­ is ella síðst í hesi vikuni. Eitt garnaskip fiskar hav­ tasku. – Fiskiskapurin hjá garna­skipunum, sum royna eftir svartkalva, hevur ver­ ið brúkiligur í sein­astuni, verður lagt aftrat. vilmund@sosialurin.fo Ingibjørg Joana Morten­ sen, sum er djóralækni, hevur loyst flag fyri fleiri í Nólsoy, so lættari er at seta eplini niður Ung til arbeiðis Nú ber til at tekna seg til Ung í arbeiði í Sunda Kommunu. Í ár verður arbeitt vikurnar 26 og 27 - tað er frá 26. juni til og við 7. juli. - Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum komandi skúlaár fara í ávikavist 9. og 10. flokk. Arbeiðstíðin er átta tímar um dagin, fimm dagar um vikuna. Í Sunda kommunu siga tey, at lønin, sum Ung í arbeiði fáa, er sáttmálaavtalaða tímalønin umframt frítíðarløn. Tey, sum eru áhugað í hesum tilboði hjá Sunda kommunu, kunnu seta seg í samband við kommununa við at senda teldupost til sunda@sunda.fo. - Við tilmelding skal upplýsast navn, bústaður, føðiár, telefonnummar og flokkur, siga tey í Sunda kommunu. vilmund@sosialurin.fo Brúkilig garnaveiða Garnaveiðan eftir svartkalva hevur verið brúkilig í seinastuni Nú eru bara trý grundstykki eftir við Lýarsveg á Toftum. Øll hini 21 grundstykkini av útstykkingini á tilsamans 24 eru seld