mánadagur 1. mai 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50
Vilmund Jacobsen
GSI (Global Salmon Initia
tive) hevur almannakunn
gjørt 2016-frágreiðingina um
burðardygga aling.
Bakkafrost er limur í GSI,
sum er altjóða felagsskapur
av 12 alifyritøkum úr átta
ymiskum
londum.
Hesar
alifyritøkur umboða umleið
helmingin av samlaðu fram
leiðsluni av aldum laksi í
heiminum.
Á heimasíðuni hjá Bakka
frosti vita tey at siga, at
málið hjá GSI er at bjóða
eina heilsugóða og burðar
dygga matvøru til eitt skjótt
vaksandi tal av fólki í heim
inum.
– Málið er samstundis at
avmarka árin av laksaaling
á umhvørvið og alsamt at
økja íkastið hjá alivinnuni til
samfelagið við einum fram
haldandi
búskaparligum
vøkstri í alivinnuni.
Fyritøkurnar
í
GSI-fe
lagsskapinum
samstarva
um støðugt at skapa størri
gjøgnumskygni í alingini, og
henda frágreiðing er eitt am
boð á leiðini.
– 2016 GSI-frágreiðingin um
burðardygga aling vísir eitt
nú -
• at fyritøkur kring allan
knøttin í GSI høpi nú
kunnu vísa á felags data
fyri 4 ár (2013, 2014, 2015
og 2016)
• at umleið ¼ av øllum
GSI-alibrúkum hava
altjóða ASC (Aquaculture
Stewardship Council)
góðkenning, sum er
ein vøkstur upp á 60%
samanborið við 2015
• at GSI-fyritøkur veita
týdningarmikið íkast
til samfelagið og hava
í starvi næstan 20.000
starvsfólk um allan
knøttin
• at framleiðslan av
aldum laksi er sera
burðardygg samanborið
við framleiðslu av øðrum
aldum djórum, eitt nú tá
ræður um at gera fóður
til mat.
Frágreiðingin,
sum
kann
lesast um heimasíðuna hjá
Bakkafrost, vísir, at aling av
laksi framvegis er heimsins
mest
effektiva
matvøru
framleiðsla.
Á Fiskamarknaði Føroya
vænta tey, at fleiri línuskip
koma inn at landa hesa
vikuna, og tey vænta eisini,
at nakað verður av útróðri.
– Vit rokna við, at eitt
línuskip, sum hevur fiskað
í íslendskum sjógvi, kemur
heim at landa hesa vikuna.
Skipið hevur eina blanding
av toski, hýsu, brosmu og
longu.
Væntandi er, at eini
seks línuskip, sum fiska
undir Føroyum, koma inn
at landa í vikuni, og hesi
skipini hava mest av toski,
hýsu, longu og brosmu.
Eitt frystilínuskip fiskar
eisini í føroyskum sjógvi, og
eitt frystilínuskip fiskar í
íslendskum sjógvi.
– Streymurin verður
harður fyrst í hesi vikuni,
men batnar, sum vikan
gongur. Veðrið verður gott,
og vit vænta, at tað verður
nakað av útróðri í vikuni,
vita tey á Fiskamarknaði
Føroya at siga.
vilmund@sosialurin.fo
Streymurin verður harður fyrst í hesi
vikuni, men batnar, sum vikan gongur
BÁTASTEVNA: Í døgunum
19. og 20. mai verður
Bátastevnan í Vestmanna
fyri sekstandu ferð.
Tað er her, at bátafólk,
kampingfólk og onnur
savnast til hugna,
undirhald og gaman
Ársins
fyrsta
stevna
Nú er tíðin aftur komin
at flota sær bátin og
gera klárt til at fara á
Bátafestival á Toftum. Í
ár verður fyri trettandu
ferð skipað fyri tiltakinum
á Toftum, og sum siður
er, verður festivalurin
fyrsta leygardag í mai.
Onkursvegna er tað eitt
tekin um, at summar er í
hondum, tá bátaeigarar úr
ymiskum heraðshornum
stevna inn á Toftir á
ársins fyrsta bátafestival.
- Tað hendir nógv við
Skálafjørðin í løtuni,
men meðan tey flestu
ivaleyst hugsa um
tunnilsboring, so eru tað
sjálvboðin á eystara armi
á Skálafjørðinum, sum
rigga til bátafestivalin
leygardagin 6. mai.
Fyrireikararnir vísa á,
at tað eru ikki hissini
fyrireikingar, sum skulu
gerast, tí nógv verður
á skránni, soleiðis at
festivalurin aftur í ár kann
gerast ein løta, sum fólk
minnast aftur á við gleði.
- Báturin hevur altíð verið
sjálvt hjartað í føroyska
samfelagnum, og tí hevur
báturin nógv at siga fyri
nógvar føroyingar.
Lagt verður aftrat, at
áður var báturin eitt
amboð, sum bleiv brúkt
til at fylla sær hjallin við
og til flutning oyggjana
millum, men í dag verður
báturin eisini brúktur
í frítíðarsigling.
- Tað eru nógvar familjur,
ið brúka bátin sum eitt
slag av einum húsvogni.
Fyrireikararnir siga, at tá
bátafólkið seinnapartin
leygardagin kemur á
Toftir, verður sum vanligt
skipað fyri felags móttøku,
og borðreitt verður við
heitari og góðari suppu
til bátafólk, meðan
harmonikutónar ljóma
um alt havnarlagið.
- Eigur tú ikki bát sjálvur,
er eisini møguleiki at koma
til Toftir við húsvogni,
tí økið er sett av til
endamálið hesar dagarnar,
sum bátafestivalurin er
á skránni - og sjálvsagt
eru øll onnur vitjandi
eisini vælkomin.
Lagt verður aftrat, at
skráin fyri Bátafestivalin
á Toftum er fjølbroytt og
er bæði til vaksin og børn.
So, her verða møguleikar
at njóta dagin. Um kvøldið
verður stórdansur í
tjaldinum, og hetta hevur
verið væl vitjað hvørt ár.
- Bátafelagið á Toftum
bjóðar øllum at vera
hjartaliga vælkomin, 6.
mai, eru seinastu orðini av
Toftum í hesum umfari.
vilmund@sosialur
Vænta nógvan
línufisk
Aling av laksi er framvegis heimsins mest effektiva
matvøruframleiðsla, vísir nýggj kanning hjá GSI
Laksaaling er
mest effektiva
framleiðsla
Hin 8. mai
klokkan 16.30
verður kunnandi
fundur á Hotel Hafnia
um stomi, sum
Stomiambulatoriið
skipar fyri
Línuskipini eru á ymiskum havleiðum. Her fer Ågot
av Klaksvík, og teir eru nú komir til Grønlands