Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ARBEIÐARADAGURIN EITT ALDAR­GAMALT STÆTTASTRÍÐ Tað er ein 128 ára gomul siðvenja, ið verður førd víðari enn eitt ár, tá arbeiðara- og fakfeløg í dag skipa fyri 1. mai dagshaldum kring landið í samband við altjóða arbeiðaradagin. Røðurnar á degnum skilja seg frá flest øðrum røðum við sínum egna retorikki, har sjáldsom heitir sum arbeiðarin, stættastríð, solidaritetur og onnur verða havt á lofti. Men eins og við flestu gomlum siðum, so verður mangan spurningurin reistur, um dagurin og heitini hava nakran serligan týdning longur í dagsins samfelag, tá nógv av teimum gomlu stríðsmálunum eru vunnin, og hevur undirtøkan til tey ymisku haldini eisini verið minkandi seinnu árini. Í tí sambandi hava vit spurt trý ymisk fólk, ein fyrrverandi løgmann, ein fakfelagsformann og ein ph.d. lesandi, um stættastríð og 1. mai dagshald enn hava nakran týdning í Føroyum. – Tað nyttar lítið, at øll hava sama møguleika á pappírinum, um tey annars eru í einari støðu, har tey ikki hava umstøður at brúka møguleikan. Hetta er støðan hjá mongum í Føroyum í dag, eitt nú útlendingum, sigur Runa Preeti Høgnesen, ph.d. lesandi í kyn og samfelagsviðurskiftum Runa Preeti: Hallur av Rana Við altjóðageringini av alheims­sam­ felagnum er tað vorði alsamt meira vanligt í Føroyum, at føroyskir menn giftast við kvinnum úr fjar­ skotnum londum sum Tailand og Filipsoyggjunum. Evnið hevur ver­ið nógv lýst í seinastuni, bæði í føroyskum og altjóða fjølmiðlum, men hvussu er støðan hjá hesum kvinnum samanborið við aðrar føroyingar. Tað er m.a. tað, ið Runa Preeti Høgnesen, ph.d. lesandi, við­ gerð í síni ph.d. ritgerð. Runa Preeti Høgnesen vísir á, at hóast tað kann tykjast, at øll hava somu møguleikar í føroyska sam­ felagnum, so samsvarar veruleikin ikki altíð við tí, ið stendur á pappír­ inum. – Tað nyttar lítið, at øll hava sama møguleika á pappírinum, um tey annars eru í einari støðu, har tey ikki hava umstøður at brúka møguleikan. Hetta er støðan hjá mongum í Føroyum í dag, eitt nú útlendingum, sigur Runa Preeti Høgnesen. Spurd um tað er relevant at tosa um stættamun í Føroyum vís­ir hon á, at hóast støðan er betri enn í øðrum londum, so finst stætta­ munur eisini í Føroyum. – Í Føroyum hevur man sum so ikki eitt samfelag, har stættamunur er sjónligur, men tá hugsað verður um tilflytarar, noyðast tey sum oftast at taka arbeiði, ið krevur fak­ læring tá tey flyta til Føroya. Tey flestu eg havi tosa við, hava eina ella aðra hægri útbúgving, men eru virkin í einum ófaklærdum arbeiði, vísir Runa Preeti Høgnesen á. Í hennara gransking hevur Runa Preeti Høgnesen víst á, at kvinnu­ligir tilflytarar eru fyri tí, ið hon nevnir dupultum mismuni í Føroyum. – Um hugsað verður um javn­ støðu­kjakið í Føroyum, og hvussu vit skulu fáa eitt meira kynsjavnt samfelag, so eru tilflytarakvinnur fyri dupultum mismuni, tí tær eru í eini veikari støðu, har tær kunnu ikki kappast á jøvnum støði á arbeiðsmarknaðinum. Vit vita eisini, at kvinnur eru meira aftur­haldandi, ella verða ikki sett­ ar í tey hægru størvini. Tað er ein avbjóðing, og vóni eg at javn­ støðunevndin verður meira inklu­ derandi í teirra arbeiði, og eisini fara at hugsa um aðrar samfelagsbólkar, sigur Runa Preeti Høgnesen. Runa Preeti Høgnesen vísir eis­ ini á, at nógvar kvinnur, ið hava eina útbúgving áðrenn tey flyta til eitt nýtt land, uppliva eina sam­ felagsliga niðurstigan á arbeiðs­ marknaðinum í nýggja landinum. – Arbeiðsmarknaðurin er ein av teimum størstu avbjóðingunum hjá nógvum, sum velja at flyta, og hetta er ikki serføroyskt. Tað, sum eg havi lagt til merkis er, at nógv royna at geva teirra nýggju umstøðum meining, og tey royna at síggja tað jaliga í teirra umstøðum – men er tað nóg gott, at vit sum samfelag ikki fáa fullan gagn av teirra menn­ingarmøguleikum? Svarið er greitt nei. Tað kann vera skaðiligt fyri integratión og inklutión, at ikki geva einum menniskja viður­ kenning, sigur Runa Preeti Høgne­ sen, men leggur tó afturat. – Man skal eisini vera varin, tí tað sum eg kann halda er stætta­ munur, merkir ikki, at tey uppliva tað soleiðis. Summi fólk vinna meira í løn her í Føroyum í einum ófaklærdum starvi, enn tey gjørdu t.d. í einum skrivstovustarvi í teirra heimlandi. hallur@sosialurin.fo Er tað nóg gott, at vit sum samfelag ikki fáa fullan gagn av teirra menningar­møgu­ leikum? Svarið er greitt nei RUNA PREETI Kvinnuligir tilflytarar eru fyri dupultum mismuni