mánadagur 1. mai 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50
Hallur av Rana
Hóast tað ber til at vísa á økir, har
munur er á borgarum, so eru Før
oyar í dag eitt øgiliga javnt sam
felag. Tað metir Jóannes Eides
gaard,
fyrrverandi
formaður
Javnaðarfloksins og løgmaður í
tíðarskeiðinum 2004-2008.
– Kanningar vísa, at Føroyar
eru eitt øgiliga javnt samfelag.
Tað er eingin, ið verður settur
uttan fyri tilboðini í samfelagnum
orsaka av síni sosialu plasering í
samfelagnum. Man kann síggja
mun á aðrar mátar millum fólk,
men hann er ikki eins markantur
sum fyrr, sigur Jóannes Eidesgaard.
Fyrrverandi løgmaður leggur tó
dent á, at tað er ein stórur munur
á starvsfólkabólkum, um stætta
munur kann lýsast í lønarviður
skiftum.
– Har er tað klárt, at vit hava
stættamun. Tað er ein himmalvíður
munur á tí, ið ein ófaklærdur
arbeiðsmaður vinnur, og tí, ið ein
akademikarar ella stjóri vinnur.
Um man málar tað í peningi, so
er stórur stættamunur millum
borgarar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Men um hugt verður eftir teim
um tilboðum, ið samfelagið veitir
sínum borgarum, so metir Jóannes
Eidesgaard, at tað stendur væl til í
dagsins Føroyum.
– Stættamunur er eisini so
nógv annað. Tað er mátin, ið fólk
liva uppá. Hava øll somu atgongd
til góðar útbúgvingar, bústaðir
o.a.? Har hevur samfelagið tíbetur
ment seg tann vegin, at øll hava
somu atgongd til útbúgvingar
o.s.fr.. Tað er ikki sosiali arvurin,
ið avgerð um man sleppur at nema
sær útbúgving ella ei, men ein
spurningur, um man hevur hug og
førleikar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Sum siðvenja er, so skipa ar
beiða- og fakfeløg fyri 1. mai dags
haldum kring alt landið, og heldur
fyrrverandi javnaðarformaðurin,
at tey enn eiga eitt pláss í føroyska
samfelagnum.
– 1. mai dagshaldið er altíð rele
vant, tí tað er altíð eitt kærkomið
høvi hjá fakfeløgum at koma
saman og minnast teir sigrarnar,
ið hava verið. Tí teir komu ikki
av sær sjálvum, men komu eftir
eitt øgiligt stríð, ið avgjørt ikki
var kostnaðarleyst, sigur Jóannes
Eidesgaard og heldur á.
– Um man bara kemur saman,
at minnast tað, so er tað absolutt
vert tað. Men tað er eisini gott at
koma saman og seta út í kortið hvat
okkara framtíðarmál skulu vera.
Fyri nøkrum árum síðan varð
táverandi formaðurin í Javnaðar
flokkinum endurgivin fyri at siga,
at stættastríðið var av, og hevur tað
fylgt eftirmæli hjá Jóannes Eides
gaard líka síðan. Sjálvur heldur
hann tó, at setningurin varð tikin
úr samanhangi.
– Á einum landsfundi hjá Javn
aðarflokkinum dittaði eg mær at
siga, at tað siðbundna stættastríðið
var av, og tað var upp á hægstu
tíð, at fakfeløgini hugsaðu um
onnur ting enn nakrar krónur
upp á tímalønina. Tað sum lá í
tí, var ein áheitan á fakfeløgini
at leggja saman til eina sterkari
eind, ið kundi seta dagsskránna, tá
tosað bleiv um bústaðarpolitikk,
útbúgvingarpolitikk o.a., sigur Jó
annes Eidesgaard.
hallur@sosialurin.fo
Hallur av Rana
Havnar Arbeiðarafelag skipar sum
siðvenja er fyri 1. mai dagshaldinum
á Vaglinum í Tórshavn í dag, og í
hugaheiminum hjá Hans Joensen,
formanninum í fakfelagnum, so
er eingin ivi um, at altjóða arbeið
aradagurin enn er relevantur í
Føroyum anno 2017.
– Í mínari verð er stættastríðið
ikki av. Ikki tí, at man hevur ilt av,
at nøkur hava tað gott og eiga nógv,
men eg haldi í nógvum førum, at
ríkidømið í samfelagnum kundi
verið javnari býtt, sigur Hans Joen
sen.
Fakfelagsformaðurin er eisini
skjótur á vísir á, at á hvørjum jólum
er tað sjón fyri søgn, at tað eru fólk,
ið hava ov lítið.
– Vit vita væl, at vit hava nøk
ur fátøk fólk. Eg skal ikki siga,
at tey sita svong, men tey hava
ógvuliga lítið. Eitt gott prógv fyri
tí er arbeiðið hjá Barnabata og Í
menniskjum góður tokki. Tað er
eitt gott tiltak, men tað átti ikki at
verið neyðugt í Føroyum anno 2017,
sigur Hans Joensen og heldur á.
– Við øllum ríkidøminum í før
oyskum samfelagnum í dag, og øll
um tí ríkidømi, ið kemur úr sjónum,
so er tað ikki nóg gott, at summi
fólk noyðast at fáa peningaligan
stuðul fyri at halda eini góð jól.
Hans Joensen vísir eisini á, at
hann mangan verður spurdur av
fólki, um tað yvirhøvur er neyðugt
við fakfeløgum longur.
– Tað er tað absolutt. Bæði fyri
at berjast fyri betri rættindum á
arbeiðsmarknaðinum, og at verja
tað, ið er vunnið. Tað er heilt ótrú
liga týdningarmikið at verja um
vunnin rættindi. Ikki tí, at arbeiðs
gevarin eru bandittar, men vandin
er altíð til staðar, at umstøðurnar
verða verri, um fakfeløgini doyggja,
sigur Hans Joensen.
hallur@sosialurin.fo
– Við øllum ríkidøminum í føroyskum samfelagnum í dag, og øllum tí ríkidømi, ið kemur
úr sjónum, so er tað ikki nóg gott, at summi fólk noyðast at fáa peningaligan stuðul fyri
at halda eini góð jól. Tað heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag
Hans Joensen:
Stættastríðið er ikki av
Vandin er altíð til staðar, at
umstøðurnar verða verri, um
fakfeløgini doyggja
HANS JOENSEN
Jóannes Eidesgaard:
ARBEIÐARADAGURIN
– Tað er ikki sosiali arvurin, ið avgerð um man sleppur at nema sær útbúgving ella ei, men ein spurningur, um man
hevur hug og førleikar, sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins
Føroyar eru eitt øgiliga javnt samfelag
1. mai dagshaldið er altíð
relevant, tí tað er altíð eitt
kærkomið høvi hjá fakfeløg
um at koma saman og minnast
teir sigrarnar, ið hava verið
JÓANNES EIDESGAARD