mánadagur 1. mai 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NÚ VERÐUR EISINI
BORAÐ ÚR HAVN
EYSTUROYARTUNNILIN
Sólvit E. Nolsø
Hósdagin var skotið latið av fyri
Eysturoyartunnilin á Streymoynni.
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórs
havnar kommunu, lat fyrsta skotið
av. Higartil eru góðir 200 metrar
boraðir á Strondum, men nú fer
væntandi rættuliga ferð at koma á
arbeiðið.
Eitt hátíðarhald var uppi á Hjalla
í samband við hendingina. Har
vórðu fitt av fólki komin saman at
verða við. Tiltakið byrjaði við Teiti
Samuelsen, stjóri í partafelagnum
Eysturoyar- og Sandoyartunnil,
ið bjóðaði vælkomin. Henrik Old,
landsstýrismaður
við
ábyrgd
fyri tunlunum, og Annika Olsen
hildu síðani røðu, ið báðar vísti á
fyrimunirnar við einum tættari
samanknýttum landi. Henrik Old
kom eisini inn á Sandoyatunnilin,
ið stendur næstur á skrá, og enn
tá eisini inn á ein komandi Suður
oyartunnil, ið enn bert er eitt hug
skot. Hann metir tó, at ein tunnil
til Suðuroy er tað næsta upplagda
stigið at taka. Livst so spyrst.
Ferðslan økist
Hóast tey flestu er samd um, at
íløgan hevur stórt samfelagsligt
gagn við sær, so er lítið at ivast í,
at tað verða avbjóðingar, ið skulu
loysast. Serliga viðvíkjanid ferðslu
viðurskiftunum.
Tað eru umleið 5000 bilar
um dagin, ið ferðast á leiðini til
Tórshavn. Útrokningar, ið eru
grundaðar á millum annað søgulig
ferðsluhagtøl, pendlarakanningar,
fólkatalskanningar og búsetingar
mynstur, meta, at ferðslan til Tórs
havnar, skjótt økist upp í umleið
7500 bilar um dagin. Eftir eini 20
ár, kann ferðslan verða komin upp
í eini 12000 bilar á veganetinum til
Havnar, hvønn dag.
Tað setir nøkur krøv. Inn
komuvegurin til Havnar hevur
leingi verið eitt trætumál. Í nógv
ár hevur tað verið trupult við
innkoyrinini til Havnar. Ein loysn
tykist verða komin uppá pláss, har
ferðslan frá tunnilsmunnanum á
Hvítanesi verður beind niðanum
Hoyvík og síðani bundin í vegin
omanfyri Hoyvík. Íbindingar skulu
gerast í Flatarvegin, Sundsvegin og
Villingardalsvegin. Tað er tó ikki full
semja um tað og eitt uppskot um
ein tunnil frá tunnilsmunnanum
og út á Ringvegin, hevur eisini verið
frammi.
solvit@sosialurin.fo
Higartil hevur bert verið borað á Strondum, men er
arbeiðið eisini í gongd á Streymoynni. Í miðal verður
væntandi borað eini 100 metrar um vikuna
Eysturoyartunnilin
Longd: 11.2 km
Higartil borað: uml. 210 m.
Byggitíð: 3-4 ár
Liðugur: 2019-20
Koyritíð Klaksvík-Tórshavn: 36 min.
Vegaføring, ið býráðið hevur samtykt at gera
Mynd: Torshavn.fo
Myndir: Ísak Laksáfoss