mánadagur 1. mai 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÁRSINS LEIKARAR
André Olsen
andre@sos.fo
Um vikuskiftið hevði flog
bólturin árligu gallaveitsluna
á Hotel Vágum í Vágunum,
har ársins bestu vóru heiðr
aði.
Tilsamans 15 heiðrar vóru
burturlutaðir.
Nakað man
droymir um
Tá samanumkom vóru tað
Trygvi Hansen úr Ternuni
hjá monnum, og Anna Súna
dóttir Hansen úr Drátti
hjá kvinnum, sum vunnu
størstu heiðrarnar. Tey vóru
bæði vald til ársins leikarar,
ávikavist hjá monnum og
kvinnum.
Hjá báðum var talan um
serstakliga góða kenslu, men
fyri Trygva Hansen úr Tern
uni, kom heiðurin ógvuliga
óvart á.
– Tað kom sera óvart á
meg, tá eg hoyrdi at mítt
navn varð rópt upp úr há
talaranum, men sjálvsagt
gjørdist eg sera glaður. Hetta
er nakað, sum ein og hvør
droymir um, so kenslan er
serstakliga góð og torfør at
seta orð á, sigur Trygvi Han
sen.
Trygvi Hansen greiðir frá,
at talan hevur verið um eitt
skiftandi kappingarár hjá
sær persónliga.
– Kappingarárið persón
liga hevur verið upp og nið
ur. Vit byrjaðu seint at venja,
tí at nógvir av okkum spældu
fótbólt. Og persónliga byrjaði
árið ikki so væl hjá mær, tí eg
var leingi uttanfyri í byrjan
ini, eftir at eg meiddi mær
fótin til dyst í Sørvági. Men
tá eg kom fyri meg aftur,
hevur gingið væl, og eg haldi
at vit hava gjørt ein góðan
innsats í ár, sigur ársins leik
ari, Trygvi Hansen.
Vit eru vorðnar
meira stabilar
Eisini Anna Súnadóttir Han
sen fegnast um heiðurin, og
vísir á, at talan hevur verið
um serstakliga gott kapping
arár hjá SÍ.
– Tað er ein ótrúliga stór
ur heiður at vera vald til árs
ins leikara av leikarum og
venjarum í deildini, og tað
eri eg sera errin av. Talan
hevur verið um eitt ógvu
liga gott ár hjá okkum, har
vit eisini standa eftir við
FM, ársins leikara, ársins
venjara, ársins verjuleikara
og ársins áleypara. Tað lýsir
væl hvussu góðar dygdir vit
hava, sigur Anna Súnadóttir
Hansen.
Anna Súnadóttir Hansen
heldur sjálv, at hon, í mun til
í fjør, nú er vorðin ein meira
stabilur leikari.
– Í mun til í fjør, haldi eg,
at eg havi verið meira stabil
í ár, og tað haldi eg eisini er
galdandi fyri restina av lið
num, tí eg hevði einki klárað
einsamøll. Vit hava eitt sera
væl samansett lið av yngri og
eldri leikarum, so tað riggar
væl hjá okkum, sigur Anna
Súnadóttir Hansen at enda.
André Olsen
andre@sos.fo
Leygarkvøldið var árliga
gallaveitslan í hondbólti
í Vestmanna, har ársins
bestu vóru kosin.
Samanlagt 12 heiðrar
vóru á skránni, umframt at
ársins lið hjá monnum og
kvinnum eisini varð kosið.
Sum
heild
eyðkendi
tað gallaveitsluna, at FM-
vinnararnir
báðir,
H71
hjá monnum og VÍF hjá
kvinnum, áttu flestu av
fólkunum, ið vunnu heiðrar.
Tó so, vóru tað eisini leikar
ar frá øðrum feløgum, ið
eisini vunnu.
H71 missir
ársins leikara
Ársins leikarar hjá monnum
og kvinnum vóru í báðum
førum útlendskir profilar
hjá
føroyameistarafeløg
unum, H71 og Kyndli. Hjá
monnum vann danin Peter
Krogh, meðan serbiski mál
verjin hjá Kyndli, Maja Dra
goljubovic, varð vald ársins
leikari hjá kvinnum.
Tað er greitt, at ársins
leikari hjá monnum, Peter
Krogh, sum seinastu tvey
árini hevur verið mest eyð
sýndi profilurin á liðnum
hjá H71, steðgar í felagnum
til komandi kappingarár.
Hann hevur gjørt avtalu við
danska felagið, Skive FH,
til komandi kappingarár.
Skive FH spælir í næstbestu
donsku deildini.
Ársins leikarar:
Peter Krogh (H71) og Maja
Dragoljubovic (Kyndil)
Ársins verjuleikarar:
Tony Veyhe (KÍF) og
Bjarta Johansen (Kyndil)
Ársins áleyparar:
Filip Jojic (VÍF) og
Danijela Mistric (VB)
Ársins málverjar:
Mladen Meri Mjerimecka
(VÍF) og Maja
Dragoljubovic (Kyndil)
Ársins stjørnuskot:
Hilmar Leon Jakobsen
(H71) og Súna Krossteig
Hansen (Kyndil)
Ársins dómarar:
Arnar Dam og Gert
Hansen (KÍF)
Ársins lið hjá monnum:
Nicholas Satchwell
(Neistin), Rúni Joensen
(KÍF), Filip Jojic (VÍF),
Jónas Djurhuus (H71),
Peter Krogh (H71), Allan
Norðberg (Stíf), Helgi
Hoydal (H71)
Ársins lið hjá kvinnum:
Maja Dragoljubovic
(Kyndil), Ninna Katrin
Johansen (Stíf), Bjarta
Johansen (Kyndil), Turið
Arge Samuelsen (Kyndil),
Eir Berg (Neistin), Bára
Krossteig Hansen
(Kyndil), Danijela Mistric
(VB)
Tað sigur Trygvi Hansen, sum um vikuskiftið varð valdur
ársins flogbóltsleikari hjá monnum. Eisini ársins leikari hjá
kvinnum, Anna Súnadóttir Hansen, fegnast um heiðurin.
Tað sigur Trygvi Hansen, sum um vikuskiftið varð valdur ársins flogbóltsleikari hjá monnum.
Eisini ársins leikari hjá kvinnum, Anna Súnadóttir Hansen, fegnast um heiðurin.
HETTA KOM
ÓVART Á
ÚTLENDSKIR PROFILAR ERU TEIR BESTU
Í hondbóltinum vóru
útlendskir profilar hjá
føroyameistarunum báðum,
valdir at vera ársins
leikarar um vikuskiftið
Anna Súnadóttir Hansen úr Drátti og Trygvi
Hansen úr Ternuni, vóru um vikuskiftið vald
at vera ársins flogbóltsleikarar 2017.
Ársins í hondbóltinum 2017 eru: