Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÚTISETARNIR TAÐ GONGUR MÍN VEG FYRI TÍÐINA Sigur Gilli R. Sørensen, sum fegnast um at hava spælt frá byrjan í sjey dystir út í eitt. Hann er tó serstakliga skuffaður yvir at Brann um vikuskiftið misti leiðsluna í yvirtíðini av dystinum André Olsen Føroyski landsliðsleikarin, Gilli R. Sørensen, sum seint seinasta summar skifti frá danska felagnum, AaB, til norska felagið Brann, hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá nýggja kappingarárið í norskum fótbólti. Skandala at missa leiðsluna Gilli R. Sørensen hevur spælt frá byrjan í øllum dyst­un­um hjá Brann higar­til í kapp­ ingar­árinum, og leygar­dagin átti hann næstseinasta fótin á málinum hjá Brann, sum skuffandi spældi 1-1 móti Viking á heimavølli. Gilli R. Sørensen var heldur ikki bleik­ur fyri at siga, at talan var um stórt vónbrot at missa sigurin. – Eg havi ikki orð fyri hvussu skuffandi hatta kend­ist. Vit skulu altíð vinna á heima­vølli, og tá vit so missa leiðsl­una í 93’inda minutti, er tað einki annað enn ein skan­dala, sigur Gilli R. Søren­sen. Væl nøgdur við egið avrik Hóast talan ikki var um eitt so gott leikligt avrik hjá Brann, fegnast tvøramað­ urin, Gilli R. Sørensen, tó um sín leiklut í dystinum, sum sigur at tað gongur hansara veg fyri tíðina. – Sum heild spæla vit ikki okkara besta dyst. Men eg helt at tað gekk fínt hjá mær persónligt. Eg var við í tí mesta hjá okkum frameftir vøllinum og legði upp til mál­ ið. Serliga fegin er Gilli R. Sørensen um álitið, sum Brann venjarin, Lars Arne Nil­sen, vísir føroyska lands­ liðs­leikaranum. – Higartil havi eg byrja allar dystirnar, og eg kann ikki sjálvur minnast, nær eg eri sloppin at byrja sjey dystir á rað. Tað gongur mín veg fyri tíðina, og tað kennist deiligt. So eg njóti av álvara at spæla fótbólt í løtuni, sig­ ur Gilli R. Sørensen. Finnur kom á máltalvuna Einasti føroyski leikarin uttan­lands, sum um viku­ skiftið kom á máltalvuna, var Fremad Amager áleyparin, Finnur Justinussen, sum í útidystinum móti Fredericia javnaði til 1-1 í einum dysti, sum annars endaði við 2-2 javnleiki. Finnur Justinussen greið­ ir frá, at málið kom eftir horna­spark. – Tað var eitt horna­spark í okkara vinstru síðu. Eg standi inni hjá mál­mann­in­ um, og horna­sparkið liggur tætt við fremru stong. Eg leypi upp beint frammanfyri málverjan og skalli bóltin í málið. Finnur Justinussen iðrar seg tó um, at Fremad Amager í løtuni er í einari keðiligari gongd, har niðurflyting er farin at spøkja. – Seinastu tíðina hava vit verið í einari keðiligari gongd, har vit hava tapt fimm dystir á rað. So tað var umráðandi at fáa eitt stig við okkum sunnudagin. Und­an dystinum høvdu vit ein mál­setning um at klára at yvir­liva í deildini sum upp­flytari, og honum halda vit fast í enn, sigur Finnur Justinus­sen. René frá byrjan aftur eftir skaðasteðg Eisini René Shaki Joensen í Vendsyssel, var ein fegin mað­ur um vikuskiftið. Hann spældi nevniliga sín fyrsta dyst hesa hálvuna av kapp­ ingar­árinum, eftir at hann í langa tíð hevur sitið uttan fyri við einum skaða. René Shaki Joensen greiðir frá, at tað kendist gott at vera á vøllinum aftur um viku­ skiftið. – Tað kendist ótrúliga gott, og er nakað, ið eg havi sakna leingi. Tað hevur verið hart at verið skaddur, og serliga nú tá tað hevur verið í eitt longri tíðarskeið. So tað er deiligt at vera komin í gongd aftur, og nú skal eg bara arbeiða hart, fyri at koma í top form aftur, sigur René Shaki Joensen. Av útisetunum í næst­ bestu deildini er Vendsyssel eis­ini einasta liðið, ið hevur møguleika at flyta upp í bestu donsku deildina, og René Shaki Joensen, sigur, at teir í Vendsyssel trúgva uppá at teir kunnu flyta upp. – Sjálvsagt trúgva vit uppá tað. Enn er so lítil mun­ ur, og alt kann henda. Vinna vit okkara innanhýsis dystir móti oddaliðunum, hava vit ein sera góðan møguleika fyri at flyta upp, sigur René Shaki Joensen. Íslendska kappingin byrja aftur Av øðrum útisetum, mistu Viljormur Davidsen og Vejle eisini skuffandi leiðslu. Teir førdu 3-2 heilt til yvirtíðina, tá Næstved megnaði at javna til endaliga úrslitið 3-3. Í tí dystinum spældi Viljormur Davidsen allan dyst­in fyri Vejle, har hann eisini var lið­ skipari. Hallur Hans­son og AC Horsens spældu fríggja­ kvøldið móti OB í Odense á útivølli. Hallur Hans­son var á vøllinum allar 90 minutt­ irnar í einum dysti, sum OB vann 2-1, eftir at teir skoraðu málið í seinasta minuttinum av dystinum. Í tí dystinum sat Jóan Símun Edmundsson uttanfyri við leikbannið. Eisini í Íslandi hava trígg­ ir av okkara útisetum um viku­skiftið verið í dysti. Ís­ lendska kappingin byrjaði aftur um vikuskiftið, har teir tríggir, Gunnar Nielsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs spæla. Teir fingu allir fulla spælitíð í teirra dyst­um, har Gunnar Nielsen og FH á útivølli vunnu móti ÍA, meðan liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónasi Tór Næs, ÍBV, spældi javnleik á heimavølli móti Fjølnir. andre@sosialurin.fo Úrslit hjá útisetunum um vikuskiftið: Brann – Viking 1-1 (Gilli Sørensen, Brann) Fredericia – Fremad Amager 2-2 (Finnur Justinussen, Fremad Amager) Næstved – Vejle 3-3 (Viljormur Davidsen, Vejle) AB – Vendsyssel 0-3 (René S. Joensen og Meinhard E. Olsen, Vendsyssel) ÍA – FH 2-4 (Gunnar Nielsen, FH) ÍBV – Fjølnir 0-0 (Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs, ÍBV) Gilli R. Sørensen minnist ikki nær hann seinast hevur spælt sjey dystir frá byrjan. Hann fegnast um góðu persónligu gongdina hjá sær