Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR André Olsen andre@sosialurin.fo Í næstbestu føroysku fót­ bóltsdeildini í ár, er merk­is­ vert, at einki av teimum fe­ løg­unum, ið hava møguleika fyri at flyta upp í Effo-deild­ ina, strúka avstað í oddinum. Heldur eru tað fleiri eyka­ lið hjá liðum í bestu deildini, ið eru komin flúgvandi frá byrjan í deildini. Serliga væl hev­ur tað gingist NSÍ, sum eft­ir sætta umfar er greitt odda­lið í 1.deild. Vit manglaðu neyvleika frameftir Undan umfarinum um viku­ skiftið, var tað bara B68, sum hevði fingið eina nøk­ un­lunda byrjan av teimum trim­um, B68, AB og Giza, sum altso eru einastu fe­ løg­ini, ið kunnu flyta upp í Effo-deildina. Men ógvu­ liga óvæntað taptu tofta­ menn um vikuskiftið, tá teir vitjaðu í Vági móti teim­um næstbestu hjá suð­ur­oy­ ingum. Úrslitið var ein 2-1 sigur til samanlagda suð­ur­ oy­ar­liðið, TB/FCS/Royn. Súni Olsen, høvuðsvenjari hjá B68, iðrar seg serliga um vantandi neyvleika í fram­ rætt­aða spælinum hjá B68. Fyrst og fremst eri eg ótrú­liga harmur um at tapa dyst­in, tí eg helt áðrenn, at hetta var ein dystur, ið vit skuldu vinna. Hinvegin vóru suðuroyingarnir raskir og gjørdu tað trupult fyri okk­um, har vit veruliga fingu mótstøðu. Sum heild hava vit gott tamarhald á spælinum í fyrra hálv­leiki, men miðskeiðis í hálv­leik­ in­um fáa teir eitt skjótálop, har teir revsa okkum. Und­ an tí høvdu vit havt fleiri møgu­leikar, meðan tað var teirra fyrsta atsókn á okk­ ara mál. Eftir málið var dyst­ ar­gongdin tann sama, har teir dúvaðu uppá skjót­álop. Teir fingu eisini eitt mál afturat, og tá vit so skor­ aðu okkara mál, var tað ov seint, og tí taptu vit dyst­in. Eftir dystin má eg ásanna at eg eri nøgdur við arb­ eiðs­avrikið hjá mínum leik­ ar­um, sum gjørdu tað teir megn­aðu. Tó má eg eisini ásanna, at meira má fáast burt­urúr álopsspælinum hjá okk­um, tí eg meti at vit fáa ov lítið burturúr teimum mál­møguleikunum, sum vit skapa í dystinum. Til dystin í Vági leyg­ar­ dag­in manglaði B68 fleiri týð­andi leikarar, men B68 venj­arin, vil ikki brúka vant­ andi leikararnar sum um­ber­ ing yvir ósigurin. Tað er rætt at vit mangla nakr­ar týðandi leikarar, men tað var ikki orsøkin at vit taptu dystin. Í okkara hópi eru allir leikararnir líka týð­andi á hvør sín hátt, og tí hevði eg eitt nóg sterkt lið við til Suðuroyar til at vinna dyst­in. Til komandi dyst móti Giza/Hoyvík eru so all­ir leikararnir tøkir aftur, og so er spurningurin hvør fær møguleikan frá byrjan tá. Tað er tó eingin ivi um, at vit ætla okkum trý stig tann dyst­in, segði Súni Olsen at enda. AB fingið fatur í oddinum – Giza Hoyvík í botninum Tað verður eitt trýst Giza/ Hoy­vík lið, sum B68 komandi viku­skiftið skal dystast ímóti. Teir spældu um viku­ skift­ið grannauppgerð móti AB, í einum dysti, sum AB vann ógvuliga sannførandi 4-1. Úrslitið ber við sær, at AB nú hevur fingið fatur í odd­inum av deildini í 1.deild, með­an niðurflytingarstrikan spøk­ir Giza/Hoyvík. Hjá Giza/Hoyvík kom tað serliga illa við, at teir næstbestu hjá B36 um vikuskiftið vunnu 5-0 á teimum næstbestu hjá Vík­ingi.  Sostatt er tað bert eitt stig sum skilir Giza/Hoy­ vík og B36 á ávika­vist næst­ aft­asta og trið­aft­asta pláss­ in­um í deild­ini. Andrew av Fløtum gjørdi comeback Sei­nasti dyst­ur­in, sum var spæld­ur um viku­skift­ið, var tíðliga leyg­ar­morg­unin í Fugla­firði, har næst­besta lið­ ið hjá ÍF tók ímóti næst­besta lið­num hjá HB. ÍF, sum er su­ ve­ren­ur botn­propp­ur í deild­ ini, varð eis­ini av­hølvað tann dyst­in. Tá dóm­arin, Súni Fríði Jo­hanne­sen, bríksl­aði fyri sein­astu ferð í Fløtu­gerði leyg­ar­dag­in, var støð­an heili 13-1 til HB, sum eis­ini varð enda­liga úr­slit­ið. Hjá HB var tað at bíta merki í, at fyrr­verandi stór­ spæl­arin, Andrew av Fløt­um, var millum mál­skjúttarnar leygardagin. Tal­an var um fyrsta skrásetta dyst­in hjá Andrew av Fløtum síð­ani kappingarárið 2015, tá hann legði skógvarnar á hill­ina. Stóri spælarin hjá HB leyg­ ardagin var tó ein annar – nevni­liga lítli beiggin hjá An­drew av Fløtum, Rói av Fløt­um, sum ikki skoraði færri enn fimm av teimum 13 mál­un­um hjá HB. ÚRSLITINI OG STØÐ AN Í 1.DEILD EFTIR VIKUSKIFTIÐ ÍF – HB 1-13 (1-2) 1-0 Pól Magnus Petersen, 6. 1-1 Jákup Pauli Breckmann, 14. 1-2 Heri H. Mohr, 21. 1-3 Bergtór Thomsen (Sjálvmál), 50. 1-4 Heri H. Mohr, 54. 1-5 Hans Jákup Annfinsson, 55. 1-6 Rói av Fløtum, 59. 1-7 Hjalti Djurhuus, 64. 1-8 Rói av Fløtum, 67. 1-9 Andrew av Fløtum, 75. 1-10 Rói av Fløtum, 79. 1-11 Rói av Fløtum, 84. 1-12 Rói av Fløtum, 86. 1-13 Andrew av Fløtum, 88. Giza Hoyvík – AB 1-4 (0-1) 0-1 Bjarni Skála, 32. 0-2 Karstin Højgaard, 46. 0-3 Karstin Højgaard, 51. 0-4 Jobin Drangastein, 84. 1-4 Heðin Stenberg (Sjálvmál), 89. TB/FCS/Royn – B68 2-1 (1-0) 1-0 Aron Sørensen, 15. 2-0 Teitur Mortensen, 55. 2-1 Albert Róin Johannesen, 92. B36 – Víkingur 5-0 (4-0) 1-0 Pætur Petersen, 2. 2-0 Gilli Samuelsen, 33. 3-0 Gilli Samuelsen, 36. 4-0 Gilli Samuelsen, 45. 5-0 Uni Holm Johannesen, 80. NSÍ – KÍ verður spældur mánakvøldið. Støðan í 1.deild: 1. NSÍ 6 dystir 16 stig 2. B68 6 dystir 12 stig 3. HB 6 dystir 11 stig 4. TB/FCS/Royn 6 dystir 10 stig 5. AB 6 dystir   9 stig 6. KÍ 5 dystir   9 stig 7. Víkingur 6 dystir   9 stig 8. Giza Hoyvík 6 dystir   5 stig 9. B36 6 dystir   4 stig 10. ÍF 7 dystir 0 stig AB var stóri vinnarin í 1.deild um vikuskiftið, av liðum, ið kunnu flyta upp í Effo-deildina. Serliga óvæntað var tað, at B68 tapti á útivølli móti suðuroyingum. B68 venjarin, Súni Olsen, er harmur um ósigurin SÚNI HARMAST TAPIÐ 1. DEILD: