Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Upptakt til EM endaspælið: Tróndur Arge – Zagreb, Kroatia Millum stórar fótbóltstjóðir sum eru møttar í Zagreb í Kroatia eru Ongland, Hol­ land og Frak­land. Á sama gist­ing­a­r­húsi búgva eisini 20 før­oyskir U17 landsliðsspæl­ ar­ar. Teir hava skrivað før­ oyska fótbóltssøgu við at vinna seg víðari til eitt enda­ spæl. Í hesum førinum EM- enda­spælið fyri U17 lands­ lið. Talan er um spælarar úr øllum landinum, meðan onk­ ur teirra spælir í Danmark. Fyrstu dagarnir fara við at venja seg við umhvørvi og telva liðið upp á pláss. Liðskiparin ikki við Tað eru ávísar avbjóðingar á føroyska liðnum undan EM endaspælinum. Liðið er uttan liðskiparan Fróða Ras­mus­sen úr B36. Hann er miðverji og stýrimaður á lið­ num. Afturat honum, so er Lukas Giessing, Gundur Ell­ ings­gaard Petersen og Jógv­ an Petersen ikki við. Teir hava báðir verið partar av und­an­kappingini. Tað hevur hinvegin givið pláss fyri øðrum spælarum. Eitt nú Jógvan Højgaard úr NSÍ, Jákup Joensen úr Skála og Bjarna Brimnes úr HB, um­framt Peter Bergman Han­sen, sum til dagligt spæl­ir við Kerteminde BK í Danmark. Hann hevur ommu úr Føroyum. Tað kemur tó illa við, at mið­vallarin úr B36, Magnus Holm Jacobsen hevur leik­ bann fyrsta dystin. Í eini roynd at tryggja avgerandi sig­ur­in móti Slovakia, feldi hann ein spælara og fekk sítt seinna gula kort í tí dyst­ in­um. Hetta merkir, at U17 lands­liðið skal gera onkrar broyt­ing­ar undan fyrsta dyst­in­um, sum verður miku­ dag­in móti Skotlandi. – Vit vita, at vit mangla ein mann í verjupartinum. Vit hava tríggjar ymiskar møgu­leikar. Ein er at skifta mann fyri mann, meðan hin­ir møguleikarnir koma at hava fleiri broytingar við sær, vísir Áki Johansen á. – Í mun til tann hópin, sum hevur vunnið seg víð­ari, so eru fýra spælarar ikki við, sum hava til sam­ans hava spælt umleiði 60 u-lands­ dyst­ir. Í mun til teir eru fýra nýggir mans komn­ir í hópin, sum ong­an landsdyst hava. Tí koma vit at mangla nakrar roynd­ir, men vit hava fyrr prógv­að, at maður kemur í mans stað, staðfestur Áki Jo­han­sen, sum er á síni sein­astu uppgávu sum ung­ dóms­lands­liðsvenjari fyri Fót­bóltssambandið á hesum sinni. Í framtíðini taka fót­ bólts­mennararnir yvir. Sterkur árgangur hjá Skotlandi Fyrsti dysturin verður móti Skot­landi, sum vit onk­un­tíð hava arga á altjóða pall­in­ um. Onkuntíð hevur tal­an verið um vánaligan lands­ liðs­ár­gang, sum hevur verið við­virk­andi til, at eitt nú A-lands­liðið hevur fingið stig móti Skotlandi. Soleiðis verður ikki hesa ferð, tí talan er um góðan ár­ gang hjá Skotlandi, sum før­ oyska liðið skal takast við. Teir hava vunnið all­ar dyst­ir­ nir í innleinadi bólk­in­um og í Elite Round, sum er annað stig av undankappingini. Teir spæla skjótan og ágang­ andi fótbólt, men hava eisini eina avbera góða verju. Bara eitt mál er farið ígjøgnum. – Skotlandi hevur ein­ stak­ar spælarar, sum skara burt­urúr. Spælarar, sum longu nú hava spælt á høg­ um stigi. Eitt nú skjóti vong­ ur­in Glenn Middleton, sum hev­ur spælt dystir fyri besta lið­ið hjá Norwich í Onglandi, og spælt í søguligu FA-Cup, vís­ir Áki Johansen á. Hann og Pól F. Joensen hava arbeitt saman um hetta lið­ið. Teir eru samdir um, at før­oyska liðið skal spæla besta dystin higartil, um vit skulu gera okkum nakran vón­ir um at bjóða teimum av. – Vit skulu einki standa aft­anfyri teir, tá umræður hart arbeiði og áræði. Skotar fara at leggja hart út og eru vit ikki klárir at standa í móti við somu orku, kann hetta blíva ein munandi truplari dyst­ur enn neyðugt, siga Áki Jo­hansen og Pól F. Joensen. Taka vit eitt nú A-lands­ lið­ið hjá Skotlandi, ið undir leiðslu av týska Berti Vogts, sum í 2002 kom í stórar trupulleikar av John Pet­er­ sen og føroyska lands­lið­num á Svangaskarði, so var talan SPENNINGUR OG AVBJÓÐINGAR Í ZAGREB Føroyska liðið er komið vegin fram til Kroatia, har U17 landsliðið spæla luttaka í EM endaspælinum. Venjararnir hava ávísar avbjóðingar á føroyska liðnum, tí fýra mans við yvir hálv hundrað landsdystum til samans eru ikki við, men vísa á, at hetta liðið ræðist ongan