Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 held­ur minni góðan árgang. So­leiðis er ikki við skotum hesa­ferð. – Talan er um ein óvanliga góð­an árgang hjá Skotlandi, sum fyri fjórðu ferð hevur vunn­ið seg víðari til EM- enda­spæl­ið. Vit skulu ikki ræð­ast teir, men spæla okk­ ara spæl. Tá tað er sagt, so skulu vit hava virð­ing fyri teim­um, sigur Áki Johansen. Mett verður, at hetta er fyrstu ferð, at Skot­land hevur fleiri profilar at spæla við, hóat Glenn Middle­ton og Jack Aitchison hava skot­ ið níggju av 13 málum. Í Elite Round fingu teir fulla úr­ tøku móti Serbia, Sveis og Montenegro við mál­úr­tøk­ uni 8-1. Ferðin til Kroatia Fyrsta venjingin á ferðini var longu leygardagin í Kas­trup, har hóp­urin yv­ir­nátt­aði, áðr­ enn leiðin sunnu­dag­in gekk víð­ari til Za­greb í Kroatia. Venj­ing­in var á heldur av­ bjóð­andi gras­líki við tiltiknu svørtu gummi­kúl­un­um. Allir komu tó væl frá venj­ingini. Túrurin til Kroatia er ikki lang­ur úr Kastrup. Í Zagreb er í løtum tað, sum helst svar­ar til summ­ar­verður í Før­oy­um, með­an tað enn kann blíva nak­að kølið í skugg­an­um. Sunnudagin bleiv vant á vøll­inum hjá NK Spansko, sum hvørtfall hevur lið í fjórð­bestu deildini, tí dystur er, tá føroyska liðið hevur fyrstu venjingina í Kroatia, sum hevur ein stolta fót­ bólts­søgu. Kroatar eiga stór­an lut í fleiri av stóru ítr­ótt­ar­avrikum hjá gamla Jugo­slavia. Millum annað vóru kro­at­ ar á vøllinum, tá Jugoslavia vann heili 7-0 á Føroyum í 1991. Síðani tóku kroatar sjálv­ræði. Tá Kroatia í 1998 vann bronsu til HM í Frak­ landi, vóru spælarar sum Davor Suker, Robert Prosi­ necki, Zvonimir Boban og Rob­ert Jarni við. Teir vóru eis­ini á vøllinum í Begorad í 1991. Stórur áhugi fyri føroyska liðnum Hetta er fyrstu ferð, at eitt før­oyskt landslið spælir í ein­um EM endaspælið. Tað merk­ist kring hópin, men ikki so nógv teirra millum. Tað er meiri tað, sum hendir rund­an um. – Vit merkja munandi størri áhuga frá fjølmiðlum. Eitt nú verður dysturin móti Frak­landi vístur beinleiðis á Eurosport 2. Har í millum liggja uppgávur um at taka mynd­ir og annað, sum vit ikki eru vanir við. Hetta minnir mest um ein A-landsdyst við dómarafundi, anti-dop­ing­ fundi, tekniskanfundi og alt tað sum hartil hoyrir, sigur Áki Johansen Føroysku venjararnir hava eisini ein mentala upp­ gávu, um at fáa spælararnar at raka rætta spenningsstigi. – Ein av uppgávunum er at fáa spælararnar at hugsa minni um tað, sum vit hava av­rikað og hugsa meiri um tað, sum vit skulu avrika. Lyk­il­in hjá okkum liggur nokk í , at ikki gera hetta til meir enn tað er. Vit skulu ansa eftir, at vit ikki leggja ov stórt trýst á spælararnar, tí vit vita at tað er stórur áhugi fyri tí sum teir gera, sig­ur Pól F. Joensen. – Tað er framvegis tveir dag­ar til dyst­urin er, so tað snýr seg eisini um at fáa spæl­ar­ar­nar at raka toppin miku­dagin klokkan 12 – ikki áðr­enn og ikki aftaná, leggur Áki Johansen afturat. Tá prátið fellur inn á málið fyri hetta EM endaspælið, so gongur ein lítil løta at koma við svarinum. Tvær ferðir er hetta U17 landsliðið farið til eina undankapping, har mál­ ið sum so ikki er at koma víð­ ari, men at spæla við. Nú eru vit her, so hví skulu vit ikki eis­ini vilja vinna? – Eg vil siga tða so, at tað eru fleiri trin í okkara málið. Eitt nú er at halda málið reint so leingi sum gjørligt, helst til tað gevur stig. Síðani at skjóta mál og tað gevur fleiri stig. Vit eru ikki bara við fyri at læra. Vit eru ikki fav­or­ittar, men vit fara eftir møgu­leik­anum í hvørjum ein­støk­um dysti, sigur Áki Jo­han­sen. Meðan U17 lands­liðs­ spæl­ar­arnir hjá Portugal, Belgia, Sveis og Svøriki sita heima, so eru før­oysku U71 dreing­irnir við til EM enda­ spæl­ið. Mill­um 16 tær bestu fótbóltstjóðirnar í heim­in­ um. So hví ikki seta sær høg mál? trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Rás2 sigur frá Rás2 og Miðalhúsið hevur mann á staðnum í Zagreb í Kroatia. Rás2 sigur beinleiðis frá teimum trimum U17 landsdystunum, sum eru móti Skotlandi, Fraklandi og Ungarn. Eisini verður nógv gjørt burturúr í Sosialinum og á heimasíðuni hjá Sosialinum, In.fo. Í blaðnum í morgin verður ein gjøgnumgongd av øllum spælarunum á U17 landsliðnum. 1 til 6