mánadagur 1. mai 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eftir trivaligan B36 sigur á fuglfirðingum, er Skála, sum í gjár skoraði fyrsta málið, einasta liðið,
sum ikki hevur vunnið, og Víkingur og KÍ eru framvegis ikki farin av vøllinum uttan úrtøku
SUÐRINGAR VÓRU
GESTABLÍÐIR VIÐ STÓ
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Hóast úrtøkan í Gundadali
ikki var meiri enn eitt stig
ímóti HB, so settu FM vinnar
arnir í Víkingi seg í gjár aftur
á toppin.
Sætta umfar tørnaði ikki
soleiðis út fyri Suðringar,
sum teir høvdu droymt um.
Í NSÍ leguni var fagnaðurin
stórur, tá ið Petur Reinert
hevði bríkslað fyri síðstu
ferð, og talvan vísti 1-3.
Tá ið Poul Ingason tíðliga
í seinna hálvleiki minkaði
um munin til 2-1, tevjaði
heimafólkið stig, og vónin
birtist um, at tað kanska
skuldi eydnast at venda upp
og niður upp a tingini soleið
is, sum tað varð gjørt, tá ið
tað ímóti B36 eydnaðist at
broyta 0-2 til 3-2.
Talan varð ikki um endur
tøku. Bólturin dansaði ofta í
seinna hálvleiki í NSÍ mál
teiginum, men tá ið NSÍ mið
verjin Per Langgaard tíggju
minuttir undan leikloki økti
til 3-1, var heimaballið buðið.
– Vit kendu trýst á okk
um, tá ið heimaliðið minkaði
um munin. Teir vóru vanda
miklir í deyðbóltsstøðum, og
tá ið teir við longum send
ingum løgdu bóltin fram,
men tíbetur eydnaðist tað
okkum at svara aftur, sigur
NSÍ liðformaðurin Klæmint
A. Olsen.
Hann noyddist skaddur
av vøllinum longu í 23. min
utti. Tá hevði hann skorað
eftir stórt kiks í heimaverj
uni. Jonleif Højgaard loysti
hann av, og verjuspælið hjá
heimaliðnum var heldur ikki
nakað at reypa av, tá ið hann
økti til 2-0.
– Vit høvdu fleiri møgu
leikar at økja til 3-0, áðrenn
teir svaraðu aftur, men tíbet
ur spældi tað væl av, sigur
Klæmint A. Olsen.
Í heimaleguni var vón
brotið stórt eftir fyrsta tapið
við Stórá, men tað var skjótt
at staðfesta orsøkina til, at
tað ikki eydnaðist hesaferð:
– Aftur hesaferð góvu vit
ov nógv burtur í fyrra hálv
leiki. Tað var fremsta orsøkin
til, at vit taptu, varð staðfest í
leguni hjá Suðringum.
Tepri sigurin var
dýrt keyptur
Albert Adu var fyri fyrstu
ferð síðani málleysa javnleik
in ímóti Skála í fyrsta umfari
millum teir fyrstu ellivu hjá
KÍ, og tað var hann, sum
tveir minuttir undan leik
loki bjargaði góða lagnum í
Klaksvík.
Páll A. Klettskarð breyt
ígjøgnum í høgru, og Albert
Adu drønstútaði bóltin í
meskarnar aftanfyri óføra
Trygva
Askham
í
EB/
Streyma málinum. Hann og
stólparnir høvdu í 88 minutt
ir hildið tætt, hóast KÍ hevði
trýst og trýst.
Tað er synd at siga, at
fótbóltsspælið hjá teimum
bláu var nakað at reypa av,
men teir fegnast um sigurin
og vóna, at tað man fara at
koma. Í fjør var tað í hálv
finaluni í steypakappingini
at tað av álvara glapp. Fyrra
hálvfinalan verður í næstu
viku!
EB/Streyma
menninir
vóru vónbrotnir um, at tað
ikki eydnaðist at varðveita
javnleikin, men teir høvdu
reist seg aftur, áðrenn teir
fóru aftur í tunnilin:
– Eg eri heilt væl nøgdur
við hugburðin og avrikið.
Persónligu mistøkini eru
væl færri nú, enn tey hava
verið. KÍ styrkin og trýsti
bar nógvar spentar støður
við sær, men vit hildu høvd
ið kalt, varðveittu skipanina
á liðnum. Vit hava framvegis
góðar vónir um at røkka mál
inum, sum er at varðveita
plássið í deildini, sigur EB/
Streyma venjarin Heðin Ask
ham.
Í miðverjuni á heimalið
num var Hørður Askham –
sonur EB/Streyma venjaran.
Inntil tað restaði ein min
uttir av vanligu leiktíðini.
Tá sá hann gult fyri aðru
ferð. Hitt gula kortið hjá
KÍ sá liðformaðurin Jonas
Flindt Rasmussen. Hetta var
fjórðu ferð, at hann sá gult,
og harvið vera báðir mið
verjarnir í gjár leikbannaðir
leygardagin, tá ið ÍF vitjar í
Klaksvík:
– Tankin spøkti, at hetta
fór ikki at vera okkara dag
ur. Áskoðararnir koyrdu á
okkum, og tíbetur riggaði
tað at enda. Tað var týdning
armikið fyri okkum at vinna
fyri fyrstu ferð á heima
vølli. Hini úrslitini lagaðu
seg soleiðis, at tað nú eru
tvey stig fram til toppin, og
harvið er alt opið, sigur KÍ
liðformaðurin, Jonas Flindt
Rasmussen, sum hugsar um
heimadystin ímóti ÍF:
Eingin dystur er lættur.
Um trý stig skulu á konto, so
skal nógv leggjast fyri. Nú
hava vit avbjóðing at loysa
í miðverjuni ímóti ÍF, sum
í fjør vann ruddiligan sigur
ímóti okkum her í Klaksvík,
sigur Jonas Flindt Rasmus
sen.
Trygvi var vónbrotin
Eftir tveir sigrar á útivølli
var vónin í Vágum, at tað
skuldi eydnast at vinna
fyrsta sigurin á heimavølli.
Úrslitið ímóti Skála varð 1-1.
– Ken Fagerberg átti upp
spælið, og Holgar Durhuus
skoraði eitt fínt mál til 1-0.
Ótilvitað duttu vit eitt sindur
longri aftur í verjustøðu, og
tað kostaði, tá ið vit gjørdu
púra óneyðugt brotsspark,
staðfestir 07 Vestur venjarin
Trygvi Mortensen.
Miðvallarin Pætur Dam
Jacobsen
umsetti
brots
sparkið til fyrsta Skála málið
í ár. Tá var kappingarárið 524
minuttir gamalt.
– Onkur kundi í handlin
um, har eg arbeiði, hevur við
merkt, at vit ikki hava funnið
málið. Vit spælarar hava ikki
start okkum blindar upp á
bara hesa avbjóðingina at
skora mál. Tað ræður um at
vinna stig, og tá ið vit javn
aðu hugsaðu vit um, at nú
var møguleiki at vinna fulla
úrtøku. Tað eydnaðist ikki, tí
vit undan vindinum í fyrra
hálvleiki ikki tóku av, tá ið
vit spældu okkum til góðar
møguleikar, sigur Skála mál
verjin Andras Gango.
So tætt við
at vola aftur
í dag! Fakta
er, at vit
eftir tunga
byrjan, nú ligga javnir
við havnarfeløgini og
tað plagdi at vera eitt ok
succesbarometur
Trø vaksa bara
um tey fáa
loyvi til tað.
Vit høvdu
havasaksin
suður við!
Nú er gongd komin á hjá
okkum.
Vit spøna víðari leygardagin!
Góðir !
Man kann ikki
halda fram
at gera stór
mistøk og
vinna. Men við
eitt sindur av hepni fingu
vit stig. Betri næstu ferð.
SUÐRINGAR!
Øv øv vit
atlaðu javnleik
í dag, men so
gekk ikki, betur
verur næstu
ferð. Saman standa vit sterk.
At fara til
gundadal og
fáa stig so
skal man vera
nøgdur, men
vit kláraðu ikki at stilla so
nógv upp møti einum góðum
b36 liði, vit kempaðu tað vit
kundu
Koyr á ÍF
okkara
fyrsti sigur
VIGTIGT fyri
stigatalvuna
og sjálvsálit !
og nú er at halda fast- tí her
koma vit og viterub36
Vit hava rakt
eitt all time
low innan
døming í
føroyskum
fótbólti, ikki ringt at siga
hvør var ringasti mađur á
vøllinum í dag! Víkingur var
klárt betra liđi í dag! Vit
mugu bara koyra á víđari.
WLYV
REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
JANUS KJÆRBO TB/FCS/ROYN
RÓGVI DAM EB/STREYMUR
SÆBJØRN LEITI ÍF
LISSI MOURITSEN B36
JOHN REID NYBO VÍKINGUR
6. umfar: