mánadagur 1. mai 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyrst av øllum, hvussu kendist
tað ta løtuna tá tú helt at tú vart
blivin match-vinnari í Gundadali?
Tað føldist sjálvandi gott ta
løtuna, ið eg hevði skotið bóltin í
málið, serliga tá málið kemur so
seint út á dystin.
Sjálvur ivaðist eg í rangstøðu
áðrenn málið, hóast tað var
trupult at síggja. Men tá flaggið
ikki fór upp, og spælið helt fram,
spældi eg víðari. Tá so bólturin var
farin í málið hugdi eg aftur yvir til
linjuverjan fyri eina ordans skyld,
og tá ið eg sá at flaggið ikki var á
loftið, hugsaði eg at málið mátti
vera viðurkent.
Hvussu var kenslan so, tá tað var
greitt at málið var kolldømt?
Tað kendist sjálvandi ikki gott.
Men tá eg sá Lars koyra hondina
upp og ganga aftur, gjørdist tað
beinangegin greitt, at málið ikki
var viðurkent. Tað var sjálvandi
sera skuffandi.
Skilir tú dómaraavgerðina?
Ja, eg skilji avgerðina.
Hvussu eru tit í Víkingi annars
nøgdir við at fáa eitt stig við
tykkum úr Gundadali??
Vit høvdu vóna 3 stig, men 1 stig á
útivølli man vera góðkent.
Og at enda, hvussu langt ætla tit
tykkum í Víkingi at røkka í Effo-
deildini í ár?
Nú eru fleiri av leikarunum hjá
Víkingi ikki heilt ungir longur, so
tað er trupult at seta langtíðar
málsetningar. Men um lív og
heilsa vil tað, so vóna vit at kunna
kappast har tað er stuttligt.
Tað skal tó sigast at vit hava
nógvar ungar raskar mans á
liðnum at taka um endan, um tað
verur blúk fyri tí:)
Vikan ið fór
OB venjarin, Kent Nielsen,
finst hvassliga at føroyska
toppskjúttanum í felagnum, Jóan
Símun Edmundsson, sum má sita
uttanfyri við leikbanni, av tí at hann
hevur fingið gult kort fyri film.
Kyndilskvinnur, sum just farna
kappingarár vunnu greipuna,
hava sett nýtt venjarapar til
komandi kappingarár. Talan er um
Flemming Raben og Christoffur
Gert Nielsen. Flemming Raben
hevur áður vant Neistakvinnur,
meðan Christoffur Gert Nielsen,
hevur vant yngri deildir hjá Kyndli.
Heimsstjørnan, Zlatan Ibrahimovic,
verður lagdur undir skurð, eftir at
hann hevur meitt sær knæðið illa.
Komandi kappingarár fer
H71 eisini at hava lið í bestu
kvinnudeildini í hondbólti. Tað er
fyrsta ferðin at hoyvíkingar eiga
manning í bestu kvinnudeildini.
Føroyameistarin í badminton,
Benjamin Gunnarstein, kann ikki
umboða Føroyar á Oyggjaleikum.
Hann er hálvur føroyingur, og hevur
búð ov stutt í Føroyum til at hava
rætt til at umboða Føroyar. Hann
var tó við til seinastu Oyggjaleikir.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Hanus Jacobsen
Aldur: 31 ár
Starv: Fótbóltsleikari / Víkingur
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1 Hvør KÍ leikari varð vístur av vølli til dystin móti
EB/Streymi sunnudagin?
2 Hvussu kallast íslendski Swansea leikarin,
sum sunnudagin skoraði útjavnandi málið móti
Manchester United á útivølli?
3 Hvørjir føroyskir landsliðsleikarar spæla við
íslendska felagnum, ÍBV?
4 Hvørji vóru vald til ársins leikara hjá monnum og
kvinnum í hondbólti um vikuskiftið?
5 Hvørji vóru vald til ársins leikara hjá monnum og
kvinnum í flogbólti um vikuskiftið?
6 Hvør Manchester United leikari varð útvístur í
grannauppgerðini móti Manchester City í farnu
viku?
7 Hvussu eitur føroyski landsliðsleikarin, sum mátti
sita uttanfyri við leikbanni av sjónleiki?
8 H71 eigur komandi ár umboðan í bestu
kvinnudeildini. Hvussu eitur H71 venjarin?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1. Hørður Askha,
2. Gylfi Sigurdsso
3. Jónas Tór Næs og Kaj
Leo í Bartalsstovu
4. Peter Krogh (H71) og
Maja Dragoljubovic
(Kyndil)
5. Trygvi Hansen
(Ternan) og Anna
Súnadóttir Hansen
(Dráttur),
6. Marouane Fellaini,
7. Jóan Símun
Edmundsson
8. Sonni Larsen,
»Bag kulisserne: FCK i Champ
ions League« er heitið á donskum
dokumentari, har eitt filmslið
hjá Viasat fylgir við donsku
meistarunum frá byrjan til enda
í Champions League-kappingini.
Donsku meistararnir standa seg
sera væl, og her verður hyggjarin
boðin við á ta spennandi ferðina.
FCK hevur givið filmsliðnum
fulla atgongd. Tað merkir, at
sloppið verður við í skiftirúmið,
til taktikkfundir, til samráðingar
og mangt annað. Hyggjarin
sleppur so tætt danska liðnum,
at hann nærum kennir seg sum
ein part av hópinum.
Tað er mangt og hvat, ið
gongur fyri seg, tá ið fyrireik
ingar til eina so stóra kapping
sum Champions League eru í
umbúnað. Filmsliðið dugir so
avgjørt sítt handverk, og tað er
serliga forvitnisligt, at so mangar
síður av Champions League-
ævintýrinum verða lýstar.
Ikki einans verður fylgt við
leikarunum, men eisini for
manni, venjara, liðleiðara, miðla
fólkum og øðrum. Stutt og greitt
verður ævintýrið lýst úr øllum
ættum.
Hetta er ein útmerkaður og
væl frágingin dokumentarur,
sum er væl hóskandi at hyggja
eftir, nú Champions League-
kappingin er nádd somikið
langt. Harafturat er tað altíð
forvitnisligt og helst eisini
heldur sjáldsamt at fáa so gott
innlit, sum ein fær her.
Hygg um: Tær dámar FCK ella
Champions League-fótbólt.
Ikki hygg um: Tú ert einans
áhugaður í fótbóltinum, og ikki
tí aftanfyri.
Hvussu er at hyggja: Tað er
hugtakandi, at so nógv verður
gjørt burturúr.
Hvat sigur tú? Hesin
dokumentarurin fær teg í rætta
Champions League-hýrin!
Fakta: Tað er Viasat, ið hevur
framleitt hendan dokumentarin,
sum er frá í fjør og er 46 minuttir
langur.
★★★★★★
UMMÆLI
Pætur Albinus ummælir
?
Dokumentarurin:
Handan leiktjøldini:
FCK í Champions League