Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tróndur Arge Tað er ikki óvanligt, at bæði heimaliðið og útiliðið búgva á Hotel Føroyum, tá føroyska A-landsliðið spælir landsdystir í Føroyum. Í yngru deildunum er oftari tal­an kappingar, har fleiri lond luttaka í senn. Soleiðis er eisini við EM endaspælinum hjá U17 dreingj­unum. Føroyar eru í bólki við Fraklandi, Skotlandi og Ungarn.Tey búgva øll á sama gistingarhúsi sum før­ oyska liðið. Umframt teir, so býr enska og norska liðið eisini her, og eftir ætlan eis­ ini Holland. Spælararnir koma eisini hvørjum øðrum við, tá teir eitt nú skulu eta. Tá fyri­ gong­ur tað í einum stórum høli, har tað er pláss fyri øll­um liðunum. Nú verður spenn­andi at síggja, hvussu tað spælir av, tá kappingin fyrst er farin í gongd. Tað minnir í nógvar mátar um A-landsliðið spælir dyst. Løgreglan fylgir bussinum til venjingarvøllin og tað eru eisini trygdarfólk uttan fyri gistingarhúsið. Í dag skulu spælararnir millum annað til myndatøku, sum Eurosport skal brúka, tá teir vísa dystin móti Fraklandi. Bjarni stóð eftir í Kastrup Til venjingina í gjár mangl­ aði ein spælari. So illa vildi til, at miðverjin úr HB, Bjarni Brim­nes, stóð eftir á flog­ vøllinum í Kastrup, tí flogf­ elagið hevði gjørt ein feil. Tað gekk tó skjótt at fáa hann til Zagreb umvegis Amsterdam. Fyrrapartin í dag hava spælararnir verið ein lítlan rennitúr. Seinni í dag verður næst seinasta venjingin und­an fyrsta dystinum, sum verður í móti Skolandi miku­ dagin. Ongin beinleiðis skaði er í hópinum, men onkur eink­ ult­ur hevur onkran snudd. trondur@sosialurin.fo Forteljingarnar eru nógvar. Ein av mínum favorittum er søgan um bretska rennaran Roger Bannister, sum er fyrsti maðurin at renna eitt míl (1.609 metrar) upp á undir fýra minuttir markið, sum tá var mett sum næstan ógjørligt. Tað er sjálvandi fleiri søgur um akkurát hvat og hvussu, men moralurin í søguni er, at stutt seinni kláraði kappingarneytin eisini at renna tað undir fýra minuttir – og síðani fleiri onnur. Nakað soleiðis tykist føroyskur ítróttur at trýsta hvønn annan fram. Í januar vinnur U21 landsliðið hjá dreingjum í hondbólti seg víðari til HM endaspælið. Fáar mánaðir seinni skrivar føroyska U17 hjá dreingjum í fótbólti eisini søgu, og vinnur seg víðari til EM endaspælið. Er tað av tilvild? Eg loyvi mær at ivast. Eg vænti eisini, at Pál Vitalis Joensen við sínum báðum luttøkum í OL 2012 og 2016 hevur víst hvørjum føroyingi, at tú kanst koma til OL, um bara tú vilt tað nokk. Eg ivist ikki í, at vit komandi tíðina koma at síggja fleiri ítróttarfólk bjóða OL kravinum av. Við at bróta mørk flyta vit føroyskan ítrótt fram. U17 landsliðið er í hesum døgum í Kroatia til EM endaspælið. Rás2, Sosialurin og In.fo er á staðnum, og vit koma at gera nógv burturúr. Men eg má siga sum er, tað merkist ikki ordiliga á hesum dreingjunum, at hetta er so stórt. Teir eru róligir og gamaní ágrýtnir og fokuseraðir til venjing, men annars er lagið gott og avslappað. Tað er næstan sum um teir hoyra til í samanhanginum. Tað merkir ikki, at vit nú eru favorittar at vinna EM, men at vit hava tikið fyrsta veruliga stigið í móti at blíva ein partur av elituni í Evropa. Rós til dómararnar í Gundadali Sum tit síggja á forsíðuni á blaðnum í dag, so var dramatikkur líka til tað seinasta í dystinum millum HB og Víking. Sum tit kunnu lesa í greinini “Dysturin hesa vikuna”, so er talan um eina hending langt inni í yvirtíðini, har dómararnir mugu umráða seg eina løtu, eftir at Víkingur hevur skorað og fegnast um málið – áðrenn teir endaliga kunnu staðfesta, at talan er um rangstøðu. Avgerðin er røtt og dómararnir hava rós uppiborið. Eg fari eisini at rósa dómaranum, Lars Muller, fyri at gera samrøðu við 3. Hálvleik, sum er sending á Rás2. Her greiðir hann frá hendingini og hví hann dømdi sum hann dømdi. Hetta fekk allar illgitingarnar, sum tað vóru nógvar av á sosialu miðlunum, at steðga. Ja, tað gekk ov long tíð, men dómaraavgerðin er røtt og tað mugu vit virða mest. Í eini støðu sum hesari, so tænti tað absolut dómarunum at úttala seg til miðlarnar, tí greiða kom á málið. Eg eri klárur yvir, at tað blívur avbjóðandi um dómarin skal svara fyri seg hvørja ferð hann tekur eina avgerð, men í ávísum førum tænir tað øllum pørtum. Í dag er kjakið ikki um avgerðin er røtt ella ikki, men um hon tók for langa tíð. Tað er hóast alt eitt framstig. trondur@sosialurin.fo Meðan vit bíða – og rós til dómarar BÚGVA SAMAN VIÐ TEIMUM STÓRU Skráin: 3. mai (kl. 11:00) Skotland – Føroyar Beinleiðis á Rás2 6. mai (Kl. 11:00) Frakland – Føroyar Beinleiðis á Eurosport 2 og Rás2 9. mai (kl. 15:00) Føroyar – Ungarn Beinleiðis á Rás2 U17 landsliðið hjá dreingjum í fótbólti kom vegin fram til Zagreb í Kroatia í gjár. Spælararnir búgva á Panorama gistingarhúsinum mitt í býnum. Hini liðini í bólkinum búgva eisini á sama gistingarhúsi Hesi eru við til EM Bólkur A: Kroatia, Spania, Turkaland og Italia Bólkur B: Føroyar, Frakland, Skotland og Ungarn Bólkur C: Týskland, Írland, Bosnia/Hersigovina og Serbia Bólkur D: Ongland, Holland, Noreg og Ukreina Kendi hondbóltsvenjarin, Henrik Gerster, andaðist brádliga sunnukvøldið 52 ára gamli, Henrik Gerster, sum hevur havt nógv við føroyskan hondbólt at gera, andaðist brádliga sunnu­ kvøldið, tá hann small um í Danmark. Fyrstu ábend­ ingarnir siga, at danin small um orsakað av blóðtøppi. Henrik Gerster var eitt væl kent andlit innan hond­ bólt í Føroyum, har hann fyrst kom til Føroyar at spæla fyri H71. Síðani var hann eisini venjari fyri fleiri feløg í bestu deildini, um­ framt at hann eitt skifti eis­ ini var landsliðsvenjari. Í síni tíð sum hond­bólts­ leikari í Danmark, vann Henrik Gerster fimm ferðir dan­marksmeistaraheitið og seks ferðir donsku steypa­ kappingina. Í Føroyum gjørd­ist hann sum venjari fýra ferðir føroyameistari og fýra ferðir steypavinnari eisini. Ætlanin var annars at Henrik Gerster skuldi byrja sum venjari í danska fe­lagnum, Odder, eftir summar­frítíðina. Men orsak­ að syrgiligu umstøð­unum, má Odder finna sær nýggjan venjara ístaðin. Henrik Gerster deyður