Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 18 • 1. MAI 2017 6 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen T að er Jónleyg Hansen, sum eigur og rekur TRIMFORM í Kollafirði, og hon veitir við­ gerðir við elektroterapi. TRIMFORM leigar í hølunum hjá gamla Før­ oya Banka á Botnavegi 1, og í bygninginum er eisini hárfríðkanarstova. Her hevur hon tvær TRIMFORM-elek­ tromaskinur, ið hvør hevur 32 elektrodur, sum kunnu setast á kroppin. Við tveimum slíkum maskin­um, kann hon hava tvey fólk í viðgerð í senn. Viðgerðirnar kunnu gera teg pínuleysan, og viðgerðirnar gera, at tú klænkar teg. – Tá tú klænkar teg – ella sleppur av við nívandi pínu – ja, so fært tú eisini meira orku, samstundis sum tú verður bæði lættari og glaðari í sinni. Og Jónleyg Hansen sker tað út í papp: – Troyttast tú av tínum dellum og leysari húð - ella tú hevur pínu, sum tú ikki fært hjálp fyri aðrastaðni - so kann viðgerðin við elektroterapi hjálpa tær. Tú minkar í vekt og sentimetrum, vøddar og húð verða strammað upp, og møgulig appelsinhúð minkar. Hon sigur, at umframt hesar møguleikar at hjálpa viðskiftafólki, veitir hon eisini andlits­ viðgerð. Andrea er pínuleys Á einum almennum tiltaki í Kollafirði, sum TRIMFORM skipaði fyri tíðliga í apríl í ár, greiddi Andrea Adriansdóttir frá sínum royndum. Hon hevur fingið viðgerðir fyri herviliga lendapínu og pínu niður í beinið. – Tá hon kom á viðgerðarstovuna í Kollafirði, hevði hon verið á sjúkrahúsi, bæði í Føroyum og Danmark, og hon hevði eisini gingið til fysio­ terapi. Tá Andrea fyrstu ferð kom til viðgerðar í Kolla­firði, orkaði hon ikki pínuna meira og vildi royna okkurt annað. Jónleyg Hansen vísir á, at eftir nakrar við­ gerðir við elektroterapi, hvarv pínan. – Andrea Adriansdóttir tekur framvegis við­ gerðir av og á, og framvegis í dag er hon ein glað og pínuleys kvinna, sigur hon. TRIMFORM arbeiðir serliga við at loysa upp knýttar vøddar og beinir burtur affaldsevni úr kroppinum. Nógv hava leitað sær hjálp í Kollafirði, bæði í samband við vekt og pínu, og fleiri dømir eru um, at viðgerðirnar hava hjálpt fólki, sum ikki fingu hjálp aðrastaðni. – Nú summarið nærkast, er eisini eitt upplagt høvi at koma her at stramma kroppin upp og gerast summarklárur, sigur Jónleyg Hansen. Ein mild viðgerð Viðgerðirnar við elektroterapi eru ógvuliga mildar, men tær eru sera effektivar. Viðskiftafólk liggja bara og slappa av, meðan viðgerðin fer fram, og tað eru eisini tey, sum sovna undir viðgerðini. – Mong stríðast við nívandi pínu, og tað eru so mong, sum stríðast við vekt. Øll hesi, bæði kvinnur og menn, ung sum eldri, eru hjartaliga vælkomin at venda sær til mín á tlf. 220024, eins og fólk eru vælkomin at vitja okkara Face­book-síðu, TRIMFORM Kollafjørður, sigur Jónleyg Hansen, sum eisini bjóðar ókeypis royndar­viðgerð. Andrea gjørdist pínuleys hjá TRIMFORM í Kollafirði Nógv fólk hava fingið tað munandi betri eftir viðgerðir hjá TRIMFORM í Kollafirði. Hetta er ikki minst galdandi fyri fólk við lendamøði, lendapínu og pínu í knøunum. TRIMFORM bjóðar tær eisini at stramma kroppin upp til summarið E ikin bjóðar nú kundum sínum eitt stórt úrval av gardinum, bæði til fyritøkur og stovnar og til privatkundar. Tað er á madrassu-deildini í Jónas Broncksgøtu, at Eikin selur hesar gardinurnar. Hetta passar væl til vøruúrvalið, sum er á deildini hjá Eikini í Jónas Broncksgøtu við modernaðum barna- og ungdómsmøblum, seingjaloysnum, madrassum og sovisofum. Til heimið hevur tað stóran týdning at velja barnatryggar gardinur. Um illa vil til, kann snórurin í gardinunum vera til vanda fyri børn. Tí er tað av stórum týdningi, at gardinur ikki hava leysar snórar, sum børn kunnu koma føst í. Sum Luxaflex umboð kunnu vit bjóða eitt stórt úrval av snóraleysum stýringum. Við PowerView motorisering nýtist tær bert at forrita PowerView til at stýra øllum tínum Luxaflex gardinum. Tað kann vera í einstøkum rúmum ella í øllum húsinum. Tú kanst nýta PowerView appina á tíni smarttelefon og teldli ella nýta tína Pebble fjarstýring. Funktión, góðska og umhvørvisatlit ganga altíð hond í hond fyri at skapa besta úrslitið til vinnu- og skrivstovuhøli. Ljósregulering og orkueffektivitetur eru týdningarmiklir faktorar, tá ein skal velja vakrar og effektivar sólverjur. Luxaflex gardinurnar eru eins væl egnaðar til stovnar sum t.d. barnagarðar, eins og til heimið. Tær eru eru skraddaraseymaðar og hava 5 ára garanti. -Vit koma gjarna út til eitt óbindandi prát, uppmáting og geva tær eitt gott tilboð. Við einum breiðum úrvali av gardinum við flottum litum og kvaliteti vegleiða vit teg til tú finnur eina loysn sum ger gardinurnar til kjarnuna í tíni innrætting. -Vit eru sera spent upp á at bjóða okkara úrval av gardinum. Øll eru vælkomin inn á gólvið at fáa eitt gardinuprát, og síggja hvat vit hava at bjóða, sigur Tummas Jákup Høj leiðari á Eikini í Jónas Broncksgøtu. Luxaflex fjarstýrir tínum gardinum