Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 18 • 1. MAI 2017 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen S einasta leygardag, 29. apríl, byrjaði skráin fyri “Várdagar í Nes kommunu”, og sum vant varð lagt fyri frá morgunstundini við ruddingardegi. Hetta er fjórðu ferð, at Várdagar eru í Nes kommunu, har nógv ymisk tiltøk eru í eina heila viku. Várdagar enda leygardagin, 6. mai, við stóra tiltakinum, sum Bátafestivalinum er. Borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, fegnast um samlaða tiltakið, sum Várdagar eru, og hann fegnast ikki minst um alla ta orku, sum nógv fólk sjálvboðið leggja í hetta tiltak. – Í nógv ár hevur verið skipað fyri ruddingar­ degi í kommununi, men seinnu árini hevur rudd­ ingardagurin verið byrjanin til Várdagar, sum aftur enda við Bátafestivali. Borgarstjórin sigur, at fólk í kommununi hava tikið væl ímóti Várdøgum, og tað er orsøkin til, at hildið verður fram við hesum stóra tiltaki. – Flestu tiltøk eru ókeypis. Tað eru bara tey tiltøk, sum feløg fyriskipa, ið kosta. Alt, sum kommunan beinleiðis stendur aftan fyri, er ókeypis. Fram við landi Undanfarin ár á Várdøgum hevur morgunsend­ ingin, Góðan morgun, Føroyar, vitjað í Nes komm­unu mikumorgun, og soleiðis verður eisini mikumorgunin, 3. mai. – Vit hava áður verið túr á Nesi, Toftum og Saltnesi, og hesaferð verður talan um eitt øðrvísi tiltak. Jóhannus Danielsen sigur, at mikumorgunin kom­andi verður farið túr fram við landi í Nes komm­unu við Norðlýsinum. – Hetta er eitt ókeypis tiltak, har høvi verður hjá fólki at koma við á túrin. Tað verður Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi løgtings-og lands­ stýrismaður, sum fer at siga frá, sam­stundis sum Góðan morgun, Føroyar fara at senda bein­ leiðis frá túrinum. Borgarstjórin vísir á, at á ferðini fer søgufróði toftamaðurin at siga frá um staðarnøvn á leið­ ini, og hann fer eisini at siga frá broytingum í hansara tíð. – Vit gleða okkum til hetta tiltak, og tað er altíð áhugavert at lurta eftir Jógvan Ingvardi Olsen, ið veit um nógv at siga. Fantastiska stórt Nú Nes kommuna herfyri hátíðarhelt fimmti ára dagin sum sjálvstøðug kommuna, er Helgi Jacobsen, rithøvundur, eisini liðugur við tey fyrstu tvey bindini av søgu kommunurnar og bygdasøguni fyri Nes, Toftir og Saltnes. Triðja og seinasta bindið, sum verður ættarsøga, verður væntandi liðugt seinni í ár. – Hóskvøldið 4. mai, frá klokkan 19.30 fer rithøvundurin at greiða frá um bókaútgávuna, og tá verður eisini høvi at keypa bindini fyri 250 krónur hvørt. Bindini, sum telja umleið 1000 blaðsíður tilsamans, kosta annars 350 krónur hvørt. Á tiltakinum hós­ kvøldið fer Helgi Jacobsen eisini at signera bøkur. Jóhannus Danielsen sigur, at hesi bókaverk eru ein fantastiskur fongur fyri kommununa og bygdirnar í kommununi at eiga. – Tað var í 2013, at vit samtyktu at seta gongd á hetta arbeiði, sum nú partvís er liðugt. Eitt slíkt verk hevur eftir mínum tykki velduga stóran týdning, tí, sum onkur so rámandi hevur sagt, at skulu vit virka fram eftir, er tað ein treyt, at vit kenna søguna. Hesi søguverk verða heilt vist ein varði - ikki fyri meg sum borgarstjóra - men fyri Nes kommunu, einstøku bygdirnar í kommununi og fyri tað fólk, sum her búleikast og í framtíðini kemur at búleikast her, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri. TEMA: BÁTAFESTIVALURIN Søguverkið fantastiskur varði yvir okkara bygdir – Søguverkið um bygdirnar í Nes kommunu verður heilt vist ein varði – ikki fyri meg sum borgarstjóra – men fyri Nes kommunu, einstøku bygdirnar í kommununi og fyri tað fólk, sum her búleikast og í framtíðini kemur at búleikast í okkara bygdum, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu