Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 37

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 18 • 1. MAI 2017 13 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: BÁTAFESTIVALURIN Vilmund Jacobsen J ackie Zachhau hevur verið havnarmeistari og vatnmeistari í Nes kommunu síðan á heysti 2015. Hetta er eitt flættað starv, har hann hevur ábyrgdina av havnalagnum og tí skriv­stovu­ arbeiði og øðrum, sum stendst av hesum, og síðan hevur hann eisini ábyrgdina av vatnreinsi­ verkinum. – Vit hava eitt gott reinsiverk, og eg havi til uppgávu at ansa eftir, at alt gongur, sum tað skal, eins og eg havi ábyrgdina av dagliga við­líkahaldinum av verkinum og sýnstøku av vatninum. Hinvegin eru vatnleiðingarnar kring um í kommununi ikki partur av mínum arbeiði. Jackie Zachhau vísir á, at Nes kommuna hevur tað, sum rópt verður yvirflatuvatn, men kortini hevur tað eydnast væl at sleppa undan bakterium í vatninum, tíbetur. – Vit hava eitt gott og effektivt reinsiverk, og vit kunnu bara fegnast um, at tað hevur gingið væl at veita okkara borgarum og vinnulívi reint og gott vatn – uttan yvirhøvur at brúka klor, sigur hann Meira fiskur Jackie Zachhau fegnast eisini um, at meira hevur verið at gera á havnarlagnum, síðan landingar­ miðstøð læt uppaftur, eftir at virksemið hevði ligið stilt í eina tíð. – Vit merkja væl, at fleiri skip koma til bygdar við fiski, bæði línuskip og trolarar við gulllaksi. Línubátarnir eru trúliga á Toftum, eins og garna­ báturin, Oknin, burtur av leggur veiðina upp her. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum nú aftur eru á gulllaksaveiði, leggja eisini fiskin upp her á Toftum. Havnarmeistarin sigur, at umframt at land­ ingar­miðstøð nú er í bygninginum, har Valhalla helt til áður, hevur Sandgrevstur eisini goymslu við alifóðuri í virkisbygningi á havnalagnum. – Fóðurið verður partvís heintað við bilum, og í aðrar mátar fer tað umborð á bátar, sum flyta fóðurið út til alistøðirnar. Afturvendandi er eisini, at farmaskip javnan og nakrar ferðir um árið kemur á Toftir við salti til M.J.Saltsølu, sum er Inni á Rætt. Bátastevnan Nú bátafestivalur aftur verður á Toftum, sigur havnarmeistarin, Jackie Zachhau, at hesin plagar at laga seg uttan trupulleikar. – Vit hava nógv og gott fólk at taka sær av festivalinum, og sjálvur eri eg altíð til reiðar at taka eina hond í, um tørvur er á onkrum. Hann vísir á, at tá bátarnir koma inn í havnina seinnapartin leygardagin, plagar alt at laga seg sum best. – Vit hava góðar umstøður úti í deksbáta­ havnini, og her kunnu bátarnir fáa landstreym og vatn, sigur Jackie Zachhau. Bátafestivalurin plagar at laga seg sum best – Vit hava nógv og gott fólk at taka sær av bátafestivalinum á Toftum, og sjálvur gangi eg fyrireikarunum til handa, tá okkurt er, sigur Jackie Zachhau - Vit hava góðar umstøður úti í deksbátahavnini, og her kunnu bátarnir fáa landstreym og vatn, sigur Jackie Zachhau, havnarmeistari Mynd: Vilmund Jacobsen Síðan á heysti 2015 hevur Jackie Zachhau verið havnar-og vatnmeistari í Nes kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen