mánadagur 1. mai 2017síða 43
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 18 • 1. MAI 2017
19
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: BÁTAFESTIVALURIN
Vilmund Jacobsen
Í
mong ár starvaðist Haldur Vang sum timbur
meistari við fleiri fólkum í starvi hesi ári.
Longu í 1973 byrjaði hann at smíða sum
sjálvstøðugur timburmeistari. Sum tíðin leið
hevði hann fleiri mans í arbeiði, og hann hevði
gjøgnum árini eisini fleiri lærlingar. Hann ar
beiddi sum meistari í byggivinnuni, bæði í góðum
og minni góðum tíðum.
Haldur Vang treivst væl í sínum virksemi, og
honum dámdi væl at hava við fólk at gera og at
hava fólk í starvi.
– Jú, hetta var ein góð tíð. Men, í dag, nú eg
eri farin um pensjónsaldur og havi havt fólk í
starvi gjøgnum øll hesi mongu ár, er tað gott
aftur at vera leysur av fólki í føstum starvi. Nú
ræður tú øllum sjálvur. Er veðrið keðiligt ein dag,
og tú ikki tímir avstað – ja, so stendur eingin og
bíðar eftir tær.
Men, Haldur er ikki á nakran hátt ein óvirkin
maður í dag. Tvørturímóti.
– Mær dámar væl at hava okkurt at takast
við. Tað er ikki bara sum at siga tað at gevast.
Eg havi onkur smærri timburarbeiði, sum eg havi
lovað at gera fyri fólk, og tey fari eg eisini at
gera, sigur hann.
Umboðar Novoferm
Men, timburarbeiðið er tó minsti parturin av
virkseminum hjá Halduri Vang í dag.Umframt
at vera sýnsmaður í Eysturoy og aðrastaðni fyri
tryggingarfelag, fer mesta tíðin hjá honum við at
umboða og selja vørur hjá fyritøkuni, Novoferm.
Tað eru longu fleiri ár síðan, at Haldur Vang
fór at selja garaguhurðar, garaguportur, virkis
hurðar, truckgardinur og flutningsrampur hjá
Novoferm.
– Eg veiti óbindandi tilboð fyri levering við
uppseting og tænastuveiting. Vørurnar hjá
Novoferm eru dygdarvørur, og eg eri rættiliga
kappingarførur í prísi. Tænastuveitingin fevnir
eitt nú um justeringar og viðlíkahald.
Haldur Vang sigur, at tað gongur væl at selja,
og hann hevur havt nógvar bæði stórar og smáar
bíleggingar og leveringar.
– Tað er stuttligt at fáast við nakað, sum tú
veitst er gott, og sum viðskiftafólk vilja hava.
Tænastan hjá Halduri Vang fevnir um alt
landið og tey, sum kundu hugsað sær at hitt
Haldur Vang um hansara útboð og tænastur,
kunnu ringja á tlf. 217710 – ella senda teldu
post á haldur@olivant.fo
Heimasíðan er www.hvimport.fo
Dygdarvørur hjá Novoferm
– Tað er stuttligt at fáast við nakað, sum tú veitst er gott, og sum viðskiftafólk
vilja hava, sigur Haldur Vang, sum umboðar Novoferm
Novoferm, sum Haldur Vang á Toftum umboðar,
eru dygdarvørur fyri sámuligar prísir. Talan er eitt
nú um garaguhurðar, garagupor-tur, virkishurðar,
truckgardinur og flutningsrampur
GADDAVEGUR 51 | 650 TOFTIR | FARTELEFON 217710 | TLF OG FAX 447700 | WWW.HVIMPORT.FO | HALDUR@OLIVANT.FO
SP/F
umboð í Føroyum: