mánadagur 1. mai 2017síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 18 • 1. MAI 2017
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: BÁTAFESTIVALURIN
Vilmund Jacobsen
J
ohannes Olsen, sum bæði hevur víðkað
maskinmeistaraprógv og er útbúgvin el-
installatørur, eigur og rekur el-innleggingar
fyritøkuna – Sp/f Rók-El – sum húsast á Róka
vegi 28 í Saltnesi.
Í fyritøkuni, sum hevur røtur heilt aftur til tíð
liga í nítiárunum, eru trý fólk í starvi, umframt
bókhald.
Aftrat sær hevur Johannus Olsen sveinarnar,
Mathias Jacobsen og Jonstein Olsen.
Rók-El hevur eisini egna vørugoymslu, og
tað er neyðugt, tá tú ár um ár rekur eina el-inn
leggingarfyritøku.
Stórt og smátt
Uppgávurnar hjá Rók-El eru ymiskar, og eitt nú
hevur fyritøkan í nógv ár havt um hendi gøtu
ljósini í Nes kommunu.
– Vit høvdu gøtuljósini, og Johan Gaard
hevði líka sum restina hjá kommununi, eitt nú
havnalag, vatnverk, skúla og annað. Tá Johan
gavst, fingu vit eisini tær uppgávurnar, sum
hann hevði røkt. Soleiðis hava vit nú alla Nes
kommunu um hendi, og tað krevur rættiliga
nógv.
Johannes Olsen sigur, at Rók-El í nógv ár
hevur havt samstarv við byggifyritøkuna, KBH,
har Rók-El hevur tikið sær øllum el-arbeiði í
teirra byggiverkætlanum.
– Nú KBH byggir nýggju býráðshúsini hjá
Eysturkommunu í Norðragøtu, er hetta eisini
ein rímiliga stór verkætlan hjá okkum. Vit hava
eisini havt eitt rímiliga stórt arbeiði at gera á
Svangaskarði á Toftum.
Hann vísir á, at KBH hesi árini, sum feløgini
hava samstarvað, hevur framt nógvar stórar
byggiverkætlanir, eins og fyritøkan eisini hevur
bygt fleiri sethús.
– Tá Articon bygdi røktar- og ellisheimið
í Streymnesi, gjørdu vit el-arbeiðið har, sigur
Johannus Olsen.
Samband við Rók-El
Um konseptið hjá fyritøkuni verður sagt, at Rók-
El tekur sær av øllum el-innleggingum, nýgerð,
umvælingum, umframt at fyritøkan eisini veitir
tænastur til skip og bátar.
Tey, sum kundu hugsað sær at spurt seg
fyri hjá Rók-El, kunnu ringja á tlf. 218384 (Jo
hannus) og tlf. 227246 (Mathias).
Rók-El veitt tænastur
í eina fjórðings øld
Rók-El tekur sær av øllum el-innleggingum, nýgerð, umvælingum,
umframt at fyritøkan veitir tænastur til skip og bátar
Rók-El tekur sær av øllum el-arbeiði hjá Nes kommunu, og fyritøkan
hevur í nógv ár arbeitt saman við byggifyritøkuni, KBH
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vilmund Jacobsen
T
TS í Klaksvík er ein samanlegging av
maskinverkstaðnum Sp/f Skarðhamar
og el-fyritøkuni, Sp/f Tummas Thomsen,
og tað var á heysti í 2010, at virksemið varð
samanlagt.
Forbókstavirnir TT standa fyri Tummas
Thomsen, og S stendur fyri Skarðhamar.
Orsøkin til samanleggingina var fyrimunurin at
brúka felags førleikar til fulnar, og hesir førleikar
fevna í dag um alt tað, sum ein maskinverkstaður
og ein el-fyritøka kunnu avrika saman.
Smiðju- og maskinverkstaðurin loysir upp
gávur innan smiðjuarbeiði umborð á skipum,
ídnað á landi, aling og fyri privatar kundar.
Maskindeildin hjá TTS er í høvuðsheitum
sjálvur maskinverkstaðurin við sínum mekanikki
og hydraulikki, og á plátuverkstaðnum verður alt
metalarbeiði gjørt.
Dugnalig manning
TTS hevur dugnalig starvsfólk, og fyritøkan er
væl útgjørd við amboðum og maskinum.
Samstarvað verður við nógvar góðar undir
veitarar, og alt hetta tilsamans ger, at TTS eru
førir fyri at loysa flest allar uppgávur, stórar
sum smáar.
Nógv orka verður løgd í at gera íløgur í nýggja
útgerð og at menna førleikar fyri, at fyritøkan
kann vera í fremstu røð.
TTS er i trimum yrkisdeildum undir somu lon.
Her er maskindeild, el-deild og handil við væl
útgjørdari goymslu.
Millum starvsfólkini eru maskinmeistarar,
el-installatørar, maskinsmiðir, elektrikkarar,
kølimontørar, rørsmiðir, auto el mekanikarar og
lærlingar.
Umboða Solé Diesel
TTS hevur einaumboð í Føroyum upp á Solé
Diesel motorar og Marine generatoranlegg,
beinleiðis frá framleiðara í Barce-lona.
Úrvalið hjá Solé fevnir um Marine motorar úr
16 HK upp í 272 HK og komplet Marine genera
tor anlegg.
Á goymsluni eru nógvir eykalutir til Sole
diesel motorar.
TTS bjóðar sær eisini at skifta motorin, um
ynski er um hetta.
TTS hevur motorin til bátin
TTS í Klaksvík hevur einaumboð í Føroyum upp á Solé Diesel motorar og
Marine generatoranlegg, beinleiðis frá framleiðara í Barcelona